hósdagur 4. juli 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JULI 2019
SOSIALURIN 76
6
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
Norðoyggjar er eitt serstakt
náttúruvakurt øki við ríkum
mentanarlívi, nógvum uppliv
ingum og sterkum vinnulívi. Vit
hava tí eitt sera gott grundarlag
fyri at menna Norðoyggjar sum
ferðamál.
Soleiðis sigur nýggi stjórin
í Visit Norðoy, Jórun Gardar.
Sum nýggjur stjóri ætlar hon at
leggja greiðar ætlanir fyri ferða
vinnumenning, sum skal gerast
við virðing fyri lokaløkinum.
Jórun Gardar tók formliga við
stjórasessinum í Visit Norðoy
hin 1. juni, og hon er klár at bróta
ermar upp og fara í gongd.
Klaksvíkingur um ein háls
Jórun Gardar kennir væl til
Norðoyggjar, tí hon er fødd og
uppvaksin í Klaksvík. Men sein
astu árini hevur hon búð í bæði
Danmark og í Havn.
- Nú havi eg vent nøsina heim
eftir aftur, so tað verður stuttligt
og spennandi at fáa nakrar
arbeiðsroyndir her norðuri
aftaná so nógv ár burturi, sigur
hon.
Viðvíkjandi útbúgving hev
ur hon lisið vinnubúskap og
samskifti á Copenhagen Busi
ness School í Keypmannahavn.
Áðrenn tað lærdi og arbeiddi
hon í Bank Nordik, og seinastu
seks árini hevur hon starvast
sum ráðgevi í Vinnuhúsinum.
Uppgávurnar í Vinnuhúsinum
hava verið fjølbroyttar, har
hon hevur arbeitt fyri føroyskt
vinnulív, og hesar royndirnar
sær nýggi stjórin sum eina
styrki, sum hon kann gagnnýta
til at menna ferðavinnuna í
Norðoyggjum.
Skynsemi og virðing
Jórun Gardar heldur tað vera
serliga spennandi, at ferða
vinnan í Føroyum er í so stórum
vøkstri.
- Vit standa nú á einum vega
móti, har vøksturin má hand
farast við skili, sigur hon og vísir
á, hvat hon í hesum sambandi
vil leggja dent á við ferðavinnu
menning í Norðoyggjum.
- Samstundis sum mann ar
beiðir við at marknaðarføra
ferðavinnumøguleikar, so skal
mann eisini hava virðing fyri
náttúruni, søguni, borgarunum
og gerandisdegnum á tí staði,
har mann er. Tað er umráðandi,
at tað fyrigongur skynsamt og
burðardygt.
Menningarætlan
við fleiri pørtum
Tað er tí neyðugt at leggja nakrar
ætlanir fyri norðurøkið, so alt
gongur upp í eina hægri eind til
frama fyri bæði tey lokalu og tey
vitjandi.
- Tað er eitt arbeiði, sum liggur
fyri framman. Vit fara at hyggja
eftir, hvussu vit kunnu gera
eina greiða ætlan yvir, hvussu
vøksturin í ferðavinnuni skal
handfarast. Nógvir ymsir partar
skulu vera við til at lyfta hesa
uppgávuna. Bæði kommunur,
borgarar og einstakir veitarar
skulu takast við í arbeiðið at
leggja eina menningarætlan til
rættis fyri Norðoyggjar, sigur
Jórun Gardar.
Hvør oyggj hevur
sítt at bjóða
Norðoyggjar telja oyggjarnar -
Fugloy, Svínoy, Viðoy, Borðoy,
Kunoy og Kalsoy. Tað er fastland
til summar av hesum, meðan tað
er siglandi til aðrar.
- Styrkin hjá okkum er, at vit
hava seks oyggjar, sum allar
hava hvør sítt at bjóða, og tað
sama við teimum einstøku
bygdunum, sum hvør í sínum
lagi eru serstakar. Og so hava vit
Klaksvíkina, sum í mun til rest
ina er ein miðstaður við nógvum
ymsum tilboðum, sigur Jórun
Gardar.
- Eg meti heilt avgjørt, at
Norðyggjar hava teir eginleikar
og tær umstøður, sum krevjast,
fyri at hetta kann gerast eitt enn
meira áhugavert ferðamál, sigur
hon.
Ferðafólk eftirspyrja
upplivingar og søgur
Jórun Gardar sigur, at føroyska
ferðavinnan selir upplivingina
av at vera í Føroyum, og hetta
fara tey at leggja seg enn meira
eftir í Norðoyggjum.
- Útlendsku ferðafólkini vilja
hava okkurt slag av uppliving, tá
tey koma her. Tey eru áhugað í
tí serliga í økinum, sigur hon og
leggur aftrat, at nógv er hent á
hesum økinum seinastu árini.
- Vit kunnu bjóða serstakar
upplivingar í Norðoyggjum; bæði
náttúruupplivingar, mentanar
ligar upplivingar, merkisverd og
vitjanarverd støð. Tað ber eisini
til at krydda hesar upplivingar
við eitt nú matupplivingum og
tónleikaframførslum, sigur hon.
Eisini verður arbeitt við at
fortelja tær góðu søgurnar fyri
ferðafólkum, sum vitja í Norð
yggjum.
- Norðuroygjar hava eina
ríka søgu og áhugaverd støð
at vitja. Til dømis Kópakonan,
nógvar sermerktar gongutúrar,
SAMRØÐA: Jórun Gardar
Eg meti heilt
avgjørt, at
Norðyggjar hava
teir eginleikar og
tær umstøður,
sum krevjast,
fyri at hetta kann
gerast eitt enn
meira áhugavert
ferðamál
Jórun Gardar:
- VIT HAVA
SERSTAKAR
SØGUR OG
UPPLIVINGAR
- Vit standa nú á einum vegamóti, har
vøksturin má handfarast við skili, sigur nýggi
stjórin í Visit Norðoy, Jórun Gardar. Hon
skal komandi tíðina standa á odda fyri at
menna Norðoyggjar sum ferðavinnumál