hósdagur 4. juli 2019síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
OYGGJALEIKIR
12
1939
6. JULI - 12. JULI 2019
SVIMJINGIN PLAGAR
AT GERA EITT HÁL
SVIMJING: - OYGGJALEIKIR ERU NAKAÐ SERLIGT. MAN VIL VERULIGA
GER ALT SUM LIÐ FYRI AT VINNA SO NÓGV HEIÐURSMERKIR TIL FØROYAR
SUM TILBER, SIGUR EIN AV SVIMJARUNUM, SIGNHILD JOENSEN.
Pætur Albinus
Svimjingin plagar at vera ein av stóru heiðurs
merkjaslúkunum hjá Føroyum á oyggjaleikunum.
Á seinastu oyggjaleikum, sum var í Gotlandi í
2017, vann svimjingin 35 av teimum 87 heiðurs
merkjunum, sum Føroyar vunnu á leikunum.
Onnur ár hevur svimjingin vunnið meira enn
helvtina av heiðursmerkjunum hjá Føroyum, og
tað røkist aftur í ár fyri, at svimjingin fer at gera
eitt hál. Við eru hesaferð 13 stinnir føroyskir
svimjarar.
Ein av teimum, sum hevur vunnið fleiri heið
ursmerki til Føroya, nærri nágreiniliga 13 - fimm
gull, fýra silvur og fýra bronsur - er 18 ára
gamla Signhild Joensen úr svimjifelagnum Ægir í
Klaksvík.
Hon svimur javnan í stórum altjóða kappingum
so sum HM, men henni dámar væl at koma til
oyggjaleikirnar.
- Oyggjaleikirnir eru nakað serligt. Á
oyggjaleikunum eru altíð nógvir áskoðarar og
stemningurin er ein heilt annar. Tað ger at man
veruliga ger alt sum eitt lið fyri at vinna so
nógv heiðursmerkir til Føroyar sum tilber, sigur
Signhild.
Signhild hevur verið á oyggjaleikunum tvær
ferðir áður, á Jersey í 2015 og í Gotlandi í 2017,
og fimm ferðir hevur hon sett oyggjaleikamet.
Tað hevur verið í 100 og 200 metrum rygg.
Hesaferð luttekur hon í 50, 100 og 200
metrum rygg umframt 100 metrum firvald.
FER EFTIR METUM
Hjá Signhild Joensen vera oyggjaleikirnir start
skotið til eina mánaðarlanga svimjiferð út í heim.
Eftir oyggjaleikirnar fer hon beinleiðis til Gwangju
í Suðurkorea at luttaka í HM, og haðani fer hon
beinleiðis víðari til Tokyo í Japan at luttaka í World
Cup.
Signhild sigur, at tað fyri hennara viðkomandi
verður eitt langt summar við svimjing, men at hon
hevur vant væl og nógv fyri at formurin skal vera
góður til oyggjaleikirnar og restina av summar
inum.
- Málið hjá mær er fyrst og fremst at svimja
skjótari enn eg nakrantíð havi gjørt, og so verður
spennandi at síggja hvat tað røkkur til, sigur
Signhild og leggur afturat at málið tískil eisini er
at seta føroysk met.
Føroyski hópurin hevur vant dúgliga og fyri
reikað seg væl til oyggjaleikirnar.
- Svimjarnir hava undanfarin ár verið væl fyri
tá oyggjarleikirnar eru, so eg vóni at formurin
verður góður og at vit øll fara at klára okkum væl,
sigur Signhild Joensen.
Nógv nýggj andlit eru í føroyska hópinum, og
nærum helvtin av hópinum eru við á sínum fyrstu
oyggjaleikum. Tey eru Bartal Eidesgaard, Jóhan
Dam, Elisabeth Erlendsdóttir, Eyðrið Mortensen,
Barbara Debes og Rebekka Trygvadóttir.
Í Gibraltar verður svomið í einum uttandura
svimjilhyli. Hetta var ikki upprunaliga ætlanin,
men ein avleiðing av at takið ikki verður liðugt
bygt til tíðina.
HÓPURIN
MENN
Alvi Hjelm
Bartal E. Eidesgaard
Jóhan Dam
Óli Mortensen
Pál Joensen
Rókur Trygvason
Róland Toftum
KVINNUR
Barbara Debes
Elisabeth Erlendsdóttir
Eyðrið Mortensen
Rebekka Trygvadóttir
Signhild Joensen
Vár E. Eidesgaard
VENJARAR
Juan Jaime Arroyo Toledo
Panagiotis Christou