Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juli 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JULI 2019 SOSIALURIN 76 12 Óli Jacobsen Óli Jacobsen 2. partur T ann 1. oktober 1946 fóru 66 før­oy­ingar við Barjamu til Scrabster fyri at fara á stór­ hvala­veiðu í Suðurís­havin­um við hollendarum. Í seinasta parti varð greitt frá ferðini til Hollands. Høvuðskeldurnar til hesa frásøgn eru Mikkjal Gulklett í Nólsoy og frá hjá Poul Kamban frá pápa sínum Marius Kamban. Endiliga tann 14. oktober komu teir umborð á móðurskipið, Willem Barendsz. fyri at rigga til, áðrenn farið varð avstað. Her var nógv at gera, tí ein hópur av útgerð skuldi takast umborð líka frá heilivági til flogfør. Henda stóra ætlan vakti eisini stóran ans í Hollandi, ikki minst tí fjølmiðlarnir har gjørdu so nógv burtur úr henni. Orsakað av tí stóra almenna áhuganum fekk meginparturin av manningini frí sunnudagin 20. oktober, so fólk kundu sleppa umborð at vitja. Áhugin var eisini stórur, tí ikki færri enn 4.000 fólk komu “á gátt”. Áhugin var framvegis so stórur, at tann 23., tríggjar dagar seinni, komu onnur 1.000 fólk á vitjan. Millum hesi var Bernhard prinsur, maður Julionnu drotning. Men tá ið menn eisini arbeiddu henda dagin, var øll henda vitjanin til fortreð fyri arbeiðinum umborð. Tann 24. oktober var stór stórt ball umborð, tí tann dagin var skipið yvirtikið av reiðarínum. Ein ministari var umborð tann dagin. Tá ið hann kom umborð, fór merki felagsins til tops. Tað var ein javnur streymur umborð av fólki at síggja skipið allan dagin. Tað mundu vera fleiri túsund fólk. Tað vóru so nógv, at tað var sjáldan arbeiðandi fyri teimum. Hendan dagin fóru manningin umborð á Willem Barendsz at búgva. Tá ið føroyingarnir fóru av sjómans­ heiminum, komu norðmenn aftur í staðin fyri teir. Teir skuldu eisini við Willem Barendsz. Tað stóð í hollendskum bløðum, at føroyingar heima vóru illir um, at teir fóru á hvalaveiðu við Willem Barendsz. Onkur helt, at tað mundi heldur vera norðmenn, sum vóru illir um, at føroyingar eisini vóru við. Tann 26. oktober kom eitt flogfar um­ borð aftrat. Flogførini skuldu nýtast til at leita eftir hvali. Sunnudagin 27. oktober kl. 9 um morg­ unin var loyst frá kaiuni. Tveir sleiparar vóru á framendanum og ein á afturendanum í móðurskipinum at fáa tað frá bryggju. Eitt politiorkestur spældi á kaiuni, tá ið skipið varð loyst. Brúgvarnar vóru svartar av fólki, har skipið kom framvið. Eitt ótal av bátum fylgdi skipinum avstað. Tað vóru nógv túsund menniskjur á fótum at síggja skipið fara. Skúlabørn fingu eisini frí at fylgja hesi stórhending. Komnir nakað út um Amsterdam var lagt at eini brúgv í Imuiden, har takast skuldi lóður til hvalaveiðuna, m.a. 2.000 harpunir. Tað var gott veður men regnaði illa. Tá teir komu nakað longur út, komu teir inn í eina kanal. Teir máttu bíða ein hálvan tíma, áðrenn tað var pumpað so mikið av sjógvi inn í kanalina, at skipið kundi sigla víðari. Meðan teir lógu í kanalini, var øgiliga nógv av fólki og hugdi at skipinum. Kl. 6 um kvøldið sleptu sleipararnir skipinum, tá vóru teir væl leysir frá landið. Tá fór sirenan at ýla fyri eini bjargingarroynd. Tað var boð til fólkið um at koma til bátarnar beinan vegin og hava bjargingarbelti hjá sær. Øllum fólkinum á skipinum varð sagt, hvønn bát, teir skuldu koma til, og hvat teir skuldu gera í bátinum. Henda fyrsta royndi fall ikki væl út, tí nógv fólk møtti ikki upp við bátarnar. Síðan var farið til Southampton í Ong­ landi eftir meira útgerð. Her skuldi allur hesin hvalaflotin hittast, so teir kundu fylgjast á leiðini suðureftir. Onkur teirra var tó longu komin til Suðurafrika. Meðan teir sigldu fram við Dover á suðurstrondini á Onglandi, sóu teir fleiri skipsvrak, sum lógu sokkin á botni við mastrum og kommandobrúgv upp und­ an. Hetta hava verið leivdir frá heims­bar­ dag­anum Í Southampton var eisini møguleiki at sleppa í land ein dag at hugna sær. Teir sum høvdu hug at fara í land fingu hálvt annað pund við sær, tá var tað ikki so lítið. Hesum kundi nógvur stuttleiki fáast burt­ ur úr á teimum ymisku barrunum. Summir av monn­unum høvdu eisini trupult við at finna umborð aftur. Sóu "Queen Mary" og "Queen Elisabeth" 29. oktober kl. 7 um morgunin vóru teir komnir inn til Southampton, har teir skuldu taka ymiska útgerð umborð. Kl. 9 kom loðsurin umborð og førdi skipið inn til eina kai. Skipið var væntað, og arbeiðið byrj­aði beinanvegin. 30. oktober arbeiddu teir ymiskt arbeiði umborð. Tá teir byrjaðu um morgunin mangl­aðu 16 mans. Teir vóru eftir í landi og høvdu ongantíð verið umborð um náttina. Seinnapartin fór annað flogfarið hjá Will­em Barendsz at leita eftir einum hvala­báti, sum einki var frætt frá. Tað kom tó skjótt aftur og segði alt at vera í besta lagi. Fleiri føroyingar vóru og hugdu at Queen Mary sum liggur í eini dokk í Sout­hampton. 31. oktober við fleiri øðrum av mann­ ing­in og hugdi at Queen Elisabeth, sum lá við eina kai tætt við har, sum Willem Bar­ endsz lá. Queen Mary og Queen Elisabeth vórðu tá kend sum heimsins størstu ferða­ manna­skip. Áðrenn farið var, blivu føroyingarnir býttir millum móðurskipið og hvalabát­ar­ nar, alt eftir teirra útbúgving og royndir. Ein av teimum, sum Marius Kamban kom at kenna serliga væl, var Torbjørn, son­ ur Jóan Jakku Joensen, kendur skómakari í Havn. Torbjørn var 20 ára gamal og nakað yngri enn Marius. Men hann hevði sínar royndir, tí hann hevði verið við føroyska hvala­bátinum Heyki. Hann hevði eisini verið við øðrum skipum, m.a. Tjaldrinum, tá ið tað sakk í 1946. Hvalabátarnir høvdu umframt kvinnu­ nøvn eisini nummar. Marius fór við Johanna W. Vinke , AM-5, og Torbjørn við Gerrit W. Vinke AM1. Meira enn 100 tons av provianti Tað kann geva eina mynd av, hvussu stórt hetta tiltak var, at nevna nøgdirnar av provianti. Í proviantgoymsluni vóru m.a. 60 tons av eplum, 40 tons av kjøti, 30 tons av mjøli, 22 tons av grønmeti og 10 tons av sukri. 1. november var farið frá kaiuni og út á redina. Har var ankrað upp. Har skuldi bíðast eftir hvalabátunum, sum skuldu koma til Southampton og síðani fylgjast við kókarínum suður eftir. Um kvøldið fingu teir eina bók, har tað skuldi skrivast upp teir tímar, teir arbeiddu yvirtíð. Mikkjal fekk sjey pakkar av sigarettum. 2. november arbeiddu teir á dekkinum fyri at fáa tað ruddað, áðrenn teir skuldu sigla. Um kvøldið fingu teir sápu og annað til keyps umborð umframt aðrar vørur. Herlon í Kálvaið fekk 10 sunlight sápur, 5 sápur til andlit, 1 skógvar, 10 pakkar av tyggigummi, 5 pk av cigarettum. Sunnudagin 3. november arbeiddu teir frá kl. 8 um morgunin til kl. 3 seinnapartin. Dekkið var ruddað, og tá tað var liðugt, var farið at sigla. Fýra av hvalabátunum skuldu fylgjast við Wilhelm Barendsz. Um Í Hollandi varð nógv gjørt burtur úr ætlaðu stórhvalaveiðuni. Hetta komu føroyingarnir eisini at merkja SIÐSØGA Føroyingar á stórhvalaveiðu í Suðuríshavinum: PRINSURIN KEMUR UMBORÐ Willem Barendsz við bryggju í Hollandi. Sum tað sæst er áhugin hjá fólki stórur. Bernhard prinsur vitjaði umborð