Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-01, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. juli 2019síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 1. juli 2019 · Nr. 74 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sjúrður Hildarson Hoydal KÍ og NSÍ byrjaðu føroyska kapp­ingar­árið í evropiskum fót­bólti hóskvøldið. KÍ fekk vitjan av Tre Fiori úr San Marino, meðan NSÍ var í Norður­ír­landi, har Ballymena var ov sterk mótstøða í øgiliga hita­num. NSÍ tapti 2-0 á útivølli eftir at norðurírska liðið skeyt tvey mál fyrstu løtuna av seinna hálv­leiki. Tað var trupult hjá runavíkingum at spæla í oman­ fyri 30 hitastigum, men hevði eisini møguleikar at fáa eitt umráðandi útivallarmál, men bólturin vildi ikki inn. Tí hevur NSÍ sera trupult útgangsstøði til heimadystin á Svangaskarði um ein viku, har umstøðurnar og hitastigini helst tæna før­ oyskum fótbólti betri. KÍ var favorittur við góðari orsøk Umstøðurnar vóru eisini heim­ligar hjá KÍ, hóast heima­vøllurin til fyrsta Europa League-dystin í ár skuldi leikast í Havn. Fitt av KÍ-viðhaldsfólki var í Gundadali hóskvøldið og tey fingu ein tryggan sigur og tvey framúr flott mál fyri ómak­in. Mótstøðuliðið var Tre Fiori úr San Marino. Ongantíð áður hevur eitt lið haðani verið í Før­oyum, og KÍ hevði trupult við at fyrireika seg ímóti hesum serliga ókenda liðnum. Altjóða veddingarfyritøkur staðfestu kortini fatanina av, at KÍ átti at vera á hægri støði enn eitt lið úr San Marino, ið eisini hevur lið, sum taka lut í italsku fót­bólts­skipanini. Kannaðu støðið í fyrra hálvleiki KÍ-leikarar og venjarar løgdu kortini eina dystarætlan, ið hevði virðing fyri mót­støðu­ lið­num. KÍ stóð væl á vøllinum, og leyp heldur hóvliga á við fáum monnum fyrstu løtuna. Uppskriftin var einføld; bóltar vóru lagdir fram til Simen Sand­mæl, ið rann fastar rutur frá miðvøllinum og afturum verjuna hjá Tre Fiori, og hetta gav longu eftir knappar átta minuttir. Simen Sandmæl rann aftur um verjuleikararnar, tók bólt­in til sín og legði hann inn fyri til Patrik Johannesen, ið lætt legði KÍ á odda. KÍ helt fram við hesi upp­ skrift­ini allan fyrra hálvleik og eftir Simen Sandmæl kom aftur ímillum málið og verju­ leikararnar. Aftur hevði hann fólk við sær í brots­teigi­num, men hesaferð sendi hann sjálvur bóltin í málið við góðum sparki. Lótu propparnar av sjampanjuni í seinna hálvleiki Eftir 2-0 í fyrra hálvleiki var støðið hjá mótstøðuliðnum stað­fest. Hóast Tre Fiori hevði tveir sera vandamiklar møgu­leikar eftir deyðbóltar mið­skeiðis í fyrra hálvleiki, var eing­in ivi um at KÍ var í minst ein­um góðskuflokki omanfyri. Við hesum í huga og orsak­að av at Tre Fiori fór longri fram á vøllin, fór KÍ-álopið veru­liga at spíla seg út í seinna hálv­ leiki og hetta gav úrslit eftir einar tíggju minuttir. KÍ vendi spælinum væl á mið­vølli­num og settu fulla ferð ímóti máli­ num. Eftir skjótar flyt­ing­ar sendi Jóannes Bjartalíð bólt­ in ígjøgnum verjuna til Jonn Johanne­sen, ið var einsa­mall­ur við málverjan nakað frá málinum. 17 ára gamla stór­talent­ið ivaðist ikki og legði bólt­ in lættliga upp um mál­ verjan. Bólturin hevði júst røttu ferðina at fara í málið utt­an møguleika hjá nøkrum at rudda burtur og so var 3-0. Eftir at KÍ-viðhaldsfólkini fegnaðust um eitt vakurt mál í bæði uppspæli og skoti, mundi Jóannes Bjartalíð hugsa at fjeppararnir skuldu fáa meira. Fyrst høgdi hann til ein leysan bólt í brotsteiginum, ið stakk í stong­ina og inn og løtu seinni vísti hann aftur vinstra fótin fram. KÍ legði fleiri bóltar inn í brots­teigin og bólturin var ikki rudd­aður burtur betri enn at hann trillaði nakað uttanfyri brots­teigin í høgru síðu hjá KÍ. Jóannes Bjartalíð kom fyrstur til bóltin, setti innaru síðu á hann, og sá bóltin seta kós ímóti handara horni í einum vøkr­um boga. Bólturin tók undir tvørtræið og datt niður í málið, og so var 5-0 til KÍ. Mistu bindindi og metið 5-0 var ikki ov lítið. KÍ var nógv betri, og hevði eisini møgu­leik­ ar at gera sigurin størri. Fimm málum hevði einki føroyskt lið vunnið við í Evropa áður og tað skuldi heldur ikki vera hesa­ferð. Í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat, tók áleyparin hjá Tre Fiori bóltin niður í brots­ teigi­num hjá KÍ og minkaði um munin til 5-1. Løtu seinni var dysturin av og sostatt útjavn­aði KÍ føroyska metið hjá EB/Streymi, ið eisini vann 5-1 á Lusitanos fyri seks árum síðani. Metið kunnu klaksvíkingar iðra seg um at hava mist, men í væl størri mun kunnu teir fegnast um at hava eitt framúr gott útgangsstøði til dystin í San Marino, ið verður leiktur miku­kvøldið 3. juli. Sama kvøld tekur NSÍ ímótu Ballymena á Svanga­skarði. sjurdur@sosialurin.fo KÍ javnaði metið hjá EB/Streymi fyri størsta føroyska sigurin í Evropa við 5-1 sigri á Tre Fiori úr San Marino. Sigurin kundi verið væl størri, men KÍ legði heldur varliga fyri ímóti ókenda mótstøðuliðnum. NSÍ var fyri nógv sterkari mótstøðu í Norðurírlandi og tapti 2-0 FÓTBÓLTUR Europa League: KÍ VANN VARLIGA VIÐ VØKRUM MÁLUM