Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-04, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juli 2019síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN OYGGJALEIKIR 20 1939 6. JULI - 12. JULI 2019 -ONKUNTÍÐ KENNAST BEININI SUM SPAGHETTI TRIATHLON: TRIATHLON - VÍÐAKENDA OG RÆÐANDI ÍTROTTARGREININ, HAR ÍÐKARIN ÚTLÚGVAR SEG Á TRÍGGJAR YMSAR HÆTTIR SKAL ÍÐKAST AV FIMM FØROYINGUM Á GIBRALTAR. Pætur Albinus og Sjúrður Hildarson Hoydal Gunnar Dahl-Olsen og Andrass Joensen standa fyri royndunum við sínum óteljandi luttøkum í bæði súkkling og triathlon. Afturat teimum í hópinum hava teir Hávard Vatnhamar, Magna Jóhanson Hansen og Jákup Petur Eliassen. Jákup Petur Eliassen er eisini nøgdur við at hava royndu kreftirnar at stuðla sær. -Eg haldi teir hava verið á oyggjaleikum einar 20 ferðir til samans, so teir kunnu læra frá sær til okkum nýggju, tekur hann til. DRÚGV VENJING Triathlon krevur nógva venjing, greiðir hesin nýggi frá. Har skulu nógvir tímar brúkast hvørja viku og har eru nógvir lutir at arbeiða við, og tað tekur langa tíð at betra seg, tá ið tú skalt arbeiða í smálutum. -Vit eru rættiliga priviligeraðið at vit hava ein venjara sum Súsonnu Skylv, sum hevur royndir av hægsta stigi og veit hvat krevst, sigur Jákup Petur Eliassen. BEININI KENNAST SUM SPAGHETTI Føroysku íðkararnir skulu ikki bara duga at renna, súkkla og svimja. Teir skulu eisini duga at kappast, og tað hava teir gjørt. -Skipað hevur verið fyri kappingum, sum bæði er góð venjing, men eisini ein góður máti at læra seg at kappast, sigur føroyski triathleturin og greiðir frá: -Tað er ein rættiliga løgin kensla tá ið tú ert í kapping og skal byrja at renna. Tað heldur tú at tú dugur, men tá ið tú hevur svomið og súkklað og áhaldandi trýstur kroppin út á markið, fara beinini at kennast sum spaghetti, tá ið tú byrjar at renna. Tá noyðist tú at hava vant og roynt hetta fyrr, so at tú ikki fert í panikk – Tú mást hava álit á at kenslan batnar um eina løtu, sigur Jákup Petur Eliassen. HAVA KAPPAST Á UPPAFTUR LONGRI TEINUM Á Oyggjaleikunum verður kappast á OL-teinurin, sum er 1500m svimjing, 40 km súkkling og 10 km renning í nevndu raðfylgju. Magni Jóhansson Hansen og Jákup Petur Eliassen luttóku eitt nú í EM í Ironman 70.3 (1900 m svimjing, 90 km súkkling, 21,1 km renning). Magni kom á mál sum nummar 34 í sínum aldursbólki við tíðini 4 tímar 36 minuttir og 53 sekund, meðan Jákup Petur fekk tíðina 4.29:25 og gjørdist nummar 23, og harvið sleppur við til HM eisini. Tíðirnar hjá báðum føroyingunum vóru eisini betraðar ávikavist sjey minuttir og 22 minuttir í mun til árið frammanundan. Hitin og havið eru avbjóðingar Í ítrotti, ið snýr seg um úthaldni, hava umstøðurnar altíð nógv at siga. Súkkluteinurin man hóva føroyingunum væl, hugsar Jákup Petur, tí hesin hevur rímiliga nógva hædd, eins og í Føroyum. Men tá ið teinurin er so kuperaður er tað ein fyrimunur at hava lága vekt, og vit eru kanska ikki av minstu monnum, sigur Jákup Petur. Svimjingin er í havinum, og tað er rættuliga stórur munur á at svimja í svimjihyli har tað er kyrt og so á havi. Í einum hyli ert tú einsamallur á eini geil, og hevur strikur og tog at svimja eftir, umframt ein kant at sparka seg út frá í heilum. Í opnum havið við aldum, har tað eru nógvir svimjarar í einum klumpi og berjast um plássini, er ein stórur munur, sigur Jákup Petur, men har er enn ein avbjóðing.’ -Hitin verður óivað størsta avbjóðingin. Vit kunnu vænta upp ímóti 30 hitastigum, og akkurát hvussu vit reagera á degnum er ringt at siga, men vit royna sjálvandi at hugsa hetta inní okkara fyrireikingar, staðfestir Jákup Petur. Hóast avbjóðingarnar gleða føroysku íðkararnir seg til rutuna á Gibraltar: Súkklingin verður bæði teknisk við nógvum svingum og við brekkum bæði oman og niðan, so tað skal nokk blíva spennandi. Renningin er harafturímóti púra sløtt, men tá eru nógvar kreftir longu brúktar, og vit hava eisini hitan at berjast við, sum vit ikki eru so von við um okkara leiðir. So vit fáa okkum roynd, sigur Jákup Petur. HÁVARD ER FANTASTISKUR Hávard Vatnhamar er fyri fyrstu ferð við í føroyska triathlon-hópinum, og oyggjaleikirnir eru ein liður í fyrireikingini hjá honum at røkka para-olympisku leikunum í Tokyo í 2020. Hávard er millum bestu para-thriathletar í heiminum, men á oyggjaleikum hevur hann ein vansa í mun til kappingarneytarnar. - Eg haldi tað er eitt bragd. Hann skal jú svimja 1500 metrar sum øll onnur, men hann hevur altso bara ein arm og vit hava tveir. At hann so framvegis kann verða við, sigur nakað um støðið hjá honum. Tað er heilt fantastiskt, sigur Jákup Petur um liðfelagan. STØÐIÐ ER HØGT Um føroysku íðkararnir fara at røkka úrslitum, er trupult at siga. - Sum eg havi skilt, so plaga tað at verða nakrir øgiliga sterkir triathletar við. So í einstaklingakappingini ivist eg í um heiðursmerkjamøguleikin er so stórur. Men um vit hvør sær enda so ovarlaga sum gjørligt, so kundi tað kanska verið ein møguleiki fyri einari bronsu í liðkappingini, har tað eru tríggjar tær bestu tíðirnar hjá hvørjum landið sum telur. Men støðið í føroyska hópinum er eisini høgt. Andrass gjørdist fyri stuttum Danmarksmeistari í sprint triathlon og nummar 2 í einari hálvari ironmankapping í Danmark. -Andrass hevur gjørt triathlon í eini 15 ár, men hevur ongantíð verið skjótari enn hann er nú, so tað vísur at tað ræður um at hanga í, hóast hann, sum vit onnur blíva eldri, sigur Jákup Petur, ið eisini tekur fram 24 ára gamla liðfelagan, Magna. – Hann er eitt satt stjørnuskot, sigur Jákup Petur Eliassen. HÓPURIN Gunnar Dahl-Olsen Andrass Joensen Hávard Vatnhamar Magni Jóhanson Hansen Jákup Petur Eliassen