hósdagur 4. juli 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
– Tann skaði, ið manglandi evnini hjá
landsstýrismanninum at avgreiða mál
hevur gjørt á okkara einaferð so stolta
flokk, er ringur at spáa um.
Soleiðis sigur Páll á Reynatúgvu,
tingformaður, um Høgna Hoydal.
Og løgtingsformaður heldur fram:
– Sandoyar Tjóðveldisfelag hevur
heitt á meg um at stilla upp til løgtings
valið, og eg havi avgjørt at játta. Flokk
urin hevur tørv á eini mótvekt til ta linju,
ið verandi leiðsla hevur lagt.
Tað er ikki við mýkindum, sum løg
tingsformaðurin fer við leiðsluni í Tjóð
veldi. At stríð er innanfloks kom týðu
liga til sjóndar á flokstinginum, sum
Tjóðveldi helt í Hovi í vár, har upptøkur
avdúkaðu, at Annita á Fríðriksmørk í
eini privatari samrøðu hevði kallað løg
tingsformannin »ein egoistiskan psyko
pat«.
Hetta stigið hjá løgtingsformanninum
kann vera ein bumba undir annars
sperda Tjóðveldi, sum júst hevur tapt
eitt val, nú løgtingsval aftur stendur fyri
durum.
Páll á Reynatúgvu hevur víst, at hon
um dámar væl at vera í stríði við fólk og
blúgvast ikki við at leggja eftir fólki, eis
ini navngivnum fólkum av tingsins røð
arapalli, sum ikki fáa vart seg.
Sum løgtingsformaður skal Páll á
Reynatúgvu tryggja, at tingarbeiðið
gongur virðiliga fyri seg, og at alt arbeiði
í og kring Løgtingið er á einum virðilig
um og tignarligum støði. At hann nú
leggur eina bumbu undir Tjóðveldi sam
pakkar illa við starvið sum løgtingsfor
maður – sum eisini er tann nógv hægst
lønti politikarin í Føroyum.
Aðrir flokkar hava eisini havt fólk,
sum síggja størri í sæta sær sjálvum enn
flokkinum. Vit kunnu bara taka Javnað
arflokkin sum dømi. Men har tykist
vera ruddað upp í slíkum. Spurningurin
er, um Tjóðveldi megnar at rudda upp,
ella um stríðið um løgtingsformannin
verður sópað undir teppið í staðin, til
valið hevur verið.
Seinast var Páll á Reynatúgvu bara 8
atkvøður fra ikki at vera valdur. Hann
situr á uttasta mandatinum hjá Tjóð
veldi. Minkar Tjóðveldi á valinum, so er
ikki vist, at pláss er til løgtingsformannin.
Summir politikarar trívast best í orr
ustu. Ofta bangnir fyri ikki at vera lagdir
til merkis, um arbeiðið bara gongur sína
Tingformaður trívist væl í orssustu
5. JULI 2019
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Ben Arabo verður nú aftur
partur av Atlantic Petroleum,
har hann var stjóri til í sep
tember 2017. Tá fór hann úr
starvi fyri at gerast stjóri
í P/F Betri.
Hesum boðaði
P/F Betri frá í tíð
indaskrivi 29.
september
í
2017.
Men Ben Ar
abo var ikki
leingi í stjóra
starvinum hjá
P/F Betri. Í eini fráboðan 25. september í 2018
boðar P/F Betri frá, at Ben Arabo ikki longur
er stjóri felagsins, sum hann hevði verið síð
ani 1. desember í 2017.
Nú boðar so fyrrverandi arbeiðsgevari
hansara, P/F Atlantic Petroleum, frá, at Ben
Arabo verður skotin upp til nevndarlim á
eykaaðalfundinum hjá Atlantic Petroleum,
sum verður 25. juli.
Ben Arabo hevur
drúgvar royndir úr
oljuvinnuni – seinast
sum stjóri í Atlantic
Petroleum til sep
ember í 2017.
Ben Arabo fer
aftur í oljuna
ATLANTIC PETROLEUM
Les eisini blaðið
á telefonini
Prinsurin
kemur umborð
Siðsøga síða 12-13
París hevur
okkurt til øll
Ferðafrásøgn 10-11
Borgarstjórin í Havn heldur,
at grótið úr Sandoyartunlinum
skal brúkast at verja fornminn
ini í Kirkjubø
– Landsmyndugleikarnir hava beint nú ein
søguligan møguleika – við størstu vælvild
frá Tórshavnar kommunu – at taka atlit til
okkara fornminni í Kirkjubø.
Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í
Havn. Hon vísir á, at kjak hevur tikið seg
upp í sambandi við, hvat alt grótið úr Sand
oyartunnlinum skal brúkast til.
– Tað er eingin ivi um, at spyrt tú ferða
fólkið, so er Kirkjubøur okkara størsta att
raksjón, sigur hon. Og Annika Olsen heldur
fram:
Kirkjubø er ein søgurík og mentanarlig
perla, sum aftur og aftur er aktuel, serliga
nú almennu myndugleikarnir enn einaferð
sýna sítt atgerðarloysi í sambandi við
bakkaverjuna og onnur fornminni í
Kirkjubø.
Eg havi fleiri ferðir víst á, at grótið er eitt
stórt tilfeingi, tað kann nýtast til planering
til bústaðarøki, vegagerð, ítróttarøki, ídnað
arøki og eitt nú bakkaverju. At tyrva grótið,
sum talan hevur verið um, er tó ringast
hugsandi loysnin sum er.
Lat ongan iva vera um, at bæði bakka
verjan og uppgávan at tryggja fornminnini
í Kirkjubø er ein landsuppgáva. Tí er heldur
ongin ivi um, at sjálvsagt eigur grótið ella
partur av tí at verða brúkt til at tryggja
fornminnini.
Tað er uppgávan hjá landsmyndugleik
unum at finna útav, hvussu hetta skal
gerast. Men tað skal avgjørt ikki skorta
uppá vælvild frá Tórshavnar kommunu.
Vit síggja eisini hetta sum eina skyldu at
vera við til at verja hetta søguliga stað, alt
annað er púra burturvið. Tí vilja vit avgjørt
vera við til at lyfta hesa uppgávuna. Vilja
friðingarmyndugleikarnir ikki ganga hes
um á møti, eigur landsstýriskvinnan at
taka teir av ræði, tí vit kunnu ikki vera
vitni til at kirkjan í Kirkjubø og onnur
fornminni fara í havi orsakað av politiskum
atgerðarloysni
Eg taki fult undir við Bjarna Djurholm,
sum í grein herfyri sigur, at frá almennari
síðu sýnist lítil áhugi at vera fyri okkara
søguliga samleika. Sjón er fyri søgn, at al
samt fleiri virði, sum áttu at havt sjálvsagda
eksponering, bert eiga lítlan lut í raðfest
ingunum hjá landsmyndugleikunum.
Fleiri verkætlanir eru gjørdar um varð
veitslu av fornminnum og søguligum støð
um í Kirkjubø, men hesar liggja allar í al
mennum skuffum. Tí taki eg fult og heilt
undir við, at beint nú hava almennu mynd
ugleikarnir ein søguligan møguleika at
vísa í verki, at atlit verða tikin til okkara
søguliga mentanararv.
Takið fornminnini í álvara
Í blaðnum...