Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juli 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 8. juli 2019 · Nr. 77 TÍÐINDI fleiri dømir um elds­brun­ar, har fólk eru brend inni, tí tey ikki sleppa út. Hatta eru brandfellur, sigur Kári Thom­ sen og vísir á, at kom­fýr­ur­in stendur beint undir krúpu­ loftinum. Gjørdi vart við trupulleikan Kári Thomsen sigur, at hann gjørdi byggideildina í Vágs komm­unu vart við hetta longu fyri tveimum árum síðani. Har hendi einki, so í januar gjørdi hann av at ringja til borgar­ stjór­an. – Eg ringdi til Dennis Holm og segði, at smátturnar ikki lúk­aðu krøvini til útleigan. Hann segði mær so, at loftið verð­ur ikki leigað út til at sova í. Men hetta kundi ikki passa, meinti Kári, tí á myndunum hevði hann jú sæð, at mad­rass­ ur vóru uppi á loftinum. – Eg ringdi til Visit Suðuroy og spurdi meg fyri, og tað vísti seg, at har vóru tvey sovipláss uppi á, sum fólk kundu sova í, sigur hann. Og júst hetta vísir seg at passa enn tann dag í dag, sam­ bært lýsingini hjá Smáttunum á AirBnb, og Visit Suðuroy vátt­ar eisini hetta fyri Sosial­ inum. Kærur fóru í ring Kári Thomsen valdi at kæra málið til Heilsu- og Inn­lendis­ mála­ráðið, sum er stovnurin, sum varar av, at kommunurar umsita sína bygging og viður­ skifti á lógligan hátt. Hann vildi hava, at tað bleiv syrgt fyri, at rýmingarleið varð gjørd, umframt at skil fekst á rima­verkið. – Eg segði við Heilsu- og Inn­lendismálaráðið, at tey skuldu geva Vágs kommunu eina freist til, nær tað skuldi vera liðugt. Men tey royndu held­ur at spæla bóltin víðari til Almanna- og Heilsu­mála­ ráðið, tí tað var talan um leigu­ mál. Tey høvdu eftir øllum at døma einki við tað at gera. Hetta var í mars mánað. So var ikki nógv eftir at gera hjá Kára Thomsen, sum kendi seg noyddan at kæra til Løg­ tings­ins umboðsmann, tí eing­ in annar vildi taka ábyrgd. Løg­tingsins umboðsmaður sendi síðani bræv til Vágs komm­unu og bað um við­merk­ ing­ar um málið. Takvindeyga skal í Fyrst í mai fekk pípan eitt annað ljóð. – Dennis Holm skrivaði til mín, at eigarin av húsunum hevði biðið kommununa um loyvi at seta takvindeyga í, sig­ ur Kári Thomsen og heldur fram. – Tað var gott at hoyra, og upp á tann mátan kom tað í ord­an. Men tað skuldi heldur verið so, at kommunan álegði eig­aranum at fáa tað gjørt. Kommunan er myndugleikin, sum hevur ábyrgdina; ikki byggi­harrin ella eigarin. Smátt­ ur­nar eiga at vera lukkaðar, inn­til hasi viðurskiftini vera í ord­an. - Nógv fyri og langt úti Kári Thomsen følir ikki, at hans­ara áheitan og kæra bleiv tikin í nóg stórum álvara yvir­ høvur. – Tað er nógv fyri, at eg skal klaga til Heilsu- og Inn­lendis­ málaráðið uttan at fáa tað í ordan. Enn meira langt úti er tað, at eg noyddist líka til Løg­ tingsins umboðsmann fyri at fáa eina brandfellu í Vági í ord­ an, sigur Kári Thomsen, sum brúkti nógvar tímar uppá at finna paragraffir fram, sum eru galdandi fyri bruna­góð­ kenn­ing og bygging annars. – Eg royndi bara at gera eina góða gerð og siga teimum, at hetta ikki var í ordan og sera álvar­sligt. Í staðin royndi Vágs komm­una at bagatellisera málið og tveita tað frá sær. – Kommunan kundi farið á heysin Sum royndur arktiektur føldi Kári Thomsen tað sum sína skyldu at boða myndug­leik­un­ um frá. – Tað er í lagi at halda meg fyri rukku, tað leggi eg einki í. Men eg fari ikki at hava eina vitan, sum kann kosta fólki lívið. Um onkur verður brend­ ur inni og doyr, so visti eg av tí áðr­enn. Tað fari eg ikki at góð­ taka, sigur hann. Ræðumyndin hjá arkitekt­ in­um av Tvøroyri er greið: – Um ein smátta varð leigað út til eitt amerikanskt par við tveimum børnum, og onkur brendi inni, so hevði Vágs kommuna farið á heysin. Ein amerikanskur sakførari hevði komið upp í leikin, tí húsini ikki vóru í lagi, og tað hevði kostað kommununi fleiri hundraðtals milliónir krón­ur í endurgjaldi. Vágs komm­una hevði ongantíð komið fyri seg aftur, sigur Kári Thom­sen. Loftið skal ikki brúkast sum sovipláss Borgarstjórin í Vágs komm­unu, Dennis Holm, sigur, at hann ikki hevur tveitt málið frá sær, men at hann hevur tikið ávar­ ingina hjá Kára Thomsen til eftirtektar. – Tá Kári gjørti vart við hetta, so gjørdi eg bein­an­ vegin eigaranum greitt, at loftið ikki skal brúkast til at sova á. Eigarin segði so, at loftið verður ikki brúkt til tað. Teir hava eisini ætl­ an um at gera vindeygu í sum rýmingarleið, segði Denn­is Holm, tá Sosialurin spurdi hann um hetta síðst í mai mánað. Men enn er einki tak­ vind­eyga komið í, nú vit skriva juli, og sambært Vis­ it Suðuroy og AirBnb verð­ ur krúpuloftið enn brúkt sum sovipláss. Smátturnar lúka krøvini Ein týðandi partur av hes­ um málinum er, sambært Dennis Holm, nær húsini vórðu bygd - sum var í 2016 undir gomlu byggisam­ tykt­ini. – Smátturnar eru bygd­ ar undir gomlu byggisam­ tyktini, har eingi krøv vóru um hetta, sum Kári Thom­ sen hevur gjørt vart við. Tað, sum er bygt, áðrenn BK17 kom í gildi, skal ikki liva upp til tey krøvini frá BK17. Og smátturnar liva fult upp til tey gomlu krøv­ini, sigur Dennis Holm. Hann vísir á, at alt er í ordan við smáttunum, tá hugsað verður um bygging. – Tað er bara ein spurn­ ingur um, hvat verður brúkt sum sovipláss, og hvat ikki verður brúkt sum sovipláss. So leingi sum krúpuloftið ikki verður brúkt til at sova í, er alt í lagi, og tað hava vit gjørt eig­aranum greitt, at loftið ikki er til at sova á. Dennis Holm: gi eru brandfellur Á útleigingarsíðuni, AirBnb, stendur svart upp á hvítt, at krúmuloftið hevur tvey sovipláss