hósdagur 4. juli 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JULI 2019
SOSIALURIN 76
4
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
23 ára gamli Eyðun Salberg
Magnussen hevur vøddasvinn
av týpuni duchenne muskul
dystrofi. Tað vil siga, at hann
manglar eginleikan at framleiða
stoffið dystrofin, sum heldur
musklunum við líka.
- Tað ger í roynd og veru bara
tað, at eg eri veikur. Eg kann
alt, men eg kann tað bara ikki
serliga væl. Eg fái hvørki lyft
armarnar ella beinini, tí eg havi
ikki styrkina til tað. Men eg fái
rørt allar musklarnar, tó baraí
øgiliga lítlan mun, greiðir Eyðun
Salberg Magnussen frá.
Men alt inni í høvdinum
fungerar akkurát, sum tað
skal. Eyðun, sum er uppvaksin
í Trongisvági, er bæði gløggur,
prátingarsamur og hevur ein
serliga góðan humoristiskan
sans.
Tað er bara kroppurin, sum
avmarkar hann.
Sum kunnugt eru tað bara
trý fólk í Føroyum, sum hava
týpuna muscular dystrophy
duchenne.
Føddur soleiðis
Sjúkan er í genunum, sum vil
siga, at Eyðun er føddur við tí.
Hann kláraði at ganga, inntil
hann varð átta ára gamal, tá
hann fekk sín fyrsta rullistól.
Eftir hetta bleiv hann veikari
og veikari.
- Tað gekk serliga niður av
bakka í tannáringaárunum. Eg
legði tó ikki so væl merki til tað,
tí tað gekk so spakuliga. Nú fer
ikki so nógv at henda aftrat, tí eg
eri umleið komin so langt niður,
sum eg kann, sigur Eyðun Sal
berg Magnussen.
Hann hevur stuðul 24 tímar
um døgnið, sum hjálpir honum
við øllum teimum tingunum,
hann ikki megnar at gera sjálvur
í gerandisdegnum.
Kreativur sum fáur
Eyðun Salberg Magnussen er
sera kreativur av sinni og hevur
altíð dámt væl at kasta seg út í
ymsar kreativar verkætlanir.
Hann hevur ein serligan tokka
til tað skrivaða orðið og dámar
sera væl at skriva stuttsøgur.
Eitt vanligt knappaborð er
eingin fortreyt fyri at kunna
skriva á teldu. Tað ber nevniliga
saktans til at skriva við skerm
knappaborðinum við at brúka
músina, og tað gongur fínt, tí
Eyðun fær væl brúkt fingrarnar.
Hann ger nógv burtur úr at
taka online-skeiðir í ymsum
skrivikynstrum, har heimskend
fólk undirvísa gjøgnum video.
Við hvørjum skeiði fylgja
nakrar stuttligar og avbjóðandi
uppgávur, sum Eyðun hugtikin
plagar at loysa á masterclass.
com.
Á telduskýggjanum vísir
Eyðun, hvussu hesi skeiðini
ganga fyri seg, og hvussu ein
uppgáva kann síggja út. Hendan
eina uppgávan snýr seg um at
umskriva eitt kent ævintýr í
einari heilt aðrari tilvildarligari
sjangru - og tað er ein terningur,
sum avgerð kombinatiónina.
- Tað er ymiskt, hvussu leingi
tað tekur mær at gera einstøku
uppgávurnar. Um eg seti meg
niður og komi ordiliga í støtið,
so kann eg skriva nokkso nógv.
PERSÓNSSØGA
Eyðun Salberg Magnussen:
TANN SKAPANDI
UNGI MAÐURIN Í
RULLISTÓLINUM
- Í mínari støðu skal mann bara
læra at góðtaka tingini, sum
tey eru. Tað er eingin orsøk at
blíva við at spyrja "Hví?”. Tað
er jú líkamikið hví, tí soleiðis
er tað bara, sigur 23 ára gamli
Eyðun Salberg Magnussen
Hetta eru tvær av myndunum,
sum Eyðun hevur teknað
við teknibretti sínum