mánadagur 1. juli 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 1. juli 2019 · Nr. 74
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
áðrenn, sum U21-
landsliðið sum var í
Algeria, men tað kemur
ikki av sær sjálvum, sigur
Julian Johansen og greiðir frá:
-Verður tað sligið ov stórt
upp hvussu góðir teir kunnu
vera, so er vandin at arbeiðs
handskarnir vera sleptir. Men
leikararnir eru raskir at koyra
á til hvørja venjing, og eg eri
vísur í at teir koma at geva alt í
dystunum eisini.
Góða venjingin
gevur styrkina
Arbeiðslagið hjá hesum leikar
um er gott, og Julian Johansen
greiðir frá at hetta hevur givið
teimum eina kropsliga styrki,
ið kanska stendur í mát við teir
leikararnir, ið teir fara at hitta.
-Teir hava vant styrkisvenj
ing í fleiri ár, og kanska hevur
hetta ligið størri vøddamassa
enn
undanfarin
ungdóms
landslið, og tað skulu vit brúka,
sigur álopsvenjarin, ið eisini
ásannar at afturvendandi før
oyska avbjóðingin við at leikar
ar eru nakað lágir í altjóða
hondbólti.
Verja álopssinnað
Tað at føroyingarnir eru nakað
lægri, ger at verjuvenjarin,
Mark Lausen-Marcher, ætlar
at verja rættiliga álopssinnað.
-Um vit koma út á vøllin
vænti eg at vit eru góðir mann
ímóti manni og søkja bóltin
væl, og tað skulu vit gagnnýta,
sigur venjarin.
-Vit kunnu ikki liggja inni á
seks metrum og leggja forðing
ar, men skulu heldur hugsað
álopssinnað við at stjala bóltar
og takkla høgt á vøllinum, ger
venjarin greitt.
-Um vit fáa skotini ímóti
okkum frá einum níggju-tíggju
metrum við takklingum á, so
havi vit tveir framúr málverjar,
sum nokk skulu taka hesar
bóltarnar.
Samstarvið skal flyta
stóru verjurnar
Í álopinum snýr tað seg um at
fáa samanspælið at rigga.
-Tað er einki at ivast í, at
verjurnar, ið Føroyar fara at
hitta, eru ein størri avbjóðing
enn leikararnir eru vanir við.
So vit tosa nógv um at tað
ikki snýr seg um at fáa ein
mann at gera alt arbeiði, men
at allir seks áleyparar í felag
flyta verjuna hjá mótstøðuni.
Tí allarhelst vera tað stórir
og sterkir verjuleikarar, ið vit
skulu sleppa framvið, sigur
Julian Johansen.
Liðið hevur eisini fyrireika
seg væl og vant nógv saman
fyri at røkka hesum endamálið.
-Eg og Mark hava tosað nógv
um at leikararnir framman
undan kenna hvønn annan
sera væl, og hava vant saman
í nógv ár. Tí hava vit kunnað
lagt eitt ein einfalt útlegg, sum
vit hava kunnað fínpussað so
hvørt. Vit hava latið ymiskt
upp í hendurnar á leikarunum
sjálvum, og tað hevur riggað
væl, tí teir eru skilagóðir leikar
ar, sigur Julian Johansen.
Hópurin hevur staðið
seg væl uttanlands
14 av teimum 16 leikarunum
spæla hondbólt í Danmark.
Tríggir av teimum, Pauli Jacob
sen, Hákun West av Teigum
og Elias Ellefsen á Skipagøtu
gjørdust Danmarksmeistarar
við Skanderborg í U16-deild
ini herfyri, eins og teir vunnu
steypakappingina hjá dreingj
um 18.
Teir tríggir eru sera dugna
ligir, sigur Mark Lausen-March
er, og ger eisini greitt at fleiri av
hinum leikarunum eisini hava
staðið seg væl á hægsta støðið
í donskum ungdómshondbólti.
-Hondbóltsdystir verða av
gjørdir við fleiri leikarum, so
allir samlir skulu raka eitt høgt
støðið,
sigur
verjuvenjarin
áðrenn hann staðfestir, at tað
hava hesir 16 leikararnir, ið eru
úttiknir, allar møguleikar fyri.
sjurdur@sosialurin.fo
Málverjar:
Pauli Jacobsen, Skanderborg
Brandur Silvurstein, Skjern
Vinstri vongur:
Baldur Gillason, Skjern
Janus Dam Djurhuus, Skjern
Kristoffur Bjørgvin, Oure
Høgri vongur:
Bogi Hansen, Skjern
Hákun West av Teigum, Skanderborg
Vinstri bakkur:
Pauli Mittún, Skjern
Ovi Lutzen, Kyndil
Spæliskiparar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu, Skanderborg
Rói Ellefsen á Skipagøtu, Ikast/KFUM
Høgri bakkur:
Brian Slyne, Skjern
Sveinur Olafsson, H71
Strikuleikarar:
Ragnar Karlsson, Oure
Viktor Gaini, VIES
Sakir Tróndarson Frýdal, H71
Føroyski hópurin: