hósdagur 4. juli 2019síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
OYGGJALEIKIR
23
1939
6. JULI - 12. JULI 2019
G
IBRALTAR HEVUR HOYRT
TIL BRETLAND Í 306 ÁR
Spania ger krav uppá Gibraltar, men í Gibraltar vilja tey
heldur hoyra til Bretland. Síðani sáttmálan, ið var undirskrivaður í
Utrecht í Niðurlondum í 1713 hevur Gibraltar hoyrt til Bretland. Í 1967
og í 2002 vóru fólkaatkvøður hildnar í Gibraltar. Í 1967 atkvøddu
99,64 prosent fyri at hoyra til Bretland. Í 2002 atkvøddu 98,97
prosent fyri at hoyra til Bretland, so fólkaviljin var lítið fluttur uppá 35
ár má staðfestast.
R
EYÐAR BRETSKAR
TELEFONBOKSIR ERU
Í GIBRALTAR
Tað gongur við rúkandi ferð við samskiftinum kring heimin, og
fartelefonirnar vit hava uppiá okkum fáa fleiri og fleiri hentleikar.
Men ynskir ein eitt afturhvarv, tá tað kemur til at tosa telefon
uppá tann góða gamla mátan í einari telefonboks, so býðst høvið
til hetta í Gibraltar. Kring Gibraltar eru tær tiltiknu reyðu bretsku
telefonboksirnar at finna, og tær fáa ein at hugsa um góðu gomlu
tíðina áðrenn 5G.
E
ITT SERSTAKT TUNGUMÁL
ER Í GIBRALTAR
Tey sum fara á oyggjaleikir í Gibraltar fáa ongar
trupuleikar við at samskifta við fólkið á staðnum. Gibraltar er partur
av bretska heimsveldinum, og tí duga øll sum búgva í Gibraltar enskt.
Men Gibraltar hevur eisini eitt serstakt tungumál, ið nevnist llanito.
Llanito er er ein løgin blanding av andalusiskum sponskum og enskum.
Í Llanito eru eisini maltesisk, portugisisk og hebraiisk orð at finna.
H
ITLER VILDI HAVA FRANCO
AT HERTAKA GIBRALTAR
Undir seinna heimskríggi (1939-1945) hevði Gibraltar
sera stóran hernaðarligan týdning fyri Stórabretland í stríðnum móti
Nazitýsklandi. Hetta visti týski einaræðisharrin, og tí vildi hann hava
spanska einaræðisharran, Francisco Franco at hertaka Gibraltar. Men
Francisco Franco valdi at lata Gibraltar fáa frið, og var Adolf Hitler í
øðini um hetta. Av somu orsøk hittist einaræðisharrarnir bara eina ferð.