mánadagur 1. juli 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. juli 2019 · Nr. 74
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Alt var, sum tað varð roknað
við, tá ið tríggir teir fyrstu
dystirnir í fimtanda umfari
vórðu spældir fríggjakvøldið
og leygardagin.
HB og Víkingur vóru stór
favorittar ímóti ávikavíst AB
og TB, og favorittarnir vunnu.
Felags fyri Skála og EB/
Streym, sum hittust í Hólma
num á Eiði, var, at úrtøkan
leingi hevði verið sera soltin.
Skála vann 1-0, og EB/Streymur
er fýra stig frá niðasta plássi.
Tveir dystir í fimtanda um
fari vórðu útsettir, tí KÍ og
NSÍ í síðstu viku og aftur í
hesi vikuni eru upptikin av
Europa avbjóðingini. KÍ fór í
gjárkvøldið av landinum og er
í dag á veg til San Marino, har
klaksvíkingar hósdagin skulu
verja 5-1 leiðsluna, ið teir vunnu
sær hóskvøldið.
NSÍ fyrireikar seg til vitjan
úr Norðurírlandi. Hósdagin
tapti NSÍ 2-0 á útivølli. Møgu
leiki er hjá NSÍ at spæla seg
víðari í kappingini, men tað
verður truplari, enn tað hevði
verið, um tað á útivølli hevði
eydnast at skora eitt mál.
Talvan sigur, at toppstríðið
er so mikið javnt, at innanhýsis
uppgerðirnar millum fimm
tey fremstu vera óvanliga
týdningarmiklar lyklauppgerð
ir. Tað eru seytjan innanhýsis
uppgerðir millum tey fimm
fremstu eftir í hesum kapp
ingarárinum. KÍ og B36 spæla
tað fyrstu í Klaksvík 21. Juli,
um tað orsaka av Europa ikki
verður neyðugt at útseta. Tann
síðsta verður leygardagin 20.
oktober, tá ið B36 og KÍ hittast
í Gundadali.
Meðan hini fýra skulu hitt
ast sjey ferðir í innanhýsis upp
gerðum, so eigur HB seks dystir
av hesum slagnum á:
21. juli: KÍ – B36
27. juli: NSÍ – KÍ
28. juli: B36 – Víkingur
4. august: Víkingur – NSÍ, HB –
B36
9. august: KÍ – Víkingur
11. august: NSÍ – HB
25. august: HB – Víkingur
1.september: KÍ – HB
14. september: NSÍ – B36
29. september: NSÍ – Víkingur,
B36 – HB
5.oktober: Víkingur – KÍ, HB –
NSÍ
20. oktober: KÍ – NSÍ, Víkingur
– B36
26. oktober: B36 - KÍ
Hava ikki tapt í 12 vikur
Víkingur – TB 3-1
6. apríl fóru víkingarnir úr
Runavík við 4-2 tapi. Tað var í
fjórða umfari, og støðutalvan
vísti, at Víkingur var á sjeynda
plássi við fýra stigum. B36 var
topplið við tólv stigum.
Síðani hevur Víkingur riðið á
aldukambinum. Úrtøkan hevur
verið pláss í steypafinaluni
eftir tveir javnleikir ímóti
Skála og í landskappingini
tíggju
sigrar
og
ein
javnleikur,
og
nú
er
Víkingur ovast.
L e y g a r d a g i n
vann
Víkingur
3-1
á
heimavølli
ímóti
TB, sum vísti fínan
hugburð og í longum
løgum gott samanspæl
og spældi seg til fleiri
góðar málmøguleikar.
Víkingur
hevði
aftur hesa ferð gott
tak á kontraspælinum.
Adeshina Lawal skoraði
tíggju
minuttir
undan
steðginum týdningarmikla
málið, sum bar við sær, at
tað var eftir treytunum hjá
heimaliðnum, at tað gekk fyri
seg. TB svaraði aftur, eftir at
Dion B. Splidt hevði stútað til
2-0. Ivan Ivanovic skoraði úr
vinstru, og so sá tað út til, at
FÓTBÓLTUR
Víkingur og HB, sum seinni í ár fara at spæla steypafinalu,
bjóða seg nú av álvara fram í kappingini um meistaraheitið
MEISTARARNIR TRÝ
TEY SEINASTU ÁRINI
ERU Á TOPPINUM