týsdagur 2. juli 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. juli 2019 · Nr. 75
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Eirikur Lindenskov
Hesum boðar Fiskimála
ráðið frá í morgun:
Svar til menningar
kvotur fyri 2019 eru nú
send øllum umsøkjarum.
Allir umsøkjarar hava
fingið eina meting av
umsóknini við grund
gevingum fyri niðurstøð
unum.
6 umsóknir hava fingið
tilsøgn í hesum umfari:
Tvær við virksemi í
Sandoynni.
Fýra við virksemi í
Suðuroynni – harav tvær
við virksemi í Vági, ein í
Hvalba og ein á Tvøroyri.
Tær umsóknir, ið hava
fingið tilsøgn, eru lýstar í
talvuni aftast í hesi kunn
ing.
Løgtingið
samtykti
í vár broyting í lógini
soleiðis, at menningar
kvotur altíð verða latnar
fyri heil ár. Tær tilsagnir,
ið nú eru latnar, eru tí
galdandi eitt heilt ár fram
frá tí, at tilsøgnin er latin.
Tað bøtir um tíðartrýstið
hjá umsøkjarum, nú liðið
er út á árið.
Drúgv viðgerð
Tað hevur drigið nakað
út at avgreiða menning
arkvoturnar fyri 2019,
tí
landsstýrismaðurin
hevur ynskt at kanna og
viðgera, hvussu tilmælini
um
menningarkvotur
kunnu skapa veruligan
mun í teimum økjum,
sum tilmælini vísa á.
Hartil kom ein seink
ing í, tí millum tilmæltu
umsóknirnar vóru um
sóknir, ið byggja á at
brúka virkir í Sandoynni,
sum ivi kom um, tá ið
virkið í Skopun so brád
liga varð stongt. Tí máttu
treytirnar
viðgerast
í
hesum umsóknum.
M e t i n g a r n e v n d i n
hevur víst á, at av tí, at
nøgdirnar eru smáar í
2019, og at ein avmarking
er fyri, hvussu nógv kann
latast sum loyvi meira
enn eitt ár, er tilmælið
frá nevndini at lata allar
tilsagnir sum eitt 1-ára
loyvir.
Serliga hetta hevur
elvt
til
høvuðbrýggj.
Menningarkvoturnar eru
í veruleikanum sera smá
ar nøgdir í mun til tað
samlaða tilfeingið. Eftir
drúgva viðgerð hevur
landsstýrismaðurin
tó
valt at fylgja tilmælinum
frá
metingarnevndini.
Hetta tí aðrar loysnir ikki
vóru møguligar at frem
ja, og høvdu skapt størri
avbjóðingar í mun til
skipanina og umsøkjar
arnar.
Niðurstøðan
hjá
landsstýrismanninum
er sostatt, at skipanin
við
menningarkvotum
má endurskoðast til tess
at geva møguleika fyri
longri loyvum og størri
og varandi verkætlanum
kring landið. Og hetta
verður tikið upp beinan
vegin.
Nógvar umsóknir til
alt ov avmarkaða nøgd
Aftur í ár er vístur ein
serstakliga stórur áhugi
og at søkja um menn
ingarkvotur kring landið.
37 umsóknir vórðu mót
tiknar, og tær fevndu
um eitt samlað tonsatal,
ið er so nógv hægri enn
tøka mongdin til menn
ingarkvotur.
SANDOY OG
SUÐUROY FÁA
MENNINGAR
KVOTUR
Seks umsóknir hava fingið tilsøgn
um menningarkvotur: Tvær í
Sandoy og fýra í Suðuroy
TÆR TILMÆLTU UMSÓKNIRNAR
Metingarnevndin leggur dent á, at fleiri viðmælisverdar umsóknir hava verið at taka støðu til, men at
nevndin hevur valt í hesum umfari at viðmæla verkætlanum, ið kunnu hava skjóta ávirkan í økjunum