Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. juli 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 1. juli 2019 · Nr. 74 TÍÐINDI Tað var heldur grátt í veðr­in­um, tá Voxbotn fór av bakka­stokki seinnapartin leygar­ dagin, og fyrstu tveir tímarnir vóru fyri tað mesta fyri barna­familjur, men tá avtornaði um trý tíðina sunnumorgunin, munnu tey flestu vera farin heim væl nøgd aftaná eitt væleydnað tónleikatiltak. Steinar Patursson Meðan tað var heldur tóm­ligt fyrstu tveir tímarnar, so stimaði fólk oman, tá danski Bro skuldi á pallin. Tað var ein stutt konsert, - á skránni var ein hálvur tími lagdur av til Bro - men tá avmarkaða reper­ toirið innihelt skræddar­seym­ aða summarhittið "Sydpå", so gjørdi tað ikki so nógv, og áskoð­arafjøldin kundi droyma um sólina í disminum. Eins skjótt og fólk vóru kom­in at lurta eftir Bro, eins skjótt vóru tey burtur aftur, tá konsertin var liðug. Tað er ilt at siga, um tey øll høvdu onkra­staðni at sleppa inn niðri í býn­um, men hvussu var og ikki, so vóru tey flestu burtur, tá Frum trein á lítla pall. Hóast vaktirnir frammi við pallin vóru við gott mót fyrr á degnum, so vóru teir greiðir yv­ir, at tað fór at vera nógv meira at gera seinni um kvøldið. Og tað gjørdist tað eis­ ini, eftir at Nik & Jay høvdu verið á pallinum eina løtu. Trýstið í millum áskoðararnar fram móti pallinum var øgiligt, og vaktirnir høvdu úr at gera at toga ung fólk - gentir, fyri tað mesta - inn um girðingina, so tey ikki vórðu kroyst. Brádliga tagnaði tónleikurin eisini, og Tróndur Vatnhamar, sum annars eisini passaði væl inn í leiklutin sum vertur, trein fram á pallin og heitti á fólk um at ansa betri eftir hvørjum øðr­um. Hann boðaði frá, at heilt nógv vóru komin rætti­ liga illa fyri í troðkanum, og skuldi heilsa frá Nik & Jay, sum bóðu áhoyrararnar um at vera varug við, um onkur var illa fyri ella kanska hevði fingið ov nógv innum, soleiðis at tey kundu fáa hjálp. Samstundis vóru boðini "Vin­arliga traðka trý fet aftur" at síggja á teimum báðum stór­skýggjunum, ið vóru við pall­in, men ilt er at siga, um tað gjørdi mun, tí at síggja til vóru tað øll, ið vildu standa fremst. Nik & Jay hava eftirhondini næst­an 20 ár á baki, men undirtøkan fyri teimum er í EITT VÆLEYDNAÐ VOXBOTN Í SIRMINUM