týsdagur 2. juli 2019síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 3. juli 2019 · Nr. 75
TÍÐINDI
teimum, sum eru. Men
tað hevði verið deiligt,
um vit fingu fleiri í
toymið hjá okkum, tí tað
hevði tikið eitt sindur
av trýstinum gjøgnum
summarið, sigur Jógvan
Hvíthamar.
Krevur tey røttu
pappírini
Arbeiðið hjá samarittun
um er sjálvboðið, men tað
er ikki ein og hvør, sum
kann bjóða seg fram at
taka vaktir sum samaritt
ur.
Samarittarnir
eru
nevniliga útbúnir inn
an fysiska og sálarliga
fyrstuhjálp.
Fyri at blíva samarittur
er fyrsta stigið, at mann
kemur inn sum eygleið
ari. Tá fylgir mann við
samarittunum
fyri
at
uppliva, hvussu teirra
arbeiði gongur fyri seg, so
mann kann finna út av,
um mann yvirhøvur tímir
tað. Eftir eygleiðingina
fær mann møguleika at
blíva næmingur, og tá ar
beiðir mann í vaktini og
kann gera ymsar smábe
handlingar.
Næsta
stigið
eitur
samarittasistent, og tá
sleppur mann í akut
toymið. Síðsta stigið er
at blíva behandlari, og tá
kann mann gera alt tað,
sum ein samarittur hevur
loyvi til at gera.
- Tað er bara at
møta upp
Samarittarnir halda til
í hølunum hjá Reyða
Krossi á Stiðjagøtu 6 í
Havn, har eitt hús er, sum
Reyði Krossur er. Har
hava samarittarnir fund
saman annan hvønn týs
dag.
Jógvan Hvíthamar og
Mariann Øster hava eina
áheitan til tey, ið um
hugsa at blíva samarittur:
- Tað er bara at møta
upp
til
fund
onkran
týsdag ella senda ein
teldupost til samarit@
redcross.fo.
pature@sosialurin.fo
Óvanliga
stórt trýst á
samarittunum
Samarittarnir hjá Reyða Krossi viðgjørdu 68
skaðar á Voxbotn, og teir vóru undir trýsti frá
byrjan til endan
Samarittarnir høvdu sera nógv at gera til
ársins Voxbotn tiltak, sambært vaktleiðaranum
hjá samarittunum.
- Sum heild gekk tað væl. Men vit høvdu nógv
meira at gera, enn vit plaga at hava á Voxbotn.
Tað var trýst á frá byrjan til enda, og vit vóru
longri á vakt, enn vit plaga.
Har vóru rættiliga nógv fólk, sum fingu skaða.
- Tilsamans tóku vit okkum av 68 viðgerðum.
Av teimum høvdu vit eini 4-5 fólk, sum vóru
millum 14 og 18 ár, tí tey vóru so dýrandi full. Tey
heilt ungu vóru ikki ein stórur prosentpartur av
viðgerðunum, vit høvdu, og annars hava vit havt
fólk í øllum aldri, sigur Mariann Øster.
Hon sigur, at talan var um nógvar smáskaðar,
og størru skaðarnir stóðust eitt nú av, at fólk
duttu og smekkaðu høvdið í.
- Vit høvdu fleiri beinbrot eisini, og sum heild
má sigast, at vit hava sæð ógvusligari skaðar,
enn vit plaga, sigur Mariann Øster, sum metir
orsøkina vera, at tað var so trongt í Vágsbotni.
- Vit kundu væl brúkt fleiri samarittar á
vaktini. Av tí at vit vóru so fá, máttu vit raðfesta,
hvat vit gjørdu av at fara út til, og hvørjar
uppgávur vit tóku inn í posthúskjallaran. Vit
megnaðu ikki at fara út eftir øllum fólkunum
beinanvegin, tí vit høvdu ikki nokk av fólki. Tað
plagar ikki at vera so nógv trýst á.
Blív samarittur:
Treytir fyri at klára skeiðið:
•
Vera minst 18 ár
•
Klára at fullføra HLR á jørðini í 10 minuttir
sum partur av einum toymi av tveimum.
•
Kunna flyta ein sjúkling á børu saman við 3
øðrum, so at børutoymið er samansett av 4
fólkum.
•
Sálarliga vera sjálvstøðugur og búgvin,
og eisini hava fatan av álvaranum í
samarittaarbeiðinum. Hetta inniber, at ein
kann koma í ymiskar óvanligar støður og
kunna vera um ein sjúkling í sorg ella við
álvarsligum løstum.
•
Kunna tosa, skilja og orða seg skrivliga á
føroyskum.
•
Tað er ein treyt at vera til staðar fyri at klára
skeiðið.
•
Taka undir við grundvirðunum hjá Reyða
Krossi
Kelda: Redcross.fo
Jógvan Hvíthamar og
Mariann Øster inni í
posthúskjallaranum, har
samarittarnir hildu til á
Voxbotn leygarkvøldið