mánadagur 1. juli 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 1. juli 2019 · Nr. 74
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTT SØGD
Føroysku íðkararnir í frælsum
ítrotti taka sær ikki av løttum,
nú tað er ein vika til oyggja
leikirnir verða settir.
Føroyska landsliðið í fræls
um ítrotti luttekur í hesum
døgum í kappingini, VU-pelen,
ið fer fram á Nya Ullevi leik
vøllinum í Göteborg.
Fyrsti kappingardagur var
fríggjadagin og alt fyri eitt vóru
fyrstu føroysku metini tikin.
Tað var Teresa Bláhamar, ið tók
føroyska metið í hæddarlopið,
og tað gjørdi hon rættiliga
greitt.
Teresa Bláhamar átti sjálv
gamla metið, ið var 155 senti
metrar. Hetta lopið gjørdi
hon í 2017. Fríggjadagin setti
Teresa Bláhamar so stongina
seks sentimetrar hægri, og tað
eydnaðist eisini at leypa um
hana. Sostatt er nýggja før
oyska metið í hæddarlopi hjá
kvinnum 161 sentimetrar.
Harafturat tók Elisabeth
Holm
Simonsen
føroyska
metið á 100 metrum. Tað gjørdi
hon við at renna teinin upp
á 12,99 sekund og gjørdist tí
fyrsta føroyska kvinnan, ið
hevur runnið teinin undir 13
sekund.
Eisini á 200 metrum var
føroyska metið tikið. Tað var
Tórur Mortensen, sum hóast
at hava stríðst við skaða, rann
teir 200 metrarnar upp á 22,43
sekund. Tað var 0,48 sekund
skjótari enn gamla metið, ið
Tórur Mortenen sjálvur átti.
Annan dagin á VU-spelen
var enn eitt føroyskt meti tikið.
Tá var tað Guðrið Káradóttir
Petersen, ið skuldi royna seg í
hamarkasti. Av teimum trim
um
royndunum,
eydnaðist
hin triðja best. Tá syfti Guðrið
Káradóttir Petersen hamaran
42,89 metrar. Hetta var ein
metur og seks sentimetrar
longri enn enn gamla føroyska
metið.
Deni fær seks
dystir leikbann
Royndin hjá KÍ eftir Føroya
meistaraheitinum hevur fingið
ein dyggan smeit.
Tá ið KÍ fer undir seinnu
helvt av kappingini í Betri
deildini, verður tað uttan Deni
Pavlovic teir fyrstu seks dystir
nar.
Á jóanssøku fekk Deni Pav
lovic beinleiðis reytt kort tá ið
dómarin metti at verjuleikarin
hevði stúta ein mótstøðumann.
Kappingarnevndin
hjá
FSF
hevur síðani tikið málið upp,
og niðurstøðan er, at Deni
Pavlovic fær leibann í seks
dystir.
Stefan er skiftur til B36
og ætlar sær at spæla
longu mikudagin
Eftir at leysasøgur hava verið
um tað í langa tíð, var sunnu
dagin endaliga kunngjørt at
toppskjúttin hjá TB, Stefan
Radosvljevic, spælir við B36
restina av kappingarárinum.
Sáttmálin
er
galdandi
til
eftir kappingarárið 2020, og
áleyparin, ið eisini skeyt sítt
fyrsta mál fyri U21-landsliðið
herfyri, kann byrja beinan
vegin.
Mikudagin spælir B36 ímóti
Crusaders FC í Norðurírlandi,
og Stefan Radosavljevic er
skrásettur til dystin. B36 hava
enn ikki kunngjørt um nýggi
leikarin skal spæla dystin.
Brasil og Argentina
hittast í hálvfinaluni
Í hesum døgum verður leikt um
Suðuramerikanska meistara
heitið í fótbólti.
Kappingin
fer
fram
í
Brasil, og tað er greitt at
brasilsku
áskoðararnir
fáa
dreymadystin ímóti argentin
sku arvafíggindunum í hálv
finaluni.
Brasil hevur fingið hampilig
skoðsmál fyri sítt spæl í kapp
ingini, ímeðan Argentina og
Messi ikki hava víst besta spæl
ið fram.
Í hinari hálvfinaluni hittir
Kili stóru sólskinssøguna úr
kappingini, Peru, ið varpaði
Uruguay út.
Hálvfinalurnar verða leiktar
2. og 3. Juli. Finalan verður 7.
juli.
Fleiri føroysk met
undan oyggjaleikum
Stefan Radosavljevic í dysti ímóti B36 í fjør. Nú skal hann spæla í hvítu troyggjuni
Deni Pavlovic kann í fyrsta lagið spæla aftur ímóti HB 1. September