mánadagur 1. juli 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 1. juli 2019 · Nr. 74
dámar at mála, spælir henni
eitt puss viðhvørt.
- Í Føroyum máli eg einki
annað enn neopastellir ella
oljukritsmyndir. Eg havi roynt
meg við akvarell, men tað er
púrasta ógjørligt at halda skil
á pappírinum í øllum vindin
um og samstundis finna læ.
- Mann kann saktans finna
læ, men tað er ikki akkurát
har, eg upplivi tað útsýnið ella
motivið, sum eg eri áhugað í at
tekna, sigur hon og vísir á
aðrar skemtiligar avbjóðingar
og sjarmur, sum mann ivaleyst
bara kann uppliva í Føroyum.
- Eg eri blivin álopin av
tjaldrinum, sum helt, at eg
bara skuldi sleppa mær burtur
aftur. Eg havi sitið í haganum
millum seyðirnar, sum í byrj
anini flýggjaðu undan mær,
men sum seinni spakuliga
nærkaðust mær aftur við ein
um ávísum forvitni. Eg havi
eisini brúkt seyðirnar í mínum
landslagsmálningum, men har
blivu teir av onkrari orsøk
bláir, fortelur hon skemtandi.
Trø og skógir
Tá hon ikki málar føroyska
landslagið, fæst hon eitt nú ser
liga nógv við at mála ta donsku
náttúruna. Henni dámar væl
at mála trø og skógir, og í
hennara býi Mariager er ov
mikið av inspirerandi motiv
um.
- Tað gevur meining fyri
meg, um eg við litum kann
geva málninginum eitt huglag.
Tann syraði guli liturin gevur
mystikk, men mystikkur kann
eisini fjala seg í toku ella í
mjørkatámi. Og í bláa tíman
um kann alt henda. Trøini
broytast fyri hvørja árstíð,
men ljósið er altíð tað týdning
armesta, tá eg máli, sigur hon.
Hevur forelskað
seg í Føroyum
Anna Grethe Aaen hevði sína
fyrstu framsýning í Føroyum í
apríl 2015. Hetta var í Smiðjuni
í Lítluvík. Tá reisti hon spurn
ingin, um mann kundi for
elskað seg í nøkrum smáum
oyggjum í Atlantshavinum.
Hennara niðurstøða til tað er,
at hennara forelskilsið í Føroy
um minnir um sannan kær
leika.
- Eg elski útsýnið til oyggj
arnar, sum eru langt burturi.
Eg elski dramatikkin millum
tað harðrenda fjallið og teir
bleytastu grasheyggjarnar. Eg
elski tær stóru víddirnar uttan
ábending um hús ella lív. Eg
elski tann grøna litin og tað
turkisa vatnið.
Hesin málningurin hevur heitið ”Huse i det grønne”
Føroyska náttúran fangaði Annu Grethe Aaen
MÆR ÍBLÁSTUR