hósdagur 4. juli 2019síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
OYGGJALEIKIR
22
1939
6. JULI - 12. JULI 2019
G
IBRALTAR ER PARTUR
AV TVEIMUM JAMES BOND
FILMUM
Gibraltar hevur tann stóra heiður og æru, at lítla landið hevur á
tveimum sinnum verið partur av filmum í heimskendu filmsrøðini um
bretska njósnaran, James Bond. Í 1967 var ein partur av filminum
"You only live twice" við Sean Connery í høvuðsleiklutinum tikin upp í
Gibraltar. 20 ár seinni var ein partur av filminum "The Living Daylight"
við Timothy Dalton í høvuðsleiklutinum tikin upp í Gibraltar.
B
ARA 29 KM AV VEGI
ERU Í GIBRALTAR
Gibraltar er millum heimsins minstu lond, og hóast vit í
Føroyum ikki halda okkum hava nakað serligt av veganeti í Føroyum
samanborið við okkara grannalond, so er veganetið í Føroyum stórt
um vit samanmeta tað við veganetið í Gibraltar. Samlaða veganetið í
Gibraltar er bara 29 kilometrar. Tað eru bara oyggjarbólkarnir, Tuvalu
og Kokosoyggjarnar, ið hava eitt veganet sum er minni enn veganetið í
Gibraltar.
J
OHN LENNON
BLEIV GIFTUR Í GIBRALTAR
Kendi tónlistarmaðurin og sangskrivarin, John Lennon sum
var ein av oddamonnunum í legendariska orkestrinum, The Beatles
bleiv giftur við Yoko Ono í Gibraltar. Hetta var fyri hálvari øld síðani,
20. mars í 1969. John Lennon og Yoko Ono ætlaðu at blíva gift í
Fraklandi, men tey funnu ongan sum vildi gifta tey í Fraklandi, og tí
ferðaðust tey allan vegin til Gibraltar fyri at blíva gift.
V
ILLAR APUR LIVA Í GIBRALTAR
Eitt helit serligt við Gibraltar er, at Gibraltar er einasta
staðið í øllum Evropa har villar apur liva. Aðrastaðni í
Evropa eru apur altíð partur av einum djóragarði. Tað eru umleið 300
villar apur, ið liva í Gibraltar. Ferðafólk verða mint á at ansa serliga
væl eftir tá tey fara at hyggja eftir apunum. Apurnar eru kringar og eru
skjótar at taka mat úr ryggsekkum hjá ferðafólkum um ein ikki ansar
eftir verður sagt.