Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-02, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juli 2019síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 3. juli 2019 · Nr. 75 TÍÐINDI Við heimlid í »Kunngerð um menningarkvotur av makreli, norðhavssild og svart­kjafti til menn­ ingar­ætlanir í ávísum økjum í 2019«, setti lands­ stýrismaðurin í fiski­ vinnumálum í skrivi 8. mars 2019, hesa nevnd at viðgera og gera til­mæli um útlutan av menn­ ingar­kvotum: Gestur Hov­gaard, formaður, Arn­bjørn Egholm, næst­for­maður, Guðrið Andors­dóttir, Rúna Hjelm og Bartal Dulavík. Sum tltakslimir vórðu vald Mathe Hilduberg og Eyðun Leo. Barbara á Tjaldrafløtti hevur virkað sum skrivari hjá nevnd­ ini. Nevndin hevði sín fyrsta fund 8. mars 2019. Á hesum fundi vóru form­ligu viðurskiftini gjøgn­um­gingin, har­ undir broytingarnar í kunn­gerðini fyri 2019 í mun til 2018. Munandi broyt­ingin er tann, at í heildarmetingini skal størstur dentur leggj­ast á demografisku av­bjóð­ ingarnar í økinum, t. e. arbeiðsloysi og støðugt minkandi fólkatal í tí økinum verkætlanin skal fara fram í mun til onnur øki í landinum. Tøka nøgdin til útlutan í 2019 er 11.711 tons av svartkjafti, 3.159 tons av makreli og 4.695 tons av norðhavssild. Talva 1 er eitt yvirlit yvir tøku nøgdina í 2019, umframt munin millum tøku nøgd og søkt í tons­um lutfalsliga. Talvan vísir greitt, at søkt er um munandi størri nøgdir, enn tøka nøgd­in, ið er til útlutan. Nevndin hevur mót­ tikið og viðgjørt 37 um­ sókn­ir, ið umfata øll øki í landinum, og fleiri umsóknir eru úr hvørjum øki. Eisini eru umsóknir, har verkætlanin umfatar fleiri øki. Nevndin skal ikki meta um, hvørt um­søkjar­ ar uppfylla treyt­ir­nar í §11, §11 stk. 2 og §11 stk. 3 í kunn­gerðini. Hendan upp­gávan áligg­ur Fiski­ mála­ráð­num. Tilmæli Av teimum í alt 37 um­ sóknunum, mælir nevnd­ in til, at 6 um­sókn­ir fáa tillutað menn­ing­ar­kvotu. Hesir umsøkjarar, øki­ ni virksemið umfatar, nøgd­ir fyri 2019 og áramal verður lýst í talvu 2. Kunngerðin sigur, at í minsta lagi 25% av kvotuni skal latast sum 1 ára loyvi, t. e. 13.033 tons tilsamans, meðan mongd­ in, sum er at lata til 2, 3, ella 4 árs kvotur er 6.532 tons, harav svart­kjaftur er 3.077 tons, sild 2.046 tons og makrelur 1.409 tons. Av tí at so smáar nøgdir eru at lata yvir meira enn 1 ár, metir nevndin í 2019 rættast vera einans at lata kvotu fyri 1 ár. Ein yvir­skip­að orsøk til tað er, at við­ mælisverdar verk­ætlanir yvir fleiri ár eru grund­ aðar á eitt tonsatal, sum er samsvarandi ella væl størri enn tøka nøgd­ in, ið er at lata. Við ver­ andi tøku mongd, og tí hesar umsóknir krevja rættuliga stórar íløgur, hevur nevndin ikki mett tað ráðiligt at til­ mæla nakrar av hes­um størri enn tøka nøgd­ in, ið er at lata. Vit ver­ andi tøku mongd, og tí hesar umsóknir krevja rættu­liga stórar íløgur, hevur nevndin íkki mett tað ráðiligt at tilmæla nakrar av hesum størri um­sóknunum, hóast kanska áhugaverdar. Í sini heildarmeting hev­ ur nevndin valt at rað­ festa umsóknir, sum krevja færri íløgur og hava eftir umstøðunum skjóta økisrættaða ávirk­ an. Nevndin hevur tó, í onkrum føri mælt til part­vísa játtan innan fyri eina størri verkælan, har hetta eftir okkara meting letur seg gera, harundir fyri at styrkja virksemi og førleikamenning í øki 1 og øki 2. Talan er um tilmæli til verkæalanir við virk­ semi í Sandoynni (Øki 2) og í Suðuroynni (Øki1). Hetta hongur í stór­an mun saman við av­mark­ aðu tøku nøgdini og herð­ing í kunngerðini um, at demografisku av­ bjóð­ing­arnar skulu hava serligt uppmerksemi í við­gerðini. Hagtøkini nevndin hevur havt sum grundarlag und­ ir sínum arbeiði vísa greitt, at serliga stór­ar demigrafiskar av­bjóð­ ingar eru í Suðruoynni og á Sandoynni. Fleiri við­mælisverdar um­sókn­ ir eru komnar við støiði hes­um økjum. Nevndin hevur ta fatan, at lítl atgongd til sjó­feingi, hevur serliga stór­an týdning í mun til økis­rættaðu atlitini, tí atgongd er ein fortreyt fyri at skapa munagóða menn­ing, eisini tá talan er um »øki í økinum«. Umframt økisatlit skulu virkisrættaði atlit takast, t. d. hvussu ný­ skap­andi ætlanin er, før­leikamenning og hvussu stórar inntøkur og virðisøking ætlanin gevur. Tilmæltu kvot­ur­ nar byggja á ein ymisk­ leika í verk­ætlanunum, bæði viðvíkjandi fiski­ skapi og hagreiðing á landi, sum nevndin met­ir tað vera rætt at royna. Hesar umsóknir vísa harumframt til høli og virki í økinum, sum kunnu takast í nýtslu uttan stórvegis íløgur, og sum ífylgi ætlan eisini kunnu geva eitt rela­tivt stkjótt avkast og økis­ár­ in, t. e. arbeiði og før­leika­ menning. Atlitini kring virkis­ rætt­aðu og økis­rætt­ aðu treytirnar skulu, sambært §6 í kunn­ gerðini, lýsast nærri av umsøkjarunum sjálv­um: Tó kann nevndin seta seg í samband við umsøkjara, um hon heldur tað vera neyðugt. Nevndin hevur ikki valt at seta seg í sam­ band við umsøkjarar, tí umsóknirnar skulu í prinsippinum bera seg sjálvar. Skjal 1 í kunngerðini ger greitt, at viðgerðin hjá nevndini skal byggja á eina heildarmeting av menningarætlanini og verkætlaini. Tá økis- og virkisrættaðu atlitini verða sæð í eini heild, eru tað ásettu atlitini til burðardygga og varandi samfelagsliga menning nevndin hevur biðið seg til at meta um ,men sum nevnt við serligum denti á demografisku viður­ skiftini. Hvør einstøk umsókn er sostatt mett út frá einum økisrættaðum og ein­um virkisrættaðum atliti, umframt eini heild­ ar­meting, soleiðis um lýst er omanfyri. Har­um­ framt hevur, sum longu nevnt, verið neyðugt at samanbera dygdirnar í bestu umsóknunum og viga hesar í mun til ásetingarnar í kunn­gerð­ ini. Við støði í hes­um al­ mennu grund­gev­ing­um, byggir nevndin sínar niður­støður á ítøkiliga við­gerð av hvøjrari umsín sær. Arbeiðsleistur Nevndin hevur til­sam­ ans havt 6 formligar nevndarfundir, og mill­ um fundirnarnar javn­an hitst á arbeiðsfundum til tess at hava felags viðgerð av usóknunum. Harumframt eru arbeiðs­ upp­gávur býttar út at loysa millum fundirnar. Allir nevndarlimir hava sett seg inn í hvørja ein­ staka umsókn. Til at meta um ymisku atlitini, hevur nevndin gjørt serstakt met­ ingarblað, sum er við til at tryggja, at allir umsøkjarar fáa neyva og javnbjóðis við­gerð. Nevndin hevur í ávísum førum biðið um serkøna hjálp eitt nú í mun til sølu- og handils­viður­ skifti, hagtøl og lóg­ ir. Talgrundarlgi und­ir arbeiðinum hjá met­ing­ar­ nevndini er fingið til vega frá Fiskiálaráðnum, t. e. tøl viðvíkjandi arbeiðs­ loys, at gongd til til­feingi og demografisku støðu­ na. Ásetingarnar um menn­ingarkvotur eru við til at seta gongd á eina nýggja skipan, har royndirnar frá 2019 hava verið virðismklar. Ar­ beiðið í nevndini hevur gingið væl, har ymisku før­leikar okkara hava stuðla undir eitt gevandi sam­starv, og arbeitt er fram eitt greitt og felags forstáilsi av uppgávuni Tórshavn 3. mai 2019 Metingarnevndin viðvíkjandi Menningarkvotur av makreli, norðhavssild og svartkjafti Gestur Hovgaard, formaður Arnbjørn Egholm, næstformaður Guðrið Andorsdóttir, nevndarlimur Rúna Hjelm, nevndarlimur Bartal Dulavík, nevndarlimur Her er tilmælið frá metingarnevndini Tilmæli til Fiskimálaráðið frá Metingarnevndini viðvíkjandi Menningarkvotum av makreli, norðhavssild og svartkjafti