Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juli 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. juli 2019 · Nr. 75 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sjúrður Hildarson Hoydal Menningin skal halda fram, og næsta stigið er, at hesin ár­gang­ urin skal luttaka til HM ella EM, ger Sonni Larsen, A-lands­ liðs­venjari greitt. Venjarin er eisini varin við at miðlarnir og fólk sum heild leggja ov nógvar vónir á ungu herð­ar­nir hjá U17-landsliðnum. -Vit skulu ansa eftir at vit ikki gera teir til stjørnur nú. Vit skulu minnast til at teir bara eru 17 ár, og har er framvegis nógv at arbeiða við, sigur lands­ liðs­venjarin. Venjarar og fólk kring lands­ liðið, hava kortini eitt vakið við hes­um ungu leikarum, og Sonni Lar­sen sigur at har í longri tíð hevur verið ein ætlan fyri nær og hvussu ungu føroysku leikar­arnir kunnu gerast til reiðar til A-landsliðið. -Tað fer at taka fleiri ár, men vit hava leingi lagt ætlanir fyri hvussu hesir leikar­ar skulu gerast til reiðar til vaksna­ manna­hondbólt á altjóða støði, greiðir Sonni Larsen frá. Har er góð samskipan ímill­um A-landsliðið og ung­dóms­lands­ liðini hesum viðvíkjandi, stað­ festir hann. Meira fígging kundi lyft føroyskan ungdómshondbólt enn meira Landsliðsvenjarin staðfestir at har eru nógvar ætlanir lagdar, bæði fyri hópin sum heild, og fyri einstøku leikararnar, men at Hondbóltssambandið er ikki ført fyri at føra allar ætlanir út í verk. Til tað krevur fígging, ið er ein afturvendandi trupulleiki í Hondbóltssambandinum. Sonni Larsen greiðir frá, at um fleiri pengar vóru tøkir, so kundu leikararnir fingið enn fleiri avbjóðingar í bæði dysti og venjing umframt teir kundu fingið ítrottarliga ráð­ geving – bæði sum lið og sum einstaklingar. Hetta hevði verið tað besta fyri ungar føroyskar leikarar, men fígg­ingin er har ikki í løtuni sigur lands­ liðsvenjarin. Tí føroyskur ung­dóms­hond­ bóltur hevur serligar egin­ leikar. Tá ið Sosialurin spyr um um Sonni Larsen er ov­farin av úrslitunum hjá U17-lands­ lið­num, svarar hann stutt og greitt: “Nei”. sjurdur@sosialurin.fo U17-landsliðið: Ætlanin er løgd – Skulu ikki gerast stjørnur enn Venjarin á manslandsliðnum, Sonni Larsen, er sum vera man sera áhugaður í hvussu tað gongst ungdómslandsliðunum. Landsliðsvenjarin greiðir frá, at tað, ið er serliga umráðandi við hesum ungu leikarum er, at teir áhaldandi fáa avbjóðingar. Henda kappingin er fyrst og fremst ein góð avbjóðing, og hóast landsliðsvenjarin gleðist um úrslitini, er menningin tað fremsta í huganum hjá teimum, ið varða av A-landsliðnum EUROPEAN OPEN ER STERK KAPPING European Open er ein ungdómskapping, ið hevur verið hildin síðani 2005. Annað hvørt ár fyri menn og annað hvørt fyri kvinnur. Til 2015 var manskappingin fyri U19-landslið, men seinastu tvær ferðirnar hevur hon verið fyri U17-landslið. Sostatt er hon ein av tveimum teimum størstu U17-kappingunum saman við European Youth Olympic Festival, ið verður hildin í juli í ár. Flestu landsliðini melda bert til aðru kappingina, og tað er bert Ísland, ið hesaferð hevur meldað lið til báðar. Norra fekk fjórða pláss í seinastu European Open kappingini í 2017, og hyggja vit eftir leikaralistanum frá tá, var eisini ein av hesum, Alexander Blonz, á norska A-landsliðnum, sum fekk silvur við HM í januar. Tá luttók Spania í hinari U17-kappingini, European Youth Olympic Festival, har Spania ikki stóð seg væl, og endaði á sætta plássið eftir at hava tapt dystin um fimta plássið við einum málið ímóti Danmark. Men at Spania er eitt sterkt landslið var sjón fyri søgn týsdagin, tá ið spanska liðið vann stórsigur á Ísrael við 32-13, samstundis sum føroyingarnir vunnu 22-11 á Estlandi. Ísrael hevði dagin frammanundan vunnið á bæði Estlandi og Georgia. STØRSTU FØROYSKU ÚRSLITINI Eisini ber tað til at hyggja eftir teimum úrslitunum, sum Føroyar hava fingið í European Open áður. Minniligastu sigrarnir vóru í 2013 sigrarnir hjá U19- landsliðnum á Estlandi og Slovakia við ávikavist 16-11 og 22-21. Í 2015 vunnu Føroyar 31-28 á Eysturríki, 33-23 á Georgia og 26-22 á Kekkia. Í 2017 fingu Føroyar ongan sigur. Tá ið Føroyar fyrr hava hitt størstu hondbóltstjóðirnar hevur tað ikki álvara nærkast stigum. Í 2013 taptu Føroyar 17-10 ímóti Danmark, ið 2015 vann Russland 29-17 ímóti Føroyum og í 2017 taptu Føroyar 34-13 ímóti Svøríki sum eisini vann kappinginia. EITT ÁR SÍÐANI: 2002-ÁRGANGURIN ER SERLIGA GÓÐUR Føroyingar hava leingi havt góðar vónir til hendan árgangin, sum nú spælir á U17-landsliðnum. Í august í fjør luttóku fimm teirra í U18-kapping í Georgia, hóast teir bert vóru 16 ára gamlir. Føroyar endaðu á fimta plássi, aftanfyri Italia, Hvítarussland, Sveis og Norðurmakedonia. Venjari á liðnum tá var Birgir Hansen, og tá stóðu millum annað hesar reglur at lesa í Sosialinum: - Tað at hópurin er ungur ger kanska eisini at fimta plássið er eyka flott, heldur Birgir Hansen, ið greiðir frá, at júst 2002-árgangurin er óvanliga sterkur í Føroyum. Eisini segði Birgir Hansen soleiðis í Sosialinum 20. august 2018: - Tað er ómetaliga umráðandi at hesin árgangurin fær nakað at spæla fyri og venja fram ímóti. Annars steðgar menningin (...) Júst hesin árgangurin – og serliga teir yngru á liðnum, eru sera góðir og hava tørv á allari menning teir kunnu fáa, tí teir kunnu røkka heilt langt um rætt verður farið fram, segði Birgir Hansen tá, og sipaði til teir yngru, ið nú eru á U17-landsliðnum. HONDBÓLTUR