hósdagur 4. juli 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JULI 2019
SOSIALURIN 76
8
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Sæð á Facebook:
Sunnudagin byrja
Oyggjarleikirnir 2019, og
alla komandi vikuna skal
føroyskur ítróttur royna seg
móti øðrum oyggjabólkum
Stórt bjargingarátak varð
sett í verk mikudagin, tá
nakrar kajakkir komu í
neyð norður úr Ennibergi
- ein útróðrarbátur fekk
eisini trupulleikar, og alt
spældi væl av
Nú skulu eisini dreingir hava
ókeypis koppseting fyri HPV
virus. Kunngerð er send til
hoyringar.
IRF og Tórshavnar
kommuna hava gjørt
avtalu um at gera eitt
felags tyrvingarpláss fyri
alt landið, ætlað tilfari, sum
ikki kann brennast ella
endurnýtast.
Stríð hevur verið
millum flokslimirnar
Páll á Reynatúgvu,
løgtingsformann,
og Høgna Hoydal,
fiskivinnumálaráðharra,
tí Páll á Reynatúgvu ikki
var nøgdur við býtið av
menningarkvotum
Menningarkvotur
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
Eyguni hjá øllum ítróttaráhugaðum føroyingum
hava verið vend móti føroyska U17 landsliðnum hjá
monnum hesa vikuna. Teir hava luttikið í European
Open kappingini í Gøteborg í Svøríki, har teir hava
dominerað frá byrjan til enda. Eingin ivi er um, at
vón er fyri framman fyri føroyskan hondbólt!
17
Mánadagin skuldi Høgni Hoydal,
landsstýrismaður, leggja fram býtið
av menningarkvotum. Men neyðugt
varð at bíða eina løtu aftrat eftir
býtinum. Dagin eftir gjørdist býtið
alment, og greitt varð, at Suðuroyggin
og Sandoyggin fáa menningarkvotur
fyri 2019. Páll á Reynatúgvu hevur
síðani lagt eftir floksformanninum, tí
hann var misnøgdur við, hvussu tær
vórðu útlutaðar. Útsøgnin fall ikki í
góða jørð hjá Hoydal, og hetta hevur
skapt mikið kjak
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
Tey ungu skikka sær nógv
betur í dag, enn tá eg var
ungur. Eg tori ikki at spáa
um, hvar eg hevði endað, um
eg var ung í dag
Tað mugu setast reglur í
verk, um at ferðafólk hvørki
sleppa í haga ella á sjógv
uttan ferðaleiðara.
Hann veksur vindur í andøvsgul
upp í ein strúk úr landnyrðingi og
norði, 8 til 13 m/s. Um náttina
útnyrðing. Skýggjað og regn ella
æl, seinni yvirhøvur turt og nakað
av sól. Hitin um dagin um 10 stig,
um náttina millum 5 og 8 stig.
Gul til stívt andøvsgul úr vestri, 5 til
10 m/s. Um náttina lot til andøvsgul,
3 m/s. Yvirhøvur skýggjað, regn
ella æl. Hitin um dagin um 10 stig,
um nattina millum 5 og 8 stig.
Andøvsgul upp í ein strúk úr
landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Hann
minkar vindin og verður til gul til
stívt andøvsgul frá landnyrðingi og
vestri. Yvirhøvur skýggjað og nakað
av regni. Hitin um dagin um 8 stig,
um náttina millum 5 og 8 stig.
8-13 m/s
5-10 m/s
Endiliga komu menningarkvoturnar.
Nógv seinkaðar, so ein skuldi trúð,
at alt var væl gjøgnumhugsað og væl
skipað.
Men so er ikki. Stórt sæð frættist
bert um ónøgd og fiskimálaráðharrin
sjálvur tykist hava viðurkent, at skipan
ikki virkar eftir ætlan.
Grundleggjandi kann ein helst
taka undir við tankanum um, at tað
er skilagott at lata økjum í landinum
kvotur. Talan er tá um økir, har sum
virksemi ikki er serliga stórt.
Har kundu menningarkvoturnar
koyrt undir menningina og sett ferð á
í økinum.
Men, men...
Soleiðis virkar veruleikin ikki.
Kvoturnar eru latnar av einari
nevnd, sum sigst ikki arbeiða politiskt.
Tað vil siga at nevndin ger eitt tilmæli
og so er tað sjálvur landsstýrismaðurin,
sum letur kvoturnar út.
Longu í fjør voldi hetta trupulleikar
og skapti ónøgd millum nógv. Hetta
er sjálvsagt, tí tað snýr seg um
milljónavirðir, sum landsstýrismaðurin
letur út til summi og ikki til onnur.
Venda vit øllum málinum og hyggja
eftir gomlu skipanini vit høvdu áðrenn
vit fingu lógina um sjófeingi, so sær
hetta út til at vera líka so nógv politisk
útluting, sum tað var fyrr.
Ája!
Summarfrítíðin er byrjað av álvara
og hópur av fremmandafólki leitar sær
henddan vegin.
Summi koma sum vanlig ferðafólk
fyri at síggja oyggjarnar, meðan onnur
royna at gera sær dælt av teimum
møguleikum náttúran og Føroyar, sum
heild hava.
Veit ikki hvør vegleiðir og gevur góð
ráð, men oftari og oftari kemur tað fyri,
at hesi aktivu ferðafólkini koma illa
fyri.
Í vikuni kom eitt fylgi av
kajakrógvarum illa fyri norðanfyri.
Tað sást væl, at hesir rógvarar ikki eru
vanir við viðurskifti á sjónum, sum vit
sum føroyingar kenna til.
Streymur og vindur kann uppá
no time broyta umstøðurnnar frá
dýrdarveðri til sjaskveður og tað var
júst tað sum hendi.
Tíbetur vísti tað seg, at okkara
bjargingartilbúgving var til reiðar og
við hjálp frá bjargingarfeløgum og
privatum komu allir rógvararnir til
lands aftur í øllum góðum.
Ája!
Vit eru komin inn í juli.
Tað vil siga at ólavsøkan nærkast og
harvið nærkast tíðin aftur, tá ið tingið
kemur saman.
Tingfundur
verður
settur
ólavsøkudag klokkan 13.
Hendan dag heldur løgmaður
ólavsøkurøðu sína – ta seinastu í
hesum valskeiðnum.
Hann hevur boðað frá, at løgtingsval
verður leygardagin 3!.august,
men um hann skrivar val út á
ólavsøku vita vit ikki enn.
S p e n n i n g u r i n
e r
stórur til komandi val.
Kanningarnar vísa, at tað
er rættuliga javnt millum
núverandi samgongu og
núverandi andstøðu.
Valið fer at gera
av, hvør fer at stjórna
landinum komandi fýra
árini, men tað er als ikki vist,
at tað sum vit kalla samgongu
og andstøða, verður tað sama
eftir valið.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
Amerikanski ferðavinnu
miðilin Condé Nast Traveler
hevur í nýggjari grein viðmælt
sínum lesarum at vitja Havnina
í Føroyum. Havnin er á sama
lista sum idylliskir býir
í Italia, Sveis og
Grikkalandi
8-13 m/s