Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juli 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JULI 2019 SOSIALURIN 76 11 Bonaparte lat Sigursbogan byggja fyri at heiðra hermenn sínar eftir sigurin við Austerlitz. Við hin endan av gøtuni er Place de la Concorde, har Bastilluplássið er. Ludvig 14 var hálshøgdur í guillotinui á Bastilluplássinum. Seinni hendi tað sama Marie Antoinette. Tú verður ongantíð liðugur at síggja Paris. Býurin hevur so nógv at bjóða av øllum, og vilt tú síggja alt, tekur tað ár. Sagt verður, at um tú vitjar Louvre og brúkar sjey sekund til hvørt listaverk, tek­ ur tað tvær vikur at koma runt. Louvre er størsta savnið í Paris, men har er ein hópur av øðrum áhuga­verdum søvnum umframt Louvre. Paris hevur okkurt til øll. Tey, ið hava áhuga í franskari søgu ella europiskari søgu, finna nógv áhugavert. Nógvu handils­gøt­ur­ nar hava nógv at bjóða til tey, ið vilja brúka nakrar dagar at handla. Mat­stovurnar og caféirnar eru í einum flokki fyri seg, og tað er ikki av ongum, at franski køkurin ber orð á at vera tann besti. Stutt uttan fyri Paris er Disney­ land. Við beinleiðis sambandi úr Vág­um til Paris tríggjar ferðir um vik­una, hava føroyingar fingið eitt gylt høvið at vitja býin. R ØLL Nýggja ferðamálið PARÍS Nýggjasta ferðamálið hjá Atlantsflog er beinleiðis flogsamband úr Vágum til býanna bý, París. Flogið verður upp til tríggjar ferðir um vikuna frá 1. juli - jóla í 2019. Flogið verður hesar dagar: Frá juli til september: Mánadag, mikudag og fríggjadag Frá oktober til desember: Mánadag og fríggjadag Íbúgvatal: 2.200.000 Tíðargeiri: GMT +1 Mál: Franskt Gjaldoyra: EUR