Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juli 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 2. juli 2019 · Nr. 75 Eykaaðalfundur í P/F Atlantic Petroleum www.petroleum.fo Boðað verður við hesum til eykaaðalfund í P/F Atlantic Petroleum at verða á Hotel Hafnia, Áarvegur 4-10, 100 Tórshavn, Hósdagin 25. juli 2019 kl. 10.00 (føroyska tíð) við hesi fundarskrá: 1. Val av fundarstjóra. 2. Val av nýggjari nevnd Í løtuni sita hesir í nevndini: Henrik Olesen, nevndarformaður, Charles Hendry og Yves Francois Paletta. Skotið verður upp at velja nýggja nevnd fyri felagið og standa allir nevndarlimir soleiðis fyri vali á hesum eykaaðalfundi. Hesir kandidatar eru í uppskoti sum nevndarlimir: Charles Hendry, verandi nevndarlimur, 10 Arthur Street, UK-EC4R 9AY, England; Yves Francois Paletta, verandi nevndarlimur; 4606 5th Street SW, Calgary, T2S 2E5, Alberta, Canada; og Ben Arabo, á Oyrareingjum 110, 415 Oyrareingir. Í nevndina skulu veljast tríggir limir. Allir kandidatar í uppskoti hava boða frá, at teir taka við vali. Um fleiri upplýsingar ynskjast um valevnisuppskotini, verður víst til heimasíðu felagsins, www.petroleum.fo. 3. Ymiskt. - - - 0 - - - Viðtøkumeiriluti. Uppskot á skránni fyri fundin kunnu viðtakast við vanligum atkvøðumeiriluta. Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum, umframt atkvøðugreiðsluháttur. Rættur parteigarans at luttaka á aðalfundi og at greiða atkvøðu í sambandi við partabrøv síni, verður ásettur í mun til tey partabrøv, sum viðkomandi partaeigari eigur skrásetingardagin. Skrásetingardagurin er 18. juli 2019. Partaeigari, fulltrúi hansara vegna, umframt fjølmiðlarnir, hava rætt til at luttaka á aðalfundinum, um viðkomandi í seinasta lagi fríggjadagin hin 19. juli 2019 hava fráboðað felagnum hetta. Fráboðan um luttøku á aðalfundinum fer fram umvegis heimasíðu felagsins www.petroleum.fo ella á skrivstovu felagsins Yviri við Strond 4, stovuhædd, FO-110 Tórshavn ella á tlf nr. + 59 16 01 og/ella á teldupostinum markH@petroleum.fo Um so er, at partaeigari ikki kann luttaka á aðalfundinum, hevur hann møguleika at geva øðrum skrivliga fulltrú til at møta sína vegna. Á heimasíðu felagsins www.petroleum.fo, umframt á skrivstovu felagsins Yviri við Strond 4, stovuhædd, F0- 100 Tórshavn, kunnu partaeigarar útvega sær fulltrúarskjal, sum kann nýtast í hesum sambandi. Parteigarar, ið eru tilknýttir Investor Portal umvegis heimasíðu felagsins, kunnu greiða fulltrúaatkvøðu umvegis henda portal. Atkvøðugreiðsla, ið ikki fer fram við brævatkvøðu, fer fram á sjálvum aðalfundinum, við at viðkomandi partaeigari (ella fulltrúi hansara), ið rættstundis hevur fráboðað luttøku á aðalfundinum, møtir upp á aðalfundinum og har greiðir atkvøðu. Atgongumerki og atkvøðuseðlar verða útflýggjaðir við dyrnar til aðalfundin. Brævatkvøður Partaeigarar hava møguleika at atkvøða við brævi, t.e. at atkvøða skrivliga, áðrenn aðalfundurin verður hildin. Á heimasíðu felagsins www. petroleum.fo er atgongd til oyðublað at nýta í sambandi við brævatkvøðu. Um so er, at partaeigari ynskir at greiða brævatkvøðu, skal brævatkvøðan verða móttikin á skrivstovu felagsins Yviri við Strond 4, stovuhædd, FO-110 Tórshavn ella á teldupostinum markH@petroleum.fo í seinasta lagi mikudagin 24. juli 2019. Rættur parteigaranna til at seta fram spurningar. Partaeigarar kunnu undan aðalfundinum skrivliga seta leiðslu felagsins spurningar um viðurskifti, sum eru av týdningi fyri at meta um støðuna hjá felagnum ella um spurningar, sum avgerðir skulu takast um á aðalfundinum. Ynskir partaeigari at nýta henda rætt sín til at spyrja, kann hann senda spurning við brævi til P/F Atlantic Petroleum, Yviri við Strond 4, stovuhædd, F0- 110 Tórshavn ella við teldubrævi á markH@petroleum.fo. Harumframt kunnu partaeigarar á sjálvum aðalfundinum munnliga seta leiðslu felagsins spurningar um nevndu viðurskifti. Skjalatilfar til aðalfundin, harundir dagsskrá við fullfíggjaðum uppskotum. Skjalatilfar viðvíkjandi aðalfundinum, harundir (1) dagsskrá, (2) fullfíggjað uppskot til aðalfundin (3) upplýsingar um samlaða talið av partabrøvum og atkvøðum í felagnum dagin innkallað verður til aðalfundin og (4) fulltrúaskjøl og oyðublað til brævatkvøður liggja frammi og eru tøk á skrivstovu felagsins Yviri við Strond 4, stovuhædd, F0- 110 Tórshavn (tlf nr. +298 591601) í seinasta lagi 3 vikur áðrenn aðalfundin, og kann fáast eintak av hesum við at venda sær til felagið, umframt at alt hetta tilfar eisini er tøkt á heimasíðu felagsins www.petroleum.fo. Partapeningur, atkvøðurættur og kontoførandi peningastovnur. Partapeningur felagsins er kr. 3.697.860 býttur sundur í partabrøv á kr. 1,- og multipla av hesum. Í § 5 stk.1 í viðtøkunum er ásett, at partaeigararnir hava 1 atkvøðu fyri hvørjar kr. 1,- teir eiga í partapeningi. Tal av pørtum er: 3.697.860 og tal av atkvøðum: 3.697.860. Felagið hevur kosið sær P/F Betri Banki til kontoførandi peningastovn og kunnu parteigarar felagsins venda sær til henda peningastovn á bústaðnum Yviri við Strond 2, 100 Tórshavn ella á heimasíðuni www.betri.fo ella á telefon nummar + 298 348 000 fyri at útinna fíggjarligu rættindi síni í felagnum. Tórshavn, hin 2. juli 2019 P/F Atlantic Petroleum Nevndin