Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juli 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JULI 2019 SOSIALURIN 76 10 – Tey, ið hava áhuga í franskari søgu ella europiskari søgu, finna nógv áhugavert í franska høvuðsstaðnum. Í samband við fyrstu flogrutuna hjá Atlantsflog til Paris, var møguleiki at royna hetta ferðamálið. Í tveir dagar var høvi at síggja seg um í býnum og vitja á nøkrum av kendu støðunum í býnum PETUR PÁLL MIKKELSEN T að eru fáir býir, ið draga so nógv ferðafólk til sín, sum Paris. Ríka søgan, listin, mótin og franski køk­urin er sum eitt magnet fyri ferð­andi. Paris hevur verið ein týðandi býur í tvey ártúsund, men bý­ur­ in, sum vit kenna hann nú, tók skap undir Napoleon 3. Hann vildi, at Paris skuldi gerast heims­ ins vakrasti býur, og tí vórðu stór­ar broytingar settar í verk. Býarpartar blivu tiknir niður fyri at gera pláss til stásiligu boule­ vard­irnar. Nógvar av trongu gøt­ un­um hvurvu og býarskipanin gjørd­ist tann, vit kenna hana í dag. Eiffeltornið Tað er ikki ov nógv sagt, at kend­ asta bygningsverkið í Paris og sjálv ímyndin av býnum, er Eiffeltornið. Við sínum 324 metr­ um er tað hægsti bygningur í Paris. Tað er avgjørt vert at fara upp í tornið, tí útsýnið er gott, og tá tú sært oman yvir býin, skilir tú betri arkitekturin og hevur lættari at finna runt í býnum. Bíðirøðirnar at sleppa upp eru ofta langar, og tí er ráðiligt at fara um morgunin. Eiffeltornið varð reist í sam­ band við Heimsframsýningina í Paris í 1889, og ætlanin var, at tað skuldi takast niður aftur. Tann ætlanin bleiv av ongum og fram­ vegis stendur tað uppi. Tað verð­ ur málað sjeyndahvørt ár, og tá verða brúkt 40 tons av máling hvørja ferð. Sacre Cæur Sacre Cæur liggur á hægsta staðn­um omn fyri Montmartre. Frá staðnum hevur tú eitt frálíkt útsýnið yvir allan býin, og kirkjan er eisini verd eina vitjan. Hon er ikki gomul, bert 100 ára gomul. Kirkjan var liðug bygd í 1914, men fyrra heimskríggj gjørdi, at bíðað varð við at víga hana. Hon varð vígd í 1919, og síðani hevur støðugt verið biðið fyri teimum falnu frá krígnum og fyri friði í heiminum. Kirkjan er sera vøkur, bæði uttan og innan og ókeypis er at vitja hana. Montmartre Býarparturin eitur eftir fjall­in­ um Montmartre, ið merkir mar­ tyr­fjallið. Fyrsti biskupurin í Paris, St. Denis, varð hálshøgdur av romverjum á hesum staðnum. Søgn­in sigur, at kroppurin tók høvdið upp og gekk við tí til Saint- Denis, har hann varð jarðaður. Tá stóru umbyggingarnar vóru í Paris undir Napoleon 3., vórðu nógv fólk tvungin at flyta úr býnum. Upprunaliga lá Montmartre uttan fyri býar­ markið og nógv fólk fluttu higar. Mont­martre var ikki undir lóg­un­ um, ið vóru galdandi fyri býin, og held­ur ikki guldu tey skatt til býin. Fyri fólk í Paris bleiv Montmartre eitt væl dámt stað til úferðir og við tíðini stungu undirhaldstøð seg upp, serliga av tí lættara meira frísinnaða slagnum. Kend­asta er helst Moulin Rouge við ka­bar­ett­ um og can can dansi. Nógv kend listafólk hava hildið til í Mont­ martre. Í trongu gøtunum í Mont­martre er sera hugnaligt at spáka ein túr. Nógvir hugnaligir handlar eru, ið hava okkurt til øll. Á gongu­breyt­ unum eru ein hópur av hugna­ ligum caféum, har tú kanst seta teg við einum kaffimunni ella kanst fáa tær okkurt, ið franski køkurin hevur at bjóða. Seinen Gjøgnum Paris rennur Seinen. Oyggj­arnar Ile Saint-Louis og Ile de la Cite liggja í ánni. Elsti part­ ur­in av Paris er á báðum oyggj­ un­um, og her liggur eisini kenda Notre Dame kirkjan. Møguleiki er ikki í løtuni at vitja inni í Notre Dame eftir syndarliga brandin, ið fór illa við kirkjuni. Hon verður um­væld í løtuni. Møguleiki er at sigla á Seinen og gera rundferð um oyggj­arnar. Á rundferðini hevur tú møguleika at síggja nógvar av áhuga­verdu bygningunum í Paris. Champs Élysées Kenda høvuðsgøtan í Paris er Champs Elysse. Har finnur tú nakrar av kendastu mótahandlum í Paris. Tað er ikki bíligt at keypa her, men avgjørt vert eina vitjan og fáa eina kenslu av handilslívinum her. Gøtan er 70 metrar breið og røkkur frá Place de la Concorde, har Sigurbogin stendur. Napoleon Rundferð í Paris: PARIS HEVUR OKKURT TIL Ø