Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juli 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. juli 2019 · Nr. 75 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI SPÆLILAND Nú verður sjøtul settur á at gera innandura spælipláss í Klaksvík, og ætlanin er, at tað skal vera liðugt næsta summar. Men fleiri býráðslimir eru ímóti ætlanini Áki Bertholdsen Nú fáa børnini í Klaksvík eitt innandura spælipláss. Býráðið í Klaksvík hevur nevni­liga samtykt at seta sjøt­ ul á arbeiðið at gera spæli­ landið og gongst sum ætlað, verð­ur tað liðugt næsta ár. Tað er serliga Kristjan Eli Zach­ariasen, býráðslimur fyri Sjálv­stýri, og formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, sum hevur arbeitt við málinum, og hann sigur, at talan hevur verið um eina rættiliga drúgva til­gongd, tí tey hava arbeitt við hes­um í eini trý ár. –  Vit hava kannað fleiri møgu­leikar, men vit eru farin frá teimum aftur hvørja ferð, antin tí at umstøðurnar hava ikki verið nóg góðar, ella tí at tað hevði verðið ov dýrt, sigur hann. Men nú halda tey seg hava fingið ta røttu loysnina. –  Vit hava fingið fatur á sperr­unum til eina høll, sum er 900 fermetrar til støddar, sigur hann. Hann sigur, at ætlanin er at seta hana upp sunnan fyri Svimji­høllina og í summar fara tey at biðja um tilboð upp á at seta høllina upp og at innrætta hana. Ætlanin er at bjóða tveim­ um arbeiðstakarum at kappast um arbeiðið, og tá ið tilboðini eru komin inn, verður málið so aftur lagt fyri býráðið, sum skal taka støðu til tiboðini. Ætlanin er at fara undir ar­ beiðið í heyst. Tá ið tað so er liðugt, er ætlanin at útvega leik­ur og ta útgerð, sum annars skulu til, og gongst sum ætlað, verð­ur spælilandið liðugt ímóti sumri aftur. Kristjan Eli Zachariasen sigur, at talan er um eitt tiltak, sum kostar einar átta milliónir krón­ur tilsamans. Eini 20 prosent av høllini skulu vera uppihaldsrúm har ætl­anin eisini er at hava eina lítla kaffistovu, har fólk kunnu sita við einum kaffimunni. Fingið góða undirtøku Kristjan Eli Zachariasen ivast ikki í, at hetta er ein ætlan, sum fólk taka undir við. –  Av øllum málum eg havi ar­beitt við, havi eg ongantíð vitað, at fólk hava verið so áhugað fyri einum máli, sum hes­um, sigur hann. Hann ivast heldur ikki, at talan verður um ein sera hent­ an møguleika hjá barna­fam­ilj­ um, tí í Føroyum er tað mang­ an, at tað er ikki veður at spæla úti. Kristjan Eli Zachariasen sig­ ur, at spælilandið skal eisini verða lætt atkomuligt hjá børn­um og fólki við rørslu­ tarni, og tískil verður lyft í tí, eins og hugsast skal um børn við rørslutarni, tá ið leikur og út­gerð verður útvegað til spæli­landið. – Eg hoyri viðhvørt at tað er ikki ein kommunal uppgáva at útvega eitt spæliland. Men eg plagdi at vísa á, at kommunan hevur bygt svimjihøll. –  Hví er tað ein kommunal uppgáva at hava svimjihøll við baðilandi, men ikki ein komm­ un­al uppgáva at hava eitt spæli­land?, spyr hann. Hann dugir ikki at síggja mun­in, og endamálið við ein­ um spælilandi er rætt og slætt um at veita barnafamiljum, og børn­unum, eitt tilboð afturat svimji­høllini, sigur Kristjan Eli Zach­ariasen. Hetta kann saktans bíða Men tað er at kalla bara meiri­ lut­in í býráðnum í Klaksvík, sum er vil fara undir spæli­ landið nú, tí tey flestu í minni­ lut­anum vil bíða við tí. Tey mæla heldur til, at pen­ ing­urin, spælilandið kostar, ístaðin verður brúktur til at gera onnur arbeiði hjá komm­ un­uni liðug. Steinbjørn O. Jacobsen, bý­ ráðslimur fyri Tjóðveldi, tekur undir við, at klaksvíkingar fáa eitt spæliland - men ikki nú. –  Hetta er eitt mál, sum sakt­ans tolir at bíða, tí tað hev­ ur ongan skund, tá ið vit hugsa um alt tað, býráðið annars hev­ur sett í verk, sigur hann. – Vit eru um at drukna í út­ reiðslum til ítrótt og spæl, men eg haldi, at vit mugu seta eitt mark, tí tað eru nógv onnur viðurskifti í kommununi, sum tað er neyðugt at brúka pening upp á, og sum ikki hevur við spæl at gera. Hann tekur heldur ikki und­ ir við, at tað bara skulu verða tveir arbeiðstakarar, sum sleppa at bjóða upp at gera ar­ beiðið. –  Eg skilji ikki, at vit ikki lata fleiri arbeiðstakarar sleppa framat, heldur enn at binda seg til tveir arbeiðs­tak­ arar, sigur hann. Hann leggur afturat, at tal­ an er ikki um nakað stórt og tvør­ligt byggjarí, tí hetta er lítið frægari enn eini sethús í dag. Gunvá við Keldu, býráðs­ lim­ur fyri Fólkaflokkin vísir á, at hetta er eitt arbeiðið, sum pen­ingurin ikki er settur av til. Tvørtur ímóti verða pengar klíptir av játtanini til at um­ væla og gera ábøtur á ognir hjá kommununi, umframt at pen­ ing­ur er tikin av óvæntaðum inn­tøkum, sum kommunan hev­ur. – Ein slík verkætlan eigur at byggja á eitt betri og tryggari fíggjarligt grundarlag, heldur enn at »eyðræna« játtanirnar til ábøtur og umvælingar, held­ur hon. Tí heldur hon, at hetta eigur at vera ein raðfesting, sum skal setast á fíggjarlógina, og hon heldur, at klaksvíkingar tola saktans at bíða eftir tí. Jógvan Skorheim, borg­ar­ stjóri er ikki samdur, tí hann held­ur, at hetta verður eitt tiltak, sum fólk fara at vera ógvu­liga fegin um, tá ið tað er lið­ugt. Hann heldur at hetta kann eisini gera sítt til, at børnini í størri mun sleppa út at røra seg við spæli, heldur enn bara at sita inni framman fyri ein­ um skíggja. Hann veit heldur ikki, nær tann lagaliga tíðin er til at seta slíkt í verk. – Eftir øllum at døma er tað ikki lagaliga tíðin, nú tíðirnar eru góðar, men versna tíðirnar, verður tað heldur ikki ráðiligt at gera tað tá, leggur hann aft­ ur­at. Tá ið avtornaði varð upp­ skotið samtykt við sjey at­ kvøð­um fyri og fýra ímóti. Umframt tey seks í meiri­ lut­anum, boðaði eisini Atli Just­inussen úr Fólka­flokk­in­ um frá, at hann fór at taka und­ir við tí. Nú fáa børnini í Klaksvík innandura spælipláss Nýggja spælilandið verður mitt í býnum, og tekningin vísir, hvussu tað fer at síggja út. Spælilandið er bygningurin í miðjuni, fýrakantaði bygningurin høgrumegin, er Tekniski Skúli og vinstrumegin er svimjihøllin - og framman fyri er rennibreytin, sum nú verður gjørd Hví er tað ein kommunal uppgáva at hava svimjihøll við baðilandi, men ikki ein kommunal uppgáva at hava eitt spæliland?