mánadagur 1. juli 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 1. juli 2019 · Nr. 74
TÍÐINDI
- Mítt málaralív hevur verið fult av íblástri frá teimum 18
oyggjunum, sigur danska listakvinnan, Anna Grethe Aaen,
sum ger nógv burturúr føroyska landslagnum í sínari list
Pætur Hjalmar Evensson
pature@sosialurin.fo
Havið, fjøllini, veðurlagið, nátt
úran og bygdirnar í Føroyum
hava altíð hugtikið føroysk
listafólk. Føroyska landslagið
er uttan iva mest vanliga
motivið
hjá
føroyskum
listafólki og er tað enn í dag.
Men tað eru ikki bara føroy
ingar, ið síggja nakað listarliga
áhugavert við føroysku nátt
úruni. Danska listakvinnan
Anna Grethe Aaen hevur í
fleiri ár málað málningar av
føroyska landslagnum, og hon
hevur eftir hondini gjørt eina
stóra rúgvu til samans.
”Færø-landskaber”
kallar
hon málningarnar hjá sær,
sum eru av føroyska lands
lagnum. Við bleytum, dempað
um og flottum litum hevur
hon á meistarligan hátt málað
fjøll, havið, mjørka og seyð í
nógvum ymsum sambondum.
Hennara stílur víkir frá sið
bundnu føroysku landslags
málningunum, og tað er lætt
at kenna hennara penslastrok
aftur. Tað er ein serlig javnvág
í hennara málningum, sum
spælir við sansir og abstrak
tión uttan óneyðugar smálutir.
Anna Grethe Aaen er aktiv
og ferðast frá staði til stað við
nýggjum framsýningum. Nógv
viðurkend donsk gallarí hava
havt málningarnar hjá henni
av
føroyska
landslagnum
hangandi á veggunum, um
framt tey nógvu motivini av
donsku náttúruni, sum hon
altíð hevur fingist nógv við, og
sum er hennara serkenni í
Danmark.
Kom til Føroya
Men hvussu ber tað til, at
Anna Grethe Aaen júst hevur
fingið so stóran tokka til før
oyska landslagið, at tað er
blivið motiv fyri so stórum
parti av hennara yrkisleið og
portfolio? Hon greiðir frá, at
alt byrjaði í ár 2000, tá hon
saman við einum ferðaliði frá
listaskúlanum í Randers fór
ein túr til Føroya. Tey vitjaðu
øll tey støðini, sum eru verd at
síggja hjá listaáhugaðum og
notu annars uppihaldið í Før
oyum. Ein nostalgisk Anna
Grete Aaen fortelur víðari um
hennara fyrsta møtið við Før
oyar, sum var grundarlagið
fyri íblástrinum av føroysku
náttúruni í málningum henn
ara.
- Aftaná at hava vitjað lista
søvnini fóru vit í ein buss, og
næsta stopp var Mykines. Vit
endaðu í einum báti, sum rull
aði og spældi sær í breiðu
atlantshavsaldunum. Í Myki
nesi búðu vit í einum lítlum
bláum húsum og lóu í koyggj
um. Tað var bergtakandi at
vitja lundalandið har. Men
veðrið bleiv verri og verri, og
so kom orkanin. Vit fingu boð
um at halda okkum innandura
og krokaðu tí í kirkjuni. Eg
minnist, at eg hugdi út gjøgn
um vindeygað, og eg hevði
tekniblokkin við mær, greiðir
hon frá.
Seinastu fýra daganar av
føroyaferðini vóru tey við
Gjógv, og aftur her varð hon
ávirkað – hesa ferð av sjarmer
andi bygdarlívinum og um
hvørvinum við Gjógv.
- Nú var stundin komin til
at brúka krit og blýant, sigur
hon.
- Lærdi at taka brillurnar
av í storminum
10 ár seinni kemur Anna
Grethe Aaen til Føroya aftur
saman við manni sínum, og
hon hevur ikki verið her síðan
námsferðina við listaskúlan
um. Anna droymir seg aftur til
dagarnar, har hon veruliga
lærdi føroyska veðurlagið og
náttúruna at kenna á nýggj
um.
- Vit koyrdu kring allar
oyggjarnar. Vit sóu tær vakr
astu víðmyndirnar, sóu fant
astiskt skýggj við glottum og
upplivdu
pollamjørkan.
Vit
upplivdu so hvassan vind, at
fossarnir stóðu vatnrættir út
frá fjallalíðini, og vit lærdu at
taka brillurnar av í storminum,
sigur Anna Grethe Aaen so
listarliga, sum málaði hon ein
málning av minnum sínum.
Hugtikin av føroyska
landslagnum
Føroysku náttúrumotivini festi
seg í donsku listakvinnuna, og
hon setti sær nú veruliga fyri
at mála tað føroyska lands
lagið, júst soleiðis sum hon
upplivdi tað. Hon vil hava ein
feril av dramatikki í sínar
málningar, hóast teir enn eru
eyðkendir fyri ikki at avdúka
ov nógv.
- Eg leggi meg serliga eftir,
at tað skal vera vatn ella hav í
málningunum. Helst panor
ama. Eg máli næstan ongantíð
bláan himmal, men gjarna
skýggj, óveður og mjørka,
greiðir Anna Grethe Aaen frá.
- Mítt málaralív hevur verið
fult av íblástri frá teimum 18
oyggjunum. Gamaní eri eg
landslagsmálari, men Føroyar
geva mær eitt forfrískandi
skump til hetta, sigur hon.
Ov nógvur vindur
til akvarell
Tá Anna Grethe Aaen er í Før
oyum, dámar henni væl at
vera úti í náttúruni við pensl
inum og mála. Men tað er ikki
bara sum at siga tað, og før
oyska veðurlagið, sum henni
so
væl
Drotning Margrethe hevur eisini verið til
framsýning hjá Anna Grethe Aaen
Viðoy - ein av nógvu málningunum hjá donsku listakvinnuni
Hesa gentuna kallar hon ”Rannvá” við íblástri
frá søguni um Rannvá í Skúvoy
- FØROYAR GEVA M
Hugtikin av føroyska landslagnum: