Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juli 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. juli 2019 · Nr. 75 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Pætur Hjalmar Evensson Leygarkvøldið var stóri konsertdagurin, Vox­botn 2019, á skránni í Vágs­ botni í Havn. Sum vanligt er til øll stór tiltøk, varð trygdin sett í hásæti, og hetta vóru vaktirnir og samarittarnir serliga við til at tryggja. Samarittarnir hjá Reyða Krossi eru altíð til reiðar at geva eina hjálp­andi hond, tá onkur hevur fing­ið snuddir og skaðar á stóru til­tøk­ un­um, sum eru gjøgn­ um summarið. Til Vox­ botn leygar­kvøldið hildu sama­ritt­arn­ir til í post­ hús­kjall­ara­num, og Sosi­ al­ur­in hitti tveir teir­ra tíð­liga sein­na­partin fyri at fregn­ast um teirra sjálv­bodna ar­beiði. Royndir samarittar Samarittarnir báðir eita Mariann Øster og Jógvan Hvíthamar, og tey hava bæði vera samarittar í fleiri ár. Mariann Øst­er er vaktleiðari hjá Samaritt­ unum hjá Reyða Krossi Før­oya, og hon hevur drúgv­ar royndir í faki­ num. - Eg bleiv fyrstuhjálpar­ in­struktørur, áðr­enn eg byrjaði í samaritta­heimi­ num. Eg tók samaritt­út­ búgv­ingina í 2007, og so havi eg verið við í nógv ár. Hetta fekk meg at taka avgerðina um at taka instruktørútbúgvingina, sum gevur mær heimild til at útbúgva samarittar í Føroyum, sigur Mariann Øster, sum stendur fyri at út­búgva føroyskar sama­ ritt­ar. Jógvan Hvíthamar hevur verið samarittur í seks ár, og hann fortelur so­leiðis: - Í nógv ár royndi eg at koma inn í sjúkra­flutn­ ings­tænastuna, men tað gekk ikki, sum eg ætlaði. Eg havi altíð eygleitt abba mín, sum arbeiddi á sjúkra­húsinum í eini 30 ár. Eg fekk so møguleikan at blíva samarittur, og eg eri her enn, seks ár aftaná, sigur Jógvan Hvíthamar, sum stórtrívist sum samaritt­ur, sigur Jógvan Hvít­hamar. Fyrireika seg væl og virðiliga Samarittarnir hava greið­ ar mannagongdir fyri, hvus­su teir plaga at skipa seg upp til tey stóru til­ tøk­ini, har vandi er fyri, at onkur kann koma illa fyri. - Tá vit hittast, syrgja vit fyri, at øll útgerðin hjá okk­um er í lagi. So tosa vit saman um, hvørjar skaðar vit kunnu koma út fyri, hvat vit kunnu fáa inn um hurðina hjá okkum, og hvussu vit handfara tær ymsu støðurnar, siga Mariann Øster og Jógvan Hvít­hamar. - Vit hava sera gott sam­skifti okkara millum við útvarpstólum, har vit tosa saman um, hvat skal gerast. Vit tosa nógv, meðan vit eru til ar­beið­is, og aftan á tosa vit sjálv­ andi eisini um, hvat tað var, sum hendi. Løgregluna og sjúkra­ hús­ið plaga javnan at senda samarittarnar út til við­gerðar­uppgávur, og sam­starvið millum hesi trý er sera gott, sambært samaritt­unum sjálvum. Trongt og ringt at sleppa fram at Á Voxbotn eru altíð sera nógv fólk á avmarkaða øki­num mitt í Havn, og hetta er hvørt ár ein stór av­bóðing hjá samaritt­un­ um. - Tað er øgiliga trongt á Voxbotn, og tí kann tað vera ringt hjá okkum at sleppa framat. Um onkur hev­ur fingið skaða, og onkur ringir eftir okkum, so halda tey onkuntíð, at tað tekur í so langa tíð, inntil vit koma á stað­ið. Avbjóðingin við plássi­ num er serliga á Voxbotn, tí økið er so kompakt, sigur Mariann Øster. Men fólk hava stóra virð­ing fyri samaritt­un­ um, leggja tey bæði Mari­ ann Øster og Jógvan Hvít­hamar merki til. - Vit síggjast væl, tí vit hava serstøk klæði á, og tá fólk síggja, at vit koma við taskunum, so flyta tey seg. So vit føla heilt sikkurt eina stóra virðing fyri tí, sum vit gera. Mangla fólk Fleiri og fleiri festivalar og stór tiltøk eru komin sein­astu árini, og í hesum sambandi er tørvurin á samarittum og øðrum sjálv­bodnum vaksin. Reyði Krossur Føroya kundi væl hugsað sær, at enn fleiri samarittar vóru tøkir. - Tað eru einir 10-12 samaritt­ar, sum eru fast­ ir til hvørja vakt. Fyri at kunna skifta eitt sindur út millum tey, sum eru á vakt, so tey ikki bren­ na út, so kundu vit væl hugsað okkum at fingið nøk­ur aftrat, sigur Mari­ ann Øster. Jógvan Hvíthamar tek­ ur undir við henni. - Vit mangla ikki akutt fleiri samarittar, tí vit klára okkum væl við teim­um, sum eru nú, og tað er ordiliga gott við TAÐ ER ALTÍÐ TØRVUR Á FLEIRI SAMARITTUM - Vit kundu væl hugsað okkum fleiri samarittar, so tey, sum eru á vakt, ikki brenna út, sigur Mariann Øster, leiðari fyri samarittarnar hjá Reyða Krossi Føroya Tað er øgiliga trongt á Voxbotn, og tí kann tað vera ringt hjá okkum at sleppa framat