Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juli 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 8. juli 2019 · Nr. 77 TÍÐINDI – Eg vil ikki hava eina vitan, sum kann kosta fólki lívið. Um onkur verður brendur inni og doyr, so visti eg av tí áðrenn. Tað fari eg ikki at góðtaka, sigur arkitekturin Kári Thomsen, sum hevur brúkt nógva tíð upp á at greiða myndugleikunum frá, at tað ikki er loyvt at hava sovipláss á einum krúpulofti uttan rýmingarleið Pætur Hjalmar Evensson pature@sosialurin.fo Við Laksá í Vági eru 10 hugna­ lig­ar smáttur, sum verða brúkt­ ar til at leiga út til føroy­ing­ar og útlendsk ferðafólk. Har hava nógv fólk gist síðan 2016, tá tær vórðu bygdar, og fólk hava tikið væl ímóti lítlu reyðu hús­unum. Men tað eru ikki øll, sum halda hesar smátturnar vera nakað slag av sólkinssøgu. Kári Thomsen, arkitektur, finnst hvassliga at smáttunum, sum hann kallar fyri brand­ fell­ur. Hann hevur roynt at gjørt vart við nakrar vandar við smáttunum við at seta seg í sam­band við tey røttu fólkini, men her følir hann, at hann er bliv­in vendur í hurðini ferð eft­ir ferð. Vandar við krúpulofti og rimaverki Smátturnar hava tvey kømur við tveimum seingjum hvør. Við einum stiga ber til at koma upp á krúpuloftið, sum á al­ mennu síðuni hjá Smáttunum í Vági verður lýst sum tvey sovi­pláss, tí har eru tvær madr­assur til tað sama. Altso til­samans eru seks sovipláss í hvørj­ari smáttu, undantikið einari. Tá Kári Thomsen á mynd­ um sá, hvussu smátturnar vóru inn­rættaðar, varnaðist hann, at eingin rýmingarleið var á loft­inum. – Mann kann ikki gera eitt kamar, har eingin sleppur út. Tað rætta er at hava eitt vind­ eyga, sum mann sleppur út ígjøgn­um á loftinum. Tað er held­ur ikki loyvt at hava eitt so­vorðið rimaverk fyri krúpu­ loftið, tí tað skal vera heilt opið, sigur Kári Thomsen. – Tey eiga ikki at hava loyvi til at leiga hatta út, men tað verður leigað út allíkavæl. - Hatta eru brandfellur Kári Thomsen stúrir fyri trygd­ini hjá fólkunum, sum velja at búgva í smáttunum. – Um tað kemur eldur í niðri undir, so sleppa fólk ikki út, men kunnu enda við at brenna inni og kvalast í royki. Tað eru Kári Thomsen, arkitektur: - Smátturnar í Vág Smátturnar í Vági eru í hugnaligum umhvørvi við Laksá Hetta er ein av fleiri myndum, sum eru at síggja á AirBnb, har til ber at leiga sær smáttu í Vági. Her sæst, at madrassur eru á krúpuloftinum, og umtalaða rimaverkið sæst eisini - men eingin rýmingarleið/takvindeyga