hósdagur 4. juli 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JULI 2019
SOSIALURIN 76
5
Men tað veldst eisini um orkuna
hjá mær, og eg hugsi nógv
skjótari, enn eg skrivi.
Plot-twist og óvanlig evni
Eyðun Salberg Magnussen hevur
gott hugflog, og hetta sæst aftur
í søgunum hjá honum.
- Mær dámar væl at finna
uppá sovorðið, sum ikki er so
vanligt, og mær dámar væl at
gera nógv burtur úr plot-twist
um, sigur Eyðun, sum í hesum
sambandi hevur funnið út av, at
mann skal ansa sær, hvørji evni
mann skrivar um í Føroyum.
- Eg kann gott blíva eitt sindur
nervøsur fyri, at fólk halda, eg
meini tað, eg skrivi, sigur hann
skemtandi.
- Tað ber væl til at skriva um
ting, sum einki hava við eins per
sónligu meining at gera. Men
eg haldi, at eg havi lært at ikki
leggja í. Um fólk halda, eg eri
persónarnir, eg skrivi um, so lat
tey halda tað. Tað er eitt kynstur
at seta seg í skógvarnar hjá
øðrum uttan at føla tað sjálvur,
sigur Eyðun og vísir á hugtakið
empati.
Lesur innvolverandi bøkur
Ungi maðurin brúkar eisini
nógva tíð upp á at spæla spøl,
hyggja at filmi og lesa bøkur.
- Um mann skal skriva og
blíva ein góður rithøvundur,
so hevur tað stóran týdning at
hoyra nógvar søgur, sigur hann.
Eyðun fær millum annað
íblástur frá teirru amerikonsku
bókaseriuni, Choose Your Own
Adventure. Hann fortelur um
hugskotið handan hesar bøkur
nar:
- Mann lesur bøkurnar, sum
eru skrivaðar í øðrum persóni,
og so verður lesarin biðin um at
gera av, hvat skal henda í søguni.
Til dømis kann mann blíva
spurdur, um høvuðspersónurin
skal fara til høgru ella vinstru.
Við hvønn svarmøguleika
stendur hvør sítt síðutal, sum
mann skal blaða upp á, alt
eftir hvønn møguleika mann
velur, greiðir Eyðun Salberg
Magnussen frá.
Listarligar gávur sum fáur
Kreativu evnini hjá Eyðuni
síggjast eisini aftur í hansara
tekningum, sum hann hevur
nógvar av. Hann plagar at
hava tekningarnar hangandi
á vegginum, men av tí at hann
kortsíðani er fluttur inn í nýggja
íbúð, eru myndirnar ikki komnar
upp at hanga enn.
Men tær eru á telduni. Hann
vísir nakrar av myndunum fram,
og tað er ikki eiti á listarlig evni,
hesin ungi maðurin hevur.
Hann hevur sín serstaka stíl,
og tekningarnar eru litríkar og
humoristiskar.
- Um eg skrivi eina søgu um
onkrar persónar, so dámar mær
væl at tekna teir eisini. Tað
gevur mær onkursvegna eina
klárari mynd í høvdinum í mun
til søguna. Um eg komi í tankar
um okkurt, sum eg vil tekna, so
tekni eg tað. Tað er sum at fara
á ves, tað má bara út, sigur hann
við einum skálkasmíli.
At góðtaka støðuna
Tað gevur góða meining hjá
Eyðuni at brúka so nógva tíð í
kreativa horninum.
- Mær dámar tað sera væl,
men eg fái jú heldur ikki gjørt
so nógv annað. Eg fái ikki arbeitt
vanligt, líka sum onnur fólk, so
okkurt má eg gera, sigur hann.
Eyðun hevur langt síðani lært
at góðtaka sína støðu við rørslu
tarni.
- Í mínari støðu skal mann
bara læra at góðtaka tingini,
sum tey eru. Tað er eingin orsøk
at blíva við at spyrja spurningar
sum “Hví eg? Hví?”. Tað er jú líka
mikið hví, tí soleiðis er tað bara.
Hetta hevur sett tingini í per
spektiv, og hann veit, at mann
ikki kemur langt við at vera
negativur.
- Eg kann gott blíva eitt sindur
irriteraður, tá fólk lasta sær
sjálvum fyri ting, sum tey ikki
kunnu stýra. Tað er eingin or
søk til at fara heilt niður í kol
kjallaran, tí at tað til dømis er
kríggj í heiminum. Mann kann
ikki steðga øllum tí keðiliga í
heiminum kortini. Og tað nyttar
ikki at føla seg illa um tað, tí mann
ikki fær gjørt nakað við tað, sigur
Eyðun Salberg Magnussen.
Góðar umstøður í Føroyum
Positiva lyndið sæst eisini aftur,
tá mann spyr hann, hvussu um
støðurnar hjá teimum, sum bera
brek í Føroyum, eru.
- Um mann leitar eftir trupul
leikum og avbjóðingum, so ber
sikkurt til at finna okkurt, sum
kann gerast betur. Men fyri mítt
viðkomandi eru umstøðurnar
góðar, sigur hann og samanber
við Danmark.
- Umstøðurnar hjá rørslu
tarnaðum í rullistóli eru væl
betri í Danmark, um mann
hugsar um gongubreytir, sum
jú allar eru á flatum lendi. Men
tað fær mann ikki gjørt nakað
við í Føroyum, tí her er bratt av
natúr, sigur Eyðun, sum brúkar
ein pinn á rullistólinum at stýra
við, tá hann ferðast í almenna
rúminum.
- Tað kann vera óhugnaligt
at fara eftir einari brekku og so
knappliga snurra til síðuna og
blíva lyftur upp úr stólinum.
Mann følir tað so øgiliga gott,
tá mann koyrir, fortelur Eyðun.
- Burtursæð frá hesum eru
umstøðurnar fínar. Men eg má
siga, at eg haldi tað vera løgið,
at summi matstøð og onnur
støð ikki hava best møguligu
atkomuviðurskifti til fólk við
rullistóli. Tað kann ikki vera so
ringt at gera tað møguligt hjá
rullistólum at koma inn. Tað
haldi eg, skuldi verið krav, sigur
Eyðun Salberg Magnussen.
PATURE@SOSIALURIN.FO
Mær dámar væl
at skriva og tekna,
men eg fái jú
heldur ikki gjørt
so nógv annað.
Eg fái ikki arbeitt
vanligt, líka sum
onnur fólk, so
okkurt má eg gera