Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juli 2019síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JULI 2019 SOSIALURIN 76 3 Sjúklingafylgjari til øll! Nógvir føroyingar munnu hava upplivað kensluna, bráddliga at standa á útlendsk um sjúkrahúsi og kenna seg hjálparleysan, sleptan upp á fjall. Fyrst sjúk­ an og alt, sum við henni fylgdi, síðani vónloysið, tá boðini komu, at neyð ugt var at fara av landinum at fáa heilsubót. Omaná alt vónbrotið um ongan fylgj ara at fáa. Bráddliga fíggjarliga byrðan, flogferð, uppihald og møguligan inntøkumiss, kann lættliga gerast ov stór, ein byrða, sum, saman við sjúkuni, gerst ov tung at bera. Rættur hins einstaka til sjúkraviðgerð í Føroyum er grundleggjandi! Harnæst, at verður hin sjúki sendur av landinum, so má persónligur fylgari við, eisini um heilsustarvsfólk fer við. Men sum er fáa bert umleið 60% av teimum, ið verða send av landinum, familjufylgjara við sær. Í løtuni verður uppskot Miðfloksins um fylgjara viðgjørt á Løgtingi. Í sam bandi við líknandi uppskot fyri góðum ári síðani høvdu umboð fyri krabba meins felagið beinleiðis áheitan um, sum skjótast at fáa uppskotið sam tykt og sett í verk. Tey vístu á stóra tørvin, nevndu m.a., at hjálpargrunnurin hjá felagn um næstan bert verður brúktur at rinda fyri fylgjarar, ið ikki fáa al menna játtan. Beinleiðis spurd, um allir sjúklingar áttu at fingið fylgjara játtaðan, var svar teirra eitt greitt ja. Tey søgdu frá gleði teirra um uppskotið. Tey vístu á týdningin av at hava onkran av sínum kæru hjá sær í fremmanda umhvørvinum, tá mangan harðast leikar á, bæði likamliga og sálarliga. Onkr an at luta sítt einsemi, sín ótta, sínar hugsanir við. Onkran at leita sær stuðul og ugga hjá, vakin oyru at minnast rætt, tá skelkurin av álvarsligum boðum køva vit og skil. At hava onkran at lurta, tá málsliga fremmand heilsustarvsfólk bera boðini, onkran, sum tá kann bera røttu boðini til tey har heima. Týdn ing in av at hava ein at lofta sær, tá illa gongst, ein at gleðast við, tá tað gongur væl. Hugsan Miðfloksins er avgjørd, eitt av heimsins ríkasta londum hevur bæði ráð til heilsurøkt her heima og fylgjara í tí fremmanda. Hevur samgongan trupulleikar við at finna pening í landskassanum, vísa vit fegin á tær ørandi upphæddir, sum verða fyltur í búskapargrunnin. Alt gott um at leggja niðurfyri í góðum tíðum, men tað kann als ikki rættvísgerast, at hetta gongur út yvir vælferð og heilsu teirra, sum her og nú búgva í Føroyum. Umhugsin Nærverandi Ítøkiligur MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI hvørt vikuskifti í Sosialinum Navn: Anna Margretha Otthamar Bústaður: Hoyvík Yrki: Toymisleiðari, Fyrisitingartoymið á SEV Útbúgving: Fíggjarakademisk útbúgving Hví Miðflokkurin? Tí kristna lívsáskoðanin er besta grundarlagið fyri einstaklingin og samfelagið, og vit hava bestu loysnirnar www.midflokkurin.fo MIÐFLOKKURIN SITAT Rúsdrekka er høvuðsorsøkin til harðskap, umsorganarsvík og misnýtslu av børnum (WHO) Vangamynd Hjartamál • Skúlamál • At skipa pensjónsøkið á ein faldan og gjøgnumskygdan hátt • Liviligari umstøður fyri okkara eldru • Góðar og tryggar karmar fyri vinnuna • Burðardyggar orkuloysnir • Lægri avgjøld og eykaskattir, so sum kringvarpsgjald og vegskatt • At fáa prístalsjavnan inn aftur í sáttmálarnar Gardinbátar rinda 300 kr frá fjórða degi F yrr vóru tað nærum bert út­ lendsk­ir seglbátar, sum komu til Havnar. Seinastu árini er talið av sokallaðum gardinubátum í Før­ oyum økt munandi, og nú er tað nærum eins nógvir føroyskir og útlendskir bátar, sum koma á vitjan. Avbjóðingin hjá Tórshavnar havn hevur verið, at tað eru bert 14 pláss til gestabátar í Vágsbotni, og er hetta alt ov lítið um summarið. Mannagongdin hevur verið, at útlendingar hava fyrsta rætt at fáa pláss. Um summarið hevur verið nógv orka brúkt til at reka føroyskar bátar burtur úr Vágsbotni. Hetta eru serliga tey, sum koma til Havnar, binda bátin, fara til hús aftur, og koma so aftur við bili til Havnar fríggja - ella leygarkvøld. Fyri at fáa betri skil á hesum, ber til at seta gjaldið til 150 krónur um dagin, fyri bæði útlendskar og føroyskar stuttleikabátar, sum liggja á gestaplássum í Tórshavnar kommunu. Fyri at lova so nógvum ymiskum bátum framat, og at bátar ikki verða liggjandi á gestaplássunum, ber til at hækka gjaldið fyri teir føroysku bátarnar, soleiðis at teir rinda kr. 400 krónur um dagin fyri triðja dagin og longri. – Síðani nýggja reglugerðin fyri gjald kom í gildið, hava nógvar atfinningar verið til, at føroyskir bátar frá triðja degi skulu rinda kr. 400 um dagin, meðan teir útlendsku bátarnir, eisini frá triðja degi, rinda kr. 150 um dagin, sigur Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini. Formaðurin í vinnunevndini reisti málið og vinnunevndin tók støðu til, at gjaldið skal broytast, soleiðis at allir bátarnir gjalda eins. Vinnunevndin samtykti tí herfyri, at gjald fyri stuttleikabátar, sum liggja á gestaplássum í Tórshavn kommunu í upp til 4 samdøgur, er kr. 150,- fyri hvørjar byrjaðar 24 tímar. Gjald fyri stuttleikabátar, sum hava ligið á gestaplássum í Tórshavnar kommunu í meira enn 4 samdøgur er kr 300,- fyri hvørjar byrjaðar 24 tímar. Gjaldið verður eins fyri útlendskar og føroyskar stuttleikabátar. Málið varð samtykt á býráðsfundi hósmorgunin.