Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. juli 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. juli 2019 · Nr. 74 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Vit eru millum søkurnar, og tað er hásummar í Føroyum mill­ um jóansøku og ólavsøku. Harvið er tað ikki sagt, at tað ikki er møguleiki fyri onkrum ill­veðursdegi. Tað er ikki so langt síðani, at tað ikki bar til at rógva kapp á varmakeldu í Fuglafirði, tí veðrið var so vána­ ligt. Soleiðis var tað ikki leygar­ dagin. Tað var sól og summar, stilli mest sum allan seinnapartin, og tað stóð við klettin og sjógv­ ur­in var sum ein sveiti. Fuglfirðingar fyrireikaðu til ug, og róðrarfólkið – eisini tey sum í ár rógva fyri fyrstu ferð – er nú í venjingini, sum skal, tá ið farast skal við bátunum. Tað gekk stutt sagt uppá stás at avgreiða kappróðurin, og manningarnar vóru í upp­ hit­i­ngini ikki órógvaðar av at bíða longri at sleppa til startin, enn tað frammanundan var ásett. Hugaligt og góð reklama fyri kapp­róðurin. Dramatikkurin Á norðoyastevnu vóru tað tvey 8-mannafør. So vóru tað trý, og í Fuglafirði leygardagin vóru fýra 8-mannafør tilmeldað. Á norðoyastevnu var kapp­ ing­in millum báðar bátarnir sera tøtt og spennandi, og so­ leið­is hevur tað verið síðani. Tað eru bara Argjabáturin og Nevið Reyða, sum kappast um FM. Um tað verður annar ella hin báturin, sum verður meistari, ber tað ikki til at siga nakað um. Leygardagin vann Argjabáturin fyri aðru ferð á rað. Men meðan hann á jóan­ søku vann tryggan sigur, so leyp tað einki av leygardagin. Stóra avbjóðingin hjá ungu klaksvíkingunum umborð á Nevinum Reyða er starturin. Soleiðis var tað, tá ið teir fyri tveimum árum síðani vunnu FM við 5-mannafarinum Fípu­ ni Føgru, soleiðis var tað, tá ið teir í fjør vunnu FM við 6-mannafarinum Páll Fanga, og soleiðis hevur tað verið allar fýra ferðirnar higartil í ár. Leygardagin vann Argja­ bát­urin ein hálvan skut og kanska meiri enn tað í fyrstu fáu tøkunum, og so var takið hjá klaksvíkingum at vinna tað aftur, sum longu var mist. Tað reið alla tiðina um snarið. Rask­ ir og væl trimmaðir rógvarar í harðari kapping er framúr sjón. Argjabáturin vann, og nú er púra javnt í stigum. Leygar­ dagin verður kappast á fjarða­ stevnu á Strondum. Um tað verður Argjabáturin ella Nevið Reyða, sum fer at vinna kappingina millum 8-manna­ førini er púra opið. Drama­tikk­ urin er varðveittur í hesi kapp­ ingini, og tað er spennandi. Eingin skalar teimum Á norðoyastevnu var kappingin millum 10-mannaførini so stór, at tað varð roknað við møgu­ leikanum, at hetta fór at verða árið, tá ið fleiri bátar fóru at vinna. Soleiðis hevur tað ikki verið, og leygardagurin í Fugla­ firði vísti, at soleiðis verður tað ikki. Ormurin Langi stakk seg beinan­vegin framum kapp­ ingar­neytarnar, og Ormurin Langi var fremstur allan teinin og sera tryggur vinnari. Kappingin var millum Suður­oyingin og Havnarbátin um, hvør teirra skuldi vera næstur Orminum Langa. Tað kappingina vann Suð­ur­oy­ ingur, sum var minni enn eitt sekund fyrri á mál enn Havn­ ar­báturin. Hvessingur var suverenur vinnari á norðoyastevnu í kappingini millum 6-manna­ førini við monnum, og Hvess­ ing­ur hevur verið suverenur vinnari allar fýra ferðirnar, og í Fuglafirði var einki undantak. Kollfirðingur vann leygar­ dagin kappingina um næstfremsta plássið. Hann var eitt lítið sekund fram­man­ fyri Gongurólv, sum var næst­ fremst­ur í trimum teim­um fyrstu kappingunum. Kollfirðingur luttók fyrstu ferð á jóansøku, tá ið hann endaði á triðja plássi. Spurn­ ingurin er, um Koll­firð­ingur fer at megna at bjóða Hvess­ ingi av í trimum teimum síðstu kappingunum. Fyrsta ábend­ ingin um hetta fæst leygar­ dagin, tá ið tað verður kappast á Skálafjørðinum. Um tað skal eydnast, so skal nógv venda heilt øðrvísi, enn tað higartil hevur gjørt, og sum tað eisini gjørdi leygardagin. Hvessingur hevur higartil KAPPRÓÐUR Á VARMAKELDUSTEVNU: Seks bátar hava vunnið alt og hava beina kós móti FM TVEIR BÁTAR SYRGJA FYRI DRAMATIKKINUM