hósdagur 4. juli 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JULI 2019
SOSIALURIN 76
13
Komandi partur
Í komandi parti verður endaliga komið fram og
hvalaveiðan kann byrja. Men fyrst skulu gjøgnum
“linjudópin”, tá ið farið verður um ekvator.
kvøldið vóru nógv telegramm send yvir
Amsterdam til Føroyar. Teir fóru at sigla kl.
1 og settu kós móti Cape Town í Suður Afrika.
Hvalabátarnir kundu sigla 14-16 míl,
meðan Willem Barendsz bara sigldi 10 míl.
Men tá ið allir skuldu fylgjast, mátti ferðin
hjá hvalabátunum vera har eftir.
Nú var ein mánaði farin, síðan farið
varð úr Føroyum, og allir føroyingarnir
vóru komnir at kennast, summir blivu
vinir fyri lívið. Millum hesa vóru Marius
og Torbjørn.
Á longu ferðini varð nógv gjørt umborð
á móðurskipinum at gera tað hugnaligt hjá
manningini, tá ið hon hevði frívakt.
Men hesum fingu Torbjørn og Marius
ikki nógva gleði av, tí teir vóru við hvør
sínum hvalabáti, har ikki varð hugsað um
slíkt.
Úr dagbókini hjá
Mikkjali og Herlon
Mikkjal Gulklett er sera neyvur í síni dag
bók. Teir arbeiddu hvønn dag á ferðini.
Men eisini var ofta okkurt serligt.
Her verður greitt frá sjálvari ferðini suð
ureftir:
4. november. Tríggir hvalabátar sóust
tætt hjá okkum. Tann fjórði sást ikki. Tað
var stór og tung alda, men lítil vindur.
Herlon: Eg fekk 1000 cigarettir, 8 plátur
Cavendis, 5 pk svávulpinnar, 10 pk choko
ladur, einar handskar.
5. november arbeiddu vit á dekkinum
við at smyrja veirar og kveyla teir upp á
afturdekkið. Kl. 12 í dag vóru vit mitt í
Biskayabuktuni.
6. november var arbeitt á dekkinum. Tað
var mest spleysan av veirum og trossum
sum gjørt var. Veðrið er av tí allarbesta.
7. november. Seinnapartin kom ein
hvalabátur at borði at fáa sær nakað av
provianti. Nakað seinni kom ein annar
at fáa sær eina tunnu av solarolju. Veðrið
er stak gott. Á middegi vóru vit tvørs av
Lissabon í Portugal.
9. november var arbeitt á dekkinum til
kl. 1. Tá fingu vit frí, tað sum var eftir av
degnum. Ein hvalabátur kom aftur í dag
at fáa sær vatn og olju. Skiparin á honum
gramdi seg um, at hann og stýrimaðurin
máttu gera alt arbeiði umborð, tí manning
in var øll frá Hollandi. Teir dugdu bara at
tosa hollendskt. Teir skiltu hvørki norskt
ella eingilskt. Annars hevur verið nevnt, at
níggju tungumál vóru umboðað á túrinum.
Sunnudagin 10. november - tíðliga á
morgni - sóu vit tær Kanarisku oyggjar
nar. Um kvøldið var togtogan á dekkin
um millum føroyingar og hollendarar.
Føroyingarnir vunnu. Eisini var boksi
kampur millum hollendarar sínámillum.
Ljósbíløt eru at síggja hvørt leygarkvøld
í messuni.
11. november var arbeitt á dekkinum ym
iskt arbeiði. Sólin skein, og tað var øgiliga
heitt. Segl vóru spent tvørtur um dekkið
fyri at fáa nakað av lívd móti hitanum.
12. november var arbeitt á dekkinum
uppá veirar og annað togverk. Tað var
ikki so heitt sum dagin fyri. Tað er so
almindiligt, tá ið arbeitt verður, at menn
inir ganga naknir yvir beltið fyri at tola
hitan betur.
13. november var sama arbeiði fyri á
dekkinum. Ein hvalabátur kom í dag at
fáa sær olju og vatn. Teir høvdu við sær
tveir flúgvifiskar, sum vóru dotnir niður
á dekkið hjá teimum. Teir sóu út sum ein
stór sild. Tað var bert tann munur, at teir
høvdu veingir.
Í dag frættist, at ein dampari úr sama
reiðarí sum "Willem Barendsz", skuldi møta
okkum og taka post heim frá okkum. Tað
varð ikki so.
14. november var arbeitt á dekkinum við
sama lag. Fleiri av monnunum eru so illa
sólbrendir, at teir fáa illa arbeitt. Kl. 7,30
helt sekreterurin eitt møti í messuni um
kontraktina.
15. november Um kvøldið fór at regna, og
tað bleiv nakað væl av vindi. Toran fór at
ganga, og alt havið var upplýst sum klárur
dagur av toruljósum og veðurljósum. Einar
tveir tímar helt toran uppat, og tað var gott
veður aftur.
16. november var arbeitt til kl. 1 við
ymiskt arbeiði. Um kvøldið sóu vit ljósbíløt
úti á dekkinum. Meðan vit hugdu eftir ljós
bíløtum fór at regna, so mátti tað flytast
inn í messuna fyri at síggjast liðugt.
Hetta eru føroyingarnir, sum vóru við
1. Herlon Jacobsen (Kálvalíð), Miðvágur
2. Karstin Hansen, Svínoy
3. Niels Midjord, Akrar ella Sumba
4. Hans Jákup (?), Miðvágur
5. Aksel Nielsen, Sumba
6. Dánial Johannes Mørk, Miðvágur
7. Mikkjal Danielsen (Gulklett), Nólsoy
8. Thomas Pauli Thomsen, Nólsoy
9. Tórálvur Poulsen, Nólsoy
10.Viljormur Joensen, Nólsoy (pápi Ova)
11. Palli Frederiksen hjá
Kunoyinginum, Miðv.
12. Henning Jacobsen, Miðvágur
13. Hilmar Petersen, Sandavágur
14. Juul Jacobsen, Nólsoy
15. Bjarki Skaale, Tórshavn
16. Anders Andersen, Strendur
17. Absalon Jensen, Tórshavn
18. Richard Nybo, Hestur
19. Hans Zachariasen, Hestur
20. Roald Hermansen, Hósvík
21. Óli Olsen, Argir
22. Martin Hentze, Sandur
23. Emil Lyngvej, Hestur
24. Niels Pauli Kjærbæk, Sumba
25. Poul (á Borð) Hansen, Tórshavn
26. Ludvig Jacobsen, Miðvágur
27. Óli Christian Jacobsen, Tórshavn
28. Johannes Heinesen, Múli
29. Marius Kamban, Tórshavn
30. Johan við Stein (Pollux), Tórshavn
31. Torbjørn Joensen, Tórshavn
32. Hans Jacob Hansen, Argir
33. Símun Pauli Lilaa, Lorvík
34. Poul Johs. Zachariasen, Sandur
35. Martin Tórgarð, Nólsoy
36. Hans Jacob Berg, Sandur
37. Sigurð Hentze, Skopun
38. Karl Hansen (Reynheim), Tórshavn
39. Aksel Petersen, Norðdepil
40. Juleif Jacobsen, Tórshavn
41. Magnus Sørensen, Dalur
42. Nikkel Jacobsen, Lorvík
43.Vilhelm Wilhelmsen, Tórshavn
44. Ejler Bærentsen, Tórshavn
45. Tórberg Gudmundsson, Tvøroyri
46. Johannes Poulsen (á Kák), Tórshavn
47. Hans Erling Guttesen, Tórshavn
48. Napoleon Nolsøe, Vágur
49. Óli Bech, Dalur (sonur nr. 58)
50. Arnold Davidsen, Nes
51. Johs. Olsen, Sandur
52. Christian Mittún
(Mattalág), Tórshavn
53. Róland Olsen, Kollafjørður
54. Henry Johansen, Vestmanna
56. Theodor Samuelsen, Tórshavn
57. Lars Davidsen, Vágur
58. Olivur Bech, Dalur
59. Abraham Joensen, Vestmanna
60. Napoleon Olsen, Hósvík
61. Johannes Eirikstoft, Tórshavn
62. Ebbe Mortensen, Tórshavn
63. Åge Hvidfeldt, Tvøroyri
Skemtan á longu ferðini. Her síggja vit f.v. Torberg Gudmundsson,
Óla Olsen, Hans J Poulsen, Juul Jacobsen, Richard Nybo og Emil
Lyngvej. Við bakinum til, Johan við Stein, kallaður Polluks.