Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. juli 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. juli 2019 · Nr. 74 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Tveir dystir í fimtanda umfari hava verið síðstu dagarnar. Hinir tríggir vera spældir eftir summarsteðgin. Á Skála eydnaðist tað EB/ Streymi at vinna fyri fyrstu ferð í ár. Úrslitið ímóti Skála var 1-0. Málið skoraði Teitur D. Olsen, tá ið hann níggju minuttir eftir steðgin rann seg leysan innanfyri verjuna í vinstru og við góðum skoti sendi bóltin í handara síðunetið. Heimaliðið hevði góðar møguleikar í fyrra hálvleiki, tá ið tað leikaði javnt á, men tað eydnaðist ikki at fáa hol á. Eftir steðgin var Skála omaná, og heimaliðið spældi seg til møguleikar, men tað eydnaðist ikki at skjóta mál. Tað var óvæntað, tá ið Skála næstsíðsta leygardag vann 1-0 á útivølli ímóti toppliðnum NSÍ. Hóskvøldið var tað óvæntað, at Skála á heimavølli tapti 1-0 ímóti botnliðnum. Leygardagin fór 07 Vestur av Svangaskarði við 4-1 sigri ímóti B68. Eftir aldudal, tá ið tað í fýra dystum á rað ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku, hevur 07 Vestur nú vunnið tveir dystir. Tað kundi bent á, at tað er farið at ganga rætta vegin. Niels Mouritsen skoraði tvey mál. Hetta er fyrstu ferð yvirhøvur, at hann hevur skorað tvey mál fyri besta liðið hjá 07 Vestur. 07 Vestur er næstfremst við eins nógvum stigum sum NSÍ. Leygardagin 20. juli KÍ – B36 Víkingur – NSÍ B71 - HB Máltindurin Aksel B. Danielsen KÍ 9 Clayton Soares B71 9 Andrass Johansen B36 7 Andri Benjaminsen NSÍ 7 Ingi Jonhardsson Víking 7 Teitur Olsen EB/Streym 7 1. deild menn støðan LIÐ DS VD JD TD MF MÍ MM (%) ST. 1 NSÍ II 14 10 1 3 31 16 +15 31 2 07 Vestur 15 9 4 2 31 18 +13 31 3 Víkingur II 14 7 6 1 29 13 +16 27 4 KÍ II 13 8 2 3 39 23 +16 26 5 B68 15 4 5 6 25 30 -5 17 6 B71 13 4 4 5 23 34 -11 16 7 Skála II 15 2 9 4 19 21 -2 15 8 B36 II 14 3 4 7 19 29 -10 13 9 HB II 14 2 3 9 17 25 -8 9 10 EB/Streymur II 15 1 4 10 22 46 -24 7 Skála – EB/Streymur 0-1 (0-0) 0-1: Teitur Olsen 54. B68 – 07 Vestur 1-4 (1-2) 0-1: Niels Mouritsen 5. 0-2: Niels Mouritsen 23. 1-2: Padro Tarancon Anton 40. 1-3: Høgni Egilstoft Nielsen br 66. 1-4: Solomon Kwao 82. 07 Vestur er aftur í góða lagnum 1.DEILD: Sigurin á Svangaskarði leygardagin lyfti vesturliðið á næstfremsta plássið Minnist til haldaragjaldið Tórsgøta 1, FO-110 Tórshavn