Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. juli 2019síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 1. juli 2019 · Nr. 74 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 síðstu tjúgu minutt­ irnir fóru at verða heilt spennandi. Men tað var bara í heilt lítla løtu. Teitur Olsen sá í sínum síðsta dysti, áðrenn hann fer av landinum, gula kortið fyri aðru ferð. Tí var TB undirmannað, og tá ið Gunnar Vatnhamar so økti til 3-1 var alt avgjørt. -Hetta var kanska tann dyst­ urin í ár, sum vit hava skinklað mest, tí TB vísti fínan fótbólt, og TB spældi seg til góðar mál­møguleikar. Men tá ið vit høvdu skorað fyrsta málið, so kendi eg, at vit høvdu tak á tí, sigur Víkinga liðformaðurin Atli Gregersen. Stefan Radosavljevic var fyri síðstu ferð á TB liðnum, áðrenn hann nú er B36 spælari: -Eg eri sera vónbrotin, tí í fyrra hálvleiki vóru vit omaná, og tað var óheppið, at vit ikki skoraðu, tí vit høvdu bóltin bæði á stólpa og tvørtræið, sigur Stefan Radosavljevic, HB næstan eitt stig aftrat HB – AB 5-0 HB er framvegis fimm stig frá toppinum, men bæði av­rik­ini og tølini siga, at tað gongur rætta vegin. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur HB vunnið fulla úrtøku við mál­ muninum 13-1. Málmunurin hjá HB er nú mest sum eins góð­ur, sum hann er hjá hinum topp­liðunum. Tað kann fara at vísa seg at hava heilt stóran týdn­ing. 5-0 á heimavølli ímóti AB var størsti sigur hjá HB í ár. Eftir fyrra hálvleik var 1-0, men so foldaði HB seg út, og argja­menn megnaðu ikki at binda fyri. Nýggi HB spælarin, René S. Joensen, var ikki á listanum, og Brynjar Hlōðvarsson er fram­vegis so mikið skaddur, at hann ikki var á vøllinum. AB royndi at spæla fótbólt, og argjamenn spældu seg til onkrar málmøguleikar, men tað var ov nógv dreingir ímóti monnum, og tað verður ikki ímóti mótstøðu av tí slag­num, sum AB var ímóti fríggja­ kvøldið, at argjamenn fara at skava stigini saman, sum skulu til, um tað skal sleppast undan niðurflyting. Nú glapp hjá skálamonnum EB/Streymur – Skála 0-1 Tað var ein øgiligur fagnaður, sum sást, tá ið Skála miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraði mál­ ið, sum vísti seg at verða tað einasta í Hólmanum á Eiði fríggja­kvøldið. Talan var um fínt álop. Eftir EB/Streyma deyðbólt varð bólturin spældur fram á mið­strikuna til Ronni Møller- Iver­sen, sum spældi Pætur Dam Jacobsen í vinstru. Hann vann kapprenningina við mót­ støðumann, legðil uppá tvørs FÓTBÓLTUR 15. umfar Sunnudagin 21. juli KÍ – B36 Mikudagin 14. august ÍF – NSÍ 16. umfar Leygardagin 27. juli NSÍ – KÍ Skála – ÍF AB – EB/Streymur Sunnudagin 28. juli ólavsøkuaftan B36 – Víkingur Mánadagin 29. juli ólavsøkudag HB - TB Máltindurin Klæmint A. Olsen NSÍ 16 Adrian Justinussen HB 10 Jóannes Bjartalíð KÍ 9 Ari Mohr Olsen HB 8 Patrik Johannesen KÍ 8 Betri deildin støðan LIÐ DS VD JD TD MF MÍ MM (%) ST. 1 Víkingur 15 11 2 2 35 17 +18 35 2 NSÍ 14 10 2 2 36 13 +23 32 3 KÍ 14 10 2 2 33 11 +22 32 4 B36 14 10 1 3 23 13 +10 31 5 HB 15 9 3 3 38 17 +21 30 6 Skála 15 6 0 9 16 19 -3 18 7 TB 15 4 3 8 13 28 -15 15 8 EB/Streymur 15 2 2 11 16 37 -21 8 9 ÍF 14 1 2 11 10 34 -24 5 10 AB 15 1 1 13 14 45 -31 4 EB/Streymur – Skála 0-1 (0-0) 0-1: Janus Svabo Samuelsen 66. Dómari: Rúni Gaardbo EB/Streymur: Jákup Højgaard – Sveinur Knút Magnussen (Magnus Jarnskor, 71.), Árni G. Olsen, Petur Zachariasen, Ragnar B. Danielsen (Jónstein Magnussen, 89.) – Poul G. Olsen, Rói Olsen (Teitur Olsen, 83.), Rógvi Egilstoft Nielsen, Ragnar Samuelsen – Niklas Kruse, Gestur B. Dam Gult kort: Poul G. Olsen, Petur Zachariasen Venjari: Jákup Martin Joensen Skála: Karstin Hansen – Ari Olsen, Jákup Jakobsen, Fróði Benjaminsen, Teitur R. Joensen – Pætur Dam Jacobsen, Janus Svabo Samuelsen (Ólavur Mikkelsen, 89.) – Heðin Klakstein (Andreas Egeberg Jacobsen, 79.), Ronni Møller-Iversen (Petur Pauli Mikkelsen, 91.), Niels Pauli Danielsen – Jákup Johansen Gult kort: eingin Venjari: Eyðun Klakstein Víkingur – TB 3-1 (1-0) 1-0: Adeshina Lawal 34. 2-0: Dion B. Splidt 50. 2-1: Ivan Ivanovic 70. 3-1: Gunnar Vatnhamar 73. Dómari: Alex Troleis Víkingur: Elias Rasmussen – Elias Lervig, Atli Gregersen, Vukasin Tomic, Hanus Jacobsen – Heðin Hansen, Gunnar Vatnhamar - Dion B. Splidt (Bergur Gregersen, 81.), Arnbjørn Svensson (Bogi Reinert Petersen, 62.), Philip Djordjevic (Jákup Vatnhamar Olsen, 81.) – Adeshina Lawal Gult kort: Atli Gregersen, Bogi Reinert Petersen Venjari: Sámal Erik Hentze TB: Milos Budakovic – Tormóður Djurhuus (Ragnar Tausen, 54.), Teitur Olsen, Ndende Adama Guéye, Dánjal Godtfred – Nikolei Johannesen (Arthur Poulsen, 76.), John Villi Leo Wøldike, Veljko Vukovic, Ivan Ivanovic – Luc Michael Jeggo, Stefan Radosavljevic Gult kort: John Villi Leo Wøldike, Teitur Olsen, Veljko Vukovic Reytt kort: Teitur Olsen 71. (2 gul) Venjari: Zoran Pavlovic HB – AB 5-0 (1-0) 1-0: Ari Mohr Olsen 5. 2-0: Tróndur Jensen 59. 3-0: Dan í Soylu 63. 4-0: Pætur J. Petersen 90. 5-0: Ari Mohr Olsen 93. Dómari: Kári J. á Høvdanum HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Lasse Andersen, Magnus Egilsson (Daniel Johansen, 70.) – Hørður Askham (Sebastian Pingel, 79.), Tróndur Jensen – Adrian Justinussen (Pætur J. Petersen, 87.), Dan í Soylu, Símun Samuelsen – Ari Mohr Olsen Gult kort: Dan í Soylu Venjari: Heimir Guðjónsson AB: Sverri Petersen – Mikkjal T. Hentze, Beinir Henriksen, Sørin Samuelsen, Heri H. Mohr – Eli S. Christiansson, Tóki á Lofti (Bartal S. Petersen, 69.), Bjarni Skála, Filip í Liða (Jónas Stenberg, 76.) –Hans Jákup Annfinsson (Ari Johannesen, 59.), Bjarki C. Nielsen Gult kort: eingin Venjari: Sorin Anghel í brotsteigin, har Janus Svabo Samuelsen, sum hesa ferð var millum teir fyrstu ellivu, fekk tamarhald á og setti bóltin framvið Jákupi Højgaard í málinum. Fagnaðurin var stórur í Skála leguni, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð. Hetta var fyrsti sigurin síðani 28. apríl, tá ið Skála vann 2-0 í Gunda­dali ímóti HB. -Hetta var sera týdn­ingar­ mikil og kærkomin sigur. Nú hava vit summarfrí, og tað verður hugaligari at fara undir aftur venjingarnar, tá ið vit nú hava staðfest fyri okkum sjálvum og øðrum, at tað fram­ vegis ber til hjá Skála at skjóta mál, at halda nullið og at vinna, sigur Skála venjarin Eyðun Klakstein.