týsdagur 2. juli 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. juli 2019 · Nr. 75
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Steinar Patursson
Ákærdi greiddi í rætti
num frá, at hann hevði
í februar í ár verið í ball
saman við kvinnuni og
restini av vinabólkinum,
og at øll høvdu drukkið.
Sum kvøldið frá leið,
gjørdist kvinnan rættiliga
full, og hini í ballinum
høvdu hjálpt henni upp í
eina song at blunda eina
løtu, tí hon var so mikið
full, at hon megnaði tað
ikki sjálv.
Tey, ið vóru í ballinum,
høvdu so verið inni hjá
henni upp á skift fyri at
vita, hvussu hon hevði
tað. Upp á eitt tíðspunkt
var
ákærdi
so
farin
inn, har hann síðani
var sovnaður í songini
við síðuna av henni.
Ákærdi segði, at hann
var sovnaður av óvart, tí
hann var so fullur.
Mintist ikki hendingina
Ákærdi greiddi frá, at
hann mintist ikki hend
ingina frá byrjan til enda,
men mintist tað bert í
brotum. Hann segði, at
hann vaknaði og visti ikki
heilt, hvat gekk fyri seg,
men at tað gekk skjótt
upp fyri hann, at hann
gjørdi okkurt skeivt, og
tí steðgaði hann. Hann
visti heldur ikki, hvussu
leingi hendingin var farin
fram, men hann helt, at
hann mátti hava havt ein
seksuellan dreym, sum
so hevði verið útspældur
í veruleikanum.
Ákærdi segði eisini, at
aftaná at hann vaknaði
og steðgaði, lá hann eina
løtu og hugsaði um tað,
sum var hent, meðan
hon framvegis lá og svav
við síðuna av. Her vísti
dómarin á, at hetta sam
svaraði ikki við frágreið
ingina, ið hon hevði givið
løgregluni.
Har
hevði
hon sagt, at hon vakn
aði, meðan hann gjørdi
seg inn á hana, og at hon
reistist og fór úr kamari
num umgangandi.
Dómarin vísti eisini
á, at munur var á teirri
frágreiðingini, ið ákærdi
hevði givið løgregluni og
tí, sum hann segði í rætti
num. Millum annað stóð
í frágreiðingini, at hann
var greiður yvir, hvat
hann gjørdi, tá hann
vaknaði, og at hann visti,
hvussu nógvar fingrar
hann
hevði
brúkt.
Í
rættinum
segði
hann
tó, at hann var ikki heilt
greiður yvir, hvat hann
gjørdi, tá hann vaknaði.
Eiheldur var hann vísur
í, hvussu nógvar fingrar
hann hevði brúkt. Til
hetta segði hann, at hann
hevði følt seg undir trýsti,
tá hann varð avhoyrdur
av løgregluni.
Høvdu havt samband
síðan hendingina
Samband hevði annars
verið millum kvinnuna og
ákærda síðan hendingina,
og tey høvdu verið væl í
eina tíð, áðrenn hon síða
ni hevði tikið avgerð um
at melda tilburðin til løg
regluna. Ákærdi greiddi
frá, at hann hevði havt
kvinnuna á vitjan, har
hann
hevði
forklárað
henni, hvussu keddur
hann var yvir tað, sum
var hent, og at tað ikki
var tilætlað. Sambært
ákærda hevði kvinnan tá
sagt, at tað var í ordan, og
at tey bæði høvdu grátið
og uggað hvønn annan.
Málið kundi ikki
avgreiðast beinanveg
Av tí, at ákærdi hevði játt
að seg sekan, var ætlanin
at avgreiða málið sum
játtanarmál. Tað vil siga,
at rætturin skuldi bert
áseta revsingina, og gent
an var tí heldur ikki til
staðar í rættinum. Men
eftir at rætturin hevði
hoyrt ákærda, mátti dóm
arin ásanna, at ákærdi í
grundini ikki játtaði seg
sekan, og tí kundi málið
ikki avgreiðast beinan
veg.
Steinar Patursson
- Eg vóni, at eg kann geva
starvinum nakað við mín
um persóni, sigur Michael
Boolsen, sum í gjár tók
við nýggja starvinum.
Michael
Boolsen
væntar at fyrsta arbeiðs
uppgávan, ið hann fer í
holt við, verður at seta
seg inn í, hvussu føroyska
samfelagið er í 2019, tí
at 25 ár eru liðin, síðani
hann seinast var í føstum
starvi í Føroyum.
- Eg fari at seta meg
inn í tingini og vita, hvat
er broytt. Tað eru 25 ár,
síðani eg arbeiddi her
seinast, so tað verður
at vita, hvussu tingini
hanga saman í dag, sigur
Michael Boolsen.
Michael Boolsen vænt
ar ikki, at serligar av
bjóðingar eru fyri politi
meistarar í Føroyum, sum
ikki gera seg galdandi
aðrastaðni í ríkinum.
- Tað vil eg ikki siga.
Har eru jú landafrøðilig
viðurskifti, sum gera, at
tingini eru øðrvísi, og
samstundis
eru
eisini
mentanarligir munir. Tað
er sjálvandi umráðandi,
at fyrihalda seg til. Mann
kann eisini siga, at tað
hetta ein ríkismyndug
leiki, men tað er í einum
føroyskum samfelag, og
tingini eru ikki heilt líka.
Fyrireikandi arbeiðið
til nýggja og dagførda
rættargangslóg er liðugt,
og nýggja rættargangs
lógin er send til hoyr
ingar. Væntandi kemur
hon í gildi í 2020, og so
statt verður verksetanin
av henni ein partur av
uppgávuni
hjá
politi
meistaranum.
Michael Boolsen sær
tó ikki hetta sum eina
stóra
avbjóðing,
men
væntar, at tað verður
smidligt, at arbeiða við
nýggjari rættargangslóg.
- Tað er ikki soleiðis
beinleiðis ein avbjóðing.
Rætturin skal venja seg
til at hava dómsmenn,
men tað er so ein av størs
tu broytingunum. Annars
verður hetta eitt mál
um at dagføra, og hetta
verður eisini ein dagfør
ing sum ger, at vit hava
eina rættarhandhevjing
til 2020, sigur Michael
Boolsen.
Michael Boolsen hev
ur áður verið í starvi í
Føroyum, og hevur tí
eisini kunnleika til før
oysk viðurskifti, tí í árun
um 1993 til 1995 arbeiddi
Michael
Boolsen
sum
politifulltrúði í Føroyum.
Hetta metir hann eisini
vera ein greiðan fyrimun,
nú hann tekur við nýggja
starvinum.
- Eg eri rættiliga vísur
í, at tað er ein fyrimunur.
Hóast Danmark og Før
oyar eru líka á nógvar
mátar,
so
eru
eisini
mentanarligir
munir,
sum hava týdning. Tað
er eisini nakað, ið er
umráðandi at fyrihalda
seg til.
Annars hevur Michael
Boolsen verið her uppi
nakrar ferðir síðani, at
hann sat sum politifull
trúði, men fyriuttan at
taka lut í fyrsta Schengen
eftirlitinum, eftir at Før
oyar komu við í Schengen
avtaluna í 2001, hevur
Boolsen bert vitjað í
privatum ørindum.
Tað hevur tó verið
nóg nógv, til at málsligu
førleikarnir hava verið
hildnir við líka, tí Boolsen
dugir framvegis føroyskt.
Michael Boolsen er 57
ára gamal og er útbúgvin
cand.jur
frá
Køben
havns Universitet í 1988.
Hann hevur í tíðini júst
frammanundan
arbeitt
sum
leiðandi
løgfrøð
ingur hjá løgregluni fyri
Lolland-Falster, og tekur
við starvinum eftir John
Kølbæk.
Nýggjur fúti í Føroyum
Eftir at verða settur í starvið í
mei mánaði, tók Michael Boolsen
í gjár við nýggja starvinum
ÁKÆRDUR FYRI AT GERA SEG
INN Á AVDOTNA KVINNU
Ein ungur maður var í dag í Føroya
rætti, har hann var ákærdur fyri at
hava gjørt seg inn á eina kvinnu,
sum var so full, at hon hvørki fekk
givið samtykki ella vart seg fyri
áganginum. Maðurin var ákærdur
eftir grein 216 í revsilógini um
at lumpa ella sníkja seg til annað
kynsligt samband enn samlegu