týsdagur 2. juli 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. juli 2019 · Nr. 75
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK
Til lukku, men hvat nú?
Birna Heinesen
Í ár hevur fyrsti føroyski
flokkur á serliga skipaðum
miðnámi fingið prógv. Hesi
ungu hava í fýra ár nomið sær
førleikar innan ymisk øki, sum
stimbra teirra evni til sjálv
støðuga lívsførslu, sum tað eit
ur í námsskipanini fyri ser
breytir.
Samstundis hava 8 næming
ar í ár fingið prógv á eftirskúl
anum Rásini í Runavík, har
høvuðsyvirskriftin er ”Læran
til lívið”.
Tað vóru rørandi løtur, tá ið
prógvini vórðu handað fyri fá
um døgum síðani.
Í 2009 samtykti Føroya Løg
ting at seta mannarættinda
sáttmálan fyri fólk við breki í
gildi í Føroyum. Sáttmálin
ásetur at fólk við breki skulu
hava atgongd til innkluderandi,
góða og ókeypis útbúgving, t.e.
saman við hinum ungu. Og
sambært “ST- Fyrimyndarregl
unum um javnlíkar møguleik
ar fyri fólk, ið bera brek”, eiga
øll lond at tryggja javnbjóðis
møguleikar til fólk við breki á
øllum
økjum.
Hetta
eru
meginreglurnar – og tær eiga
vit at leggja okkum í geyma.
Serligt skipað miðnáms
prógv er eitt nýbrot
Prógvini, sum nú eru givin á
serliga skipaðum miðnámi eru
eitt nýbrot í føroyskari skúla
søgu, og tey hava givið hesum
ungu við serligum tørvi inn
kluderandi útbúgving millum
onnur ung. Tó sær út til at
okkurt framvegis manglar.
Javnbjóðis møguleikar á øll
um økjum, hava hesi framvegis
ikki fingið. Sum sending í
Kringvarpinum og seinni eis
ini grein á heimasíðuni hjá
Javna lýsa(Grein 26/6-2019), so
hava næmingarnir á Rásini
ikki møguleika at seta búgv og
halda fram at menna seg og
liva eitt so sjálvstøðugt lív sum
gjørligt.
”Læran til lívið” er málsetn
ingurin á Rásini, og fleiri næm
ingar søkja síðani inn á ser
breytina,
har
”Sjálvstøðug
lívsførsla” er málsetningurin.
Hetta eru góðir málsetningar.
Næmingarnir
á
serbreytini
hava hesi árini arbeitt við sær
sjálvum, og hava fingið nýggj
ar góðar vanar og mennandi
lærdóm
innan
tættirnar
“ávirkan á egin lívskor”, “inni
haldsríkt lív” og “virkisført lív”,
ið allir eru við til at stimbra
málsetningin um sjálvstøðuga
lívsførslu. Hetta mugu tey
sleppa at brúka beinanvegin,
og framhaldandi at menna
undir røttum tillagaðum um
støðum.
Prógvið skal ikki í
gloymibókina
Vit vita øll, at tað sum vit
lærdu í fólkaskúlanum, á mið
námi ella á hægri lærustovni,
liggur í onkrum skuffum í tí
kommoduni, ið kallast heilin,
men um onkrar av skuffunum
ikki verða latnar upp í longri
tíð, fer hetta í gloymibókina.
Soleiðis man eisini verða hjá
hesum næmingum.
Tí skulu vit sum samfelag
syrgja fyri, at tað nýggja sum
er lagt niður í hesar skuffurnar
hjá teimum, verður tikið fram
regluliga, so næmingar av Rás
ini, nýfloygdu pisurnar av
Kambsdali og samfelagið ann
ars, fáa ágóðan av hesum.
Eingin teirra er eins, og tí
eru prógv teirra heldur ikki
eins. Tí hava tey eisini ymsan
tørv í mun til arbeiðs og bú
staðarumstøður.
Nú skulu vit raðfesta
bústaðirnar
Við at raðfesta bústaðir til hes
ar borgarar, kunnu vit tryggja
eina framhaldandi menning
av teimum førleikum, sum
standa í próvnum. Tað er týdn
ingarmikið,
at
sjálvstøðuga
lívsførslan kann halda fram á
tann hátt, at tey, ið ynskja tað
kunnu
flyta
frá
sínum
foreldrum í egnan bústað.
Hetta skal raðfestast í kom
andi valskeiðið. Og at bústað
arpakkin kemur í gjøgnum, so
at fólk við serligum tørvi, og
familjur teirra fáa skipaði við
urskifti at liva og virka undir.
Samstundis mugu vit eisini
skipa fleir arbeiðspláss til
borgarar við serligum tørvi.
Undir røttu arbeiðsumstøðum
kunnu hesi geva sítt týðandi
íkast til samfelagið, og harvið
verður byrjaða innklusiónin
eisini framhaldandi ment, men
vit mugu skapa rúm, eins og
miðnámsskúlin á Kambsdali
seinastu 4 ári hevur givið rúm
til serbreytina, lið um lið við
næmingar á hinum breytun
um.
Mentamálaráðið
og
Almannaverkið mugu ganga
hond í hond, so hesir næming
ar ikki bert fáa eitt prógv frá
skúlaverkinum, men at um
støðurnar
til
framhaldandi
ávirkan á egin lívskor og inni
haldsríkt, virkisført lív verða
tryggjaðar.
Til lukku til okkum
øll – nú mugu vit taka
ábyrgdina, ið fylgir við!
Næmingar við serligum tørvi
hava langt um leingi fingið
nøkur góð ungdómsár við
hesum fantastisku tilboðum.
Nú skulu vit gera alt fyri, at
tey aftaná fáa eins góð ár sum
vaksnir borgarar.
Hesum ætli eg mær sum
valevni Javnaðarfloksins at ar
beiða fyri.
Lógir og kunngerðir skulu fylgjast
Tóra við Keldu,
forkvinna í MEGD
Øll hava rætt til atkomu – og
tó uppliva vit aftur og aftur
múrar av ymiskum slag. Ólidn
ar inni- og kringumstøður, eitt
ella tvey trin inn í bygningar,
onkuntíð við ólidnum, illa
gjørdum skráum og/ella grús
lagdum túni, tungar hurðar og
illa uppmerkt til sjónveik.
Byggiharrar sleppa við at siga,
at „tað kemur nokk. Hetta er
ikki liðugt enn.” Hetta hóast
bygningarnir langt síðani eru
tiknir í almenna nýtslu.
ST spyr
Í mai bað ST-nevndin Føroya
Landsstýri um frágreiðing um
viðurskifti á brekøkinum. Frá
greiðingin skal vísa á, hvussu
Føroya Landsstýri arbeiðir við
at íverkseta ST-sáttmálan um
rættindi hjá einstaklingum, ið
bera brek, í føroyska samfel
agið.
Føroya Landsstýri verður
m.a. biðið um at upplýsa,
hvussu fígging av og vegleiðing
til fulla atkomu fyri øll til støð
og tænastur, ið annars eru ella
verða veittar almenningi, verð
ur tryggjað. Eisini verður biðið
um upplýsingar um, hvussu
virkað verður fyri gransking
og útbúgving í atkomu við al
gildum
sniði
(universellum
designi).
Bygningskunngerðin
frá 2017
Í hesum sambandi kunnu vit
vísa til Bygningskunngerðina
frá 2017, sum er ein góð byrjan.
Tó havi eg hug at spyrja, hvat
lógir og kunngerðir nytta, um
tær ikki verða fylgdar.
Bygningskunngerðin hevur
virkað síðani 1. januar 2017.
Landsverk umsitur kunngerð
ina,
og
kommunali
byggi
myndugleikin hevur eftirlit
við, at kunngerðin verður hild
in. Við heimild í Byggilógini er
endamálið við Bygningskunn
gerðin at tryggja burðardygga
bygging í Føroyum. Hetta er
ein kunngerð, sum allir al
mennir myndugleikar skulu
halda seg til, tá ið bygt verður.
Byggikunngerðin frá 2017
vísir til „DS 3028, Tilgænge
lighed for alle“, sum fevnir um
ymisku økini. Tørvirnir eru jú
ymiskir alt eftir avbjóðing.
Brekøkið í Danmark kallar
hetta „en fælles reference
ramme” ella eitt felags lógva
tak í atkomu fyri øll. Við hes
um er støðið lagt.
Við ásetingum úr kunngerð
ini fari eg stutt at vísa á bara
tvey øki: atkomu- og tilkoyr
ingarøki og atkomuviðurskifti.
Atkomu- og tilkoyringarøki
Undir kap. 2.4.3 stk. 2 stendur:
„Atkomu- og tilkoyringarøkir
skulu gerast soleiðis, at fólk
við rørslutarni kunnu nýta
bygningin.
Atkomuøkir
frá
vegi, íroknað parkeringsøkir,
til óbygd økir á ognini og til
inngangir í bygningum, skulu
vera í minsta lagi 1,3 m breið og
við javnari og fastari álegging.
Hæddarmunir á atkomu
økjum skulu javnast út í lend
inum ella við rampu. Afturat
rampum
kunnu
trapputrin
gerast, sum í mesta lagi eru 150
mm høg og í minsta lagi 300
mm djúp. Viðvíkjandi ger av
rampum verður víst til kap.
3.2.2 um felags atkomuleiðir.”
Greið tala. Hvat verður so
sagt um atkomuviðurskifti?
Atkomuviðurskifti
Í kap. 3.3.2 stk. 1 stendur: „At
komuviðurskifti til bygningar
skulu tryggja atgongd fyri øll.
Bústaðir og aðrar bygnings
eindir skulu hava beinleiðis
atgongd útifrá ella umvegis
felags atkomuleið útifrá.
Í vegleiðingini til hesa orð
ing
stendur:
Við
atliti
at
tryggja atkomu fyri øll kann
vísast til „DS 3028, Tilgængelig
hed for alle“, sum vísir dømi
um, hvussu atkomuviðurskifti
til bygningar kunnu gerast
atkomuvinarlig fyri øll, eisini
fyri fólk við rørslutarni.”
Víðari stendur í Bygnings
kunngerðini stk. 2, at „við allar
úthurðar skal vera atgongd
uttan hæddarmun til bygn
ingseindir og til møguligar
lyftur í atkomuhæddini (veg
hæddini)
í
bygninginum.
Møguligur hæddarmunur skal
javnast í atkomuøkinum uttan
fyri bygningin. Rampur kunnu
nýtast.”
Eisini greitt – men hetta er
stutt endurgivið. Tí er vísiligt
at lesa Bygningskunngerðina í
síni heild saman við „DS 3028,
Tilgængelighed for alle” fyri at
fáa eina betri heildarmynd av
ásetingunum.
Byggiharrin ger ikki liðugt
Góðar lógir og kunngerðir eru
neyðugar, men um tær skulu
koma borgarum til góða, mugu
tær fylgjast. Tað kemur ov
ofta fyri, at almennir bygning
ar ikki gerast lidnir og tí ikki
eru atkomuligir fyri øll. Al
mennir bygningar eiga tí ikki
at verða tiknir í nýtslu, fyrr
enn teir eru góðkendir.
Eingin eigur í longri tíð at
sleppa við at siga, at tað kemur
nokk. Ei heldur at gera fyribils
loysnir, sum verða nýttar í
fleiri ár.
Gævi vit fara at duga betri
at gera almennar bygningar
fyri øll. Hetta til gangs fyri
mong, ið ikki sleppa inn ella
kenna seg trygg - og við í
visjónunum hjá valevnunum
til Løgtingsvalið 2019.