hósdagur 4. juli 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JULI 2019
SOSIALURIN 76
7
møguleikar fyri túrum við báti,
spennandi útoyggjar, eitt forn
minnisavn og søgulig støð.
Føroyingar eru byrjaðir at
ferðast alsamt meira í egnum
landi, og hetta er eisini eitt
fokusøki hjá Visit Norðoy. Her
leggja tey seg eftir at tryggja
tey røttu tilboðini, alt eftir hvat
fólk vilja uppliva - eitt nú ein túr
í svimjihøllina, út at eta, gongu
túr í fjøllinum ella ein túr við
báti.
Skapar inntøkur
til land og fólk
Nýggi stjórin í Visit Norðoy
heldur ferðavinnuna hava stóra
týdning fyri Føroyar.
- Vónandi kann ferðavinnan
gerast ein vinna, sum áhaldandi
kann menna føroyska samfelag
ið og skapa fleiri inntøkur bæði
til land og til fólk. Um vit hyggja
eftir, hvat er hent tey seinastu
árini, so sæst, at Føroyar avgjørt
er eitt áhugavert ferðamál.
Talið av vitjandi er vaksið, og
uppmerksemið um Føroyar er
økt. Ferðavinnan hevur tí heilt
sikkurt eitt stórt potentiali við
nógvum ymsum møguleikum.
Hjá Visit Norðoy ræður tað
um at finna styrkina hjá Norð
oyggjum sum ferðamál og vísa
ferðafólki á, hvørjir møguleikar
eru har.
- Tað er eingin ivi um, at
arbeiðið hjá Visit Faroe Islands
við at marknaðarføra Føroyar
sum eitt ferðamál er sera týdn
ingarmikið og hevur víst seg at
eydnast væl. Okkara uppgáva er
so at hyggja eftir, hvat vit kunnu
bjóða fólki, tá tey eru komin til
landið og leggja leiðina norður
eftir. Í hesum sambandi skulu
vit hjálpa til í føroysku ferða
vinnuni, soleiðis at teirra ferð
verður bæði góð, áhugaverd og
minnilig, sigur Jórun Gardar.
Útlendsku
ferðafólkini vilja
hava okkurt slag
av uppliving, tá tey
koma her
Jórun Gardar tók formliga
við stjórasessinum í Visit
Norðoy hin 1. juni