týsdagur 2. juli 2019síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 2. juli 2019 · Nr. 75
KVÍVÍKAR KOMMUNA
www.kvivik.fo
ALMENN HOYRING
Broyting av byggisamtyktini
í Kvívíkar kommunu.
Bygdaráðið í Kvívíkar kommunu
samtykti á fundi 24. juni 2019 uppskot
um at broyta byggisamtyktina fyri matr.
nr. 55a í Kvívík (Leynar). Uppskotið
til broytingina snýr seg um at broyta
byggisamtyktina frá landbúnaður o.a. til
frítíðarøki. Sambært korti dagfest 27.05.2019
Tilfar, sum lýsir broytingina, liggur frammi
á kvivikar.kort.fo og á Kommunuskrivstovuni
í Kvívík í tíðarskeiðinum frá 03.07.2019 til
25.07.2019. Mótmæli og broytingaruppskot
skulu vera kommununi í hendi seinast 6 vikur
eftir kunngerðardegnum. Møgulig mótmæli
ella broytingaruppskot skulu sendast
til Kvívíkar kommunu skrivliga til
kvivik@kvivik.fo
SKRIVSTOVUFÓLK
til móttøkuna hjá Runavíkar
kommunu (farloyvisstarv)
Fyri starvsfólk í farloyvi verður søkt eftir
skrivstovufólki til móttøkuna hjá Runavíkar
kommunu í eitt ár frá 1. sept. 2019.
Høvuðsverkevni
Telefon- og kundatænasta
Journalisering
Umsiting av ansingarplássum
Fyrireika fundarskráir
Dagføra og leggja tíðindi á heimasíðuna
Annars alt vanligt skrivstovuarbeiði
Førleikakrøv
Skrivstovu- ella aðra viðkomandi
útbúgving
Góðan kunnleika til Office forritini
Góðan kunnleika til 360 journalskipanina
Munnligan og skrivligan málførleika í
føroyskum og donskum
Tað er ein stórur fyrimunur
Um tú hevur hollar royndir við 360
journalskipanini
Vit sóknast eftir starvsfólki, sum:
er opið, fyrikomandi, sjálvstøðugt og tekur
ábyrgd
hevur gott yvirlit og góð samstarvsevni
klárar at arbeiða undir trýsti
er fleksibul, tá neyðugt er at arbeiða
uttanfyri vanliga arbeiðstíð
hevur lætt við at seta seg inn í nýggjar
skipanir og forrit
Starvið verður at seta 1. september ella
eftir nærri avtalu.
Løn smb. sáttmála millum
Starvsmannafelagið og Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya. Nærri
upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til býráðsskrivaran á tlf. 237021
Søk starvið umvegis leinkið: www.
runavik.fo/Leys størv
Umsóknin, saman við prógvi og
møguligum viðmælum, skal verða
kommununi í hendi í seinasta lagi 9. juli
2019.
Runavíkar kommuna
GÓÐKENNING AV
UMHVØRVISÁRINSMETING
Við hesum verður gjørt kunnugt, at Umhvørvisstovan hin
28. juni 2019, við heimild í løgtingslóg um framleiðslu,
flutning og veiting av ravmagni, við seinni broytingum,
hevur góðkent:
Umhvørvisárinsmeting hjá Kvívíkar kommunu
av mini vatnorkuverki í Kvívík
Góðkenningin liggur alment frammi á Umhvørvisstovuni.
Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin við
umhvørvismálum.
Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta
38, FO-165 Argir, í seinasta lagi fýra vikur frá dags dato.
Góðkenningin kann somuleiðis síggjast á heimasíðuni hjá
Umhvørvisstovuni, www.us.fo.
Umhvørvisstovan,
Traðagøta 38, FO-160 Argir
ella til us@us.fo.
UMHVØRVISÁRINSMETING
Í sambandi við at Sp/F Vindrøkt hevur ætlan at byggja
eina vindmyllulund við 6 vindmyllum á 3 MW í
Hoyvíkshaga, norðara parti (matr. nr. 139a í Hoyvík) til
framleiðslu av ravmagni, hevur felagið sambært § 16 í
Elveitingarlógini, gjørt eina meting av, hvørji árin ætlanin
kann ætlast at fáa á umhvørvið.
Umhvørvisárinsmetingin er almenn og kann síggjast á
Umhvørvistovuni og á www.us.fo
Viðkomandi almenningur, áhugafeløg og myndugleikar
hava møguleika at koma við viðmerkingum til
umhvørvisárinsmetingina.
Hoyringsfreistin er 15. august 2019
Møgulig hoyringssvar skulu sendast til:
Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-160 Argir
ella til us@us.fo.
Umhvørvisstovan,
Traðagøta 38, FO-160 Argir
ella til us@us.fo.
UMHVØRVISGÓÐKENNING
Umhvørvisstovan hevur hin 3. juli 2019, sambært
løgtingslóg um umhvørvisvernd, góðkent:
At gera tyrvingarpláss
úti í Nýggjheiðum í Kvívík.
IRF, Víkarvegur 107
520 Leirvík.
Góðkenningin er almenn og kann síggjast á
Umhvørvistovuni og á www.us.fo.
Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin í
umhvørvismálum.
Møgulig kæra skal innan 4 vikur sendast til:
Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir
ella til us@us.fo
Umhvørvisstovan,
Traðagøta 38, FO-160 Argir
ella til us@us.fo.