mánadagur 1. juli 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. juli 2019 · Nr. 74
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjúrður Hildarson Hoydal
Mánadagin fer ársins Euro
pean Open kapping av bakka
stokki í Göteborg í Svøríki.
European Open er ein ung
dómshondbóltskapping
fyri
landslið, ið verður hildin á
hvørjum ári í Göteborg. Annað
hvørt ár erkapping fyri kvinnur
og annaðhvørt ár fyri menn.
Føroyar hava javnan luttikið
síðani 2013, tá ið minniligastu
dystirnir vóru sigrar á Slovakia
og Finnlandi og ein ósigur
ímóti Danmark, har tað stóð á
jøvnum í hálvleikssteðginum.
Í 2015 vunnu Føroyar á Eystur
ríki, Georgia og Kekkia. Flestu
av leikarunum úr hesum báð
um árum myndaðu í 2017
U21-landsliðið, ið spældi HM í
Algeria. Føroysk kvinnurnar
royndu seg í 2014 og í 2016, tá
ið tær vunnu tá á Kekkia og
Eysturríki. Í 2014 spældu før
oysku U18-kvinnurnar eisini
javnleik ímóti Íslandi og taptu
bert við einum málið ímóti
Rumenia, eftir at hava verið
aftanfyri við sjey í hálvleiki
num.
Vænta nógv av hesum
árganginum
Í 2017 broyttist manskappingin
frá at vera U19 til at vera U17
og tað er hon aftur í ár. Hetta
verður fyrsta altjóða kappingin
hjá føroysku leikarunum, ið eru
føddir í 2002 ella seinni, og júst
talið 2002 hevur verið nevnt
ofta ímillum teirra, ið fylgja
føroyskum ungdómshondbólti.
Seinastu árini hevur verið
á lofti, at hetta er ein hin
besti árgangurin føroyskum
hondbólti og hetta sæst eisini
aftur í at 14 av teimum 16 leikar
unum spældu hondbólt við
útlendskum
feløgum
farna
kappingarár. Væntanirnar til
hendan árgangin gjørdust ikki
minni, tá ið fleiri av leikarunum
luttóku í U18 kapping í fjør –
sum 16 ára gamlir – og stóðu seg
væl og endaðu nummar seks.
Torfør mótstøða og
torført lutakast
Í U18 kappingini í fjør var ikki
fyri allarstørstu hondbóltstjóð
irnar. Italia vann ta kappingina,
frammanfyri lond sum Norður
makedonia, Sveis og Hvítaruss
land.
Hesaferð verður mótstøðan
úr hægsta flokki. Føroyar
eru í bólki við eitt nú Norra
og Spania, og tað er eingin ivi
um at hetta verður sterkasta
mótstøðan
ungu
føroying
arnir hava roynt seg ímóti.
Londini stilla við sínum sterk
astu talentum, og áður hava
heimsstjørnur sum Uwe Gens
heimer, Aron Pálmarson og
Jim Godtfridsson luttikið. Hjá
kvinnum spældi heimsins besti
hondbóltsspælari,
Cristina
Neagu, á rumenska liðnum
sum vann silvur í 2006.
Lutakastið hevur eisini hætt
að seg so, at føroysku dreingirnir
verða tveittir beint í eldin. Longu
mánadagin eru dystirnir ímóti
Norra og Spania á skránni, so alt
fyri eitt fæst at vita á hvørjum
støði føroyska landsliðið er á í
mun til tey allarbestu.
Skulu taka hini á
bóli fyrsta dagin
Mark
Lausen-Marcher
og
Julian Johansen eru venjar
ar hjá U17-landsliðnum. Mark
Lausen-Marcher hevur høvuðs
ábyrgdina av verjupartinum,
meðan Julian Johansen tekur
sær av álopspartinum. Teir
gera greitt at endamálið vil at
luttaka í kappingini er eisini
at kanna hvar landsliðið liggur
í mun til hini landsliðini í
Evropa.
Sera torføra uppgávan á
fyrsta
dystardegnum
kann
brúkast væl, hugleiðir Julian
Johansen.
-Hini liðini kenna einki til
okkum og vit halda sjálvi at vit
hava eitt fínt landslið, so vit
skulu brúka fyrsta dagin til at
taka hini á bóli, um vit skulu
hava nakran møguleika at gera
okkum galdandi í kappingini,
sigur álopsvenjarin.
Hóast
Føroyingar
kenna
nógv til spanskan og norskan
hondbólt, so er ongantíð lætt
at meta um eitt U17-landslið, og
Mark Lausen-Marcher hevur
eisini trupult við at spáa um
hvørt tað fer at bera til at fáa
góð úrslit í hesari kappingini.
-Um vit fáa góð úrslit ímóti
Norra og Spania, so verður tað
eitt gott útgangsstøði, men tað
ber eisini ti at fáa ein avsmurn
ing, og so vita vit hvussu vit
standa, sigur verjuvenjarin.
Væntanirnar koma uttanifrá
Hóndbóltsfjepparar vænta at
hetta er eitt sera sterkt landslið,
og
Mark
Lausen-Marcher
viðurkennir eisini at vónirnar
til henda árgangin eru stórar,
men hesar vónirnar koma frá
øðrum.
-Hetta er spennandi, men
teir bert eru 16 og 17 ára
gamlir, og tað er trupult at
siga longu nú akkurát hvussu
góðir hesar leikararnir eru
ella kunnu gerast, ger venjarin
greitt.
Julian Johansen tekur eisini
undir við venjarafelaganum.
-Vit tosa ikki so nógv innan
hýsis um hvussu góðir teir
eru, tað er hoyra vit mest
uttanifrá. Teir eru fínir hond
bóltsspælarir, men teir vita
eisini væl at teir koma at møta
nógvum góðum leikarum, sum
koma frá góðum londum, og
sum hava størri úrval. So vit
kunnu bara gera tað besta vit
megna, og so mugu vit síggja
hvussu
langt tað røkkur.
Tað kann væl vera at vit møta
londum sum eru nógv betri
enn hvat vit eru, sigur Julian
Johansen avgjørdur.
Leikararnir vita sjálvir
hvussu góðir teir eru
Tað at fólk leggja hesar væntan
irnar á ungu leikararnar hava
venjararnir eisini við í sínum
fyrireikingum.
-Vit tosa nógv við teir um
at teir sjálvir vita hvussu
góðir teir eru, og at vit eisini
hava havt nógv góð landslið
HONDBÓLTUR
STERKT FØROYSKT
U17-LANDSLIÐ TIL
STERKA KAPPING
Mótstøðan er sterk tá ið føroyska U17-landsliðið hjá
dreingjum luttekur í stóru altjóða kappingini, European
Open, í Svøríki. Longu mánadagin eru mótstøðuliðini Norra
og Spania, ið eru tvær av fremstu hondbóltstjóðunum. Men
júst hetta føroyska U17-landsliðið er høgt í metum ímillum
serfrøðingarnar í Føroyum – nú skal staðfestast hvussu
langt frá teimum allarbestu í heiminum hesin hópurin er