mánadagur 8. juli 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 8. juli 2019 · Nr. 77
TÍÐINDI
miðnámsskúlanæmingar, sum
eitur Ungt Virki. Tær vunnu
kappingina, og eftir hetta ivað
ist Heidi Lindenskov Róadóttir
ikki í, at ÖDN skuldi blíva til
meira enn eina skúlaverkætl
an.
Vinnandi bólkurin fekk um
framt ein kekk á kr. 5.000 frá
Betri eina ferð við uppihaldi í
Keypmannahavn, har bólkurin
slapp at umboða Føroyar til
DM í Ungum Virki, sum varð
hildið í apríl.
Beint eftir tær vunnu FM í
Ungum virki, segði ungi stjórin
soleiðis við in.fo:
- Vit spæla við tankan um
eina framtíð, tí vit halda, at
hetta hevur ein sera góðan
møguleika at gerast til nakað
ordiligt. Vit eru sera positivt
yvirraskaðar yvir, at fólk taka
so væl ímóti hugskotinum hjá
okkum, segði Heidi Lindenskov
Róadóttir fyrst í mars mánað í
ár.
- Vit skulu ikki
tyngja umhvørvið
Genturnar handan ÖDN settu
sær frá byrjan av fyri at upp
fylla eitt av teimum 17 heims
málunum hjá Sameindu Tjóð
um.
- Vit stuðla serliga tí 12.
heimsmálinum, sum inniber,
at vit hava eina burðardygga
framleiðslu. Tað leggja vit
stóran dent á. Umhvørvið skal
ikki tyngjast av okkara fram
leiðslu og fyritøku, og tað
tryggja vit við at nýnýta telt
ini, sigur Heidi Lindenskov
Róadóttir.
Legatið gevur góðar
møguleikar
ÖDN er tann fyrsta føroyska
fyritøkan, sum hevur fingið
váttað hetta sokallaða heims
málsmikrolegatið frá Fonden
for Entreprenørskab. Mikro
legatið skal síggjast sum ein
viðurkenning og eitt stempul
fyri at vera ein burðardygg
fyritøka.
- Hetta legatið kann mann
brúka til nógv, tá mann berur
fyritøkuna víðari. Nú kunnu
vit siga, at vit eru ein burðar
dygg fyritøka við at vísa á
hetta legatið. Tað eru ikki
nógvar fyritøkur, sum eru
burðardyggar, og sum bein
leiðis taka eina rávøru, sum
annars fer vekk og dálkar, og
gera tað um til nakað, mann
kann brúka, sigur Heidi Lind
enskov Róadóttir og sipar til
brúktu
festivalteltini,
sum
ÖDN ger um til klæði.
Haraftrat tryggjar mikro
legatið ÖDN WEAR eina pen
ingaupphædd á 25.000 krónur
uttan MVG.
- Tað letur fleiri hurðar upp
fyri virkið, tá tað kemur til
framleiðslu og sølu, tí við
pengunum kunnu vit seta
gongd á framleiðsluna.
Stórar framtíðarætlanir
ÖDN WEAR er enn eitt dømi
uppá, at tað loysir seg hjá ung
um íverksetum at fylgja sínum
dreymum. Hetta eru eisini
ráðini frá stjóranum, sum sig
ur, at mann ongantíð skal geva
upp, men tvørturímóti blíva
við at trúgva uppá, at tað væl
ber til at fáa sítt hugskot til
veruleika.
Í løtuni hevur ÖDN WEAR
ein nethandil, men tey spæla
eisini við tankan um at finna
onkran annan handil at selja
ígjøgnum.
- Vit hava samband við Ros
kilde Festivalin í Danmark, so
tað kann vera, at vit fara at
savna tjøld saman har. Gongur
alt, sum ætlað, fara vit at seta
fleiri fólk at seyma, og vit
arbeiða í løtuni upp á eina
nýggja kollektión. Ætlanin hjá
okkum er at vaksa so mikið
nógv um virksemið, at vit
kunnu fara út um landodd
arnar, sigur Heidi Lindenskov
Róadóttir, stjóri í ÖDN WEAR.
Høvuðspersónarnir í fyri
tøkuni verða annars at hitta á
Summar Festivalinum og í
Norðurlandahúsinum í sam
bandi við ráðstevnu hjá Rudda
Føroyar í summar.
ØROYSKT
KOT
Ð LEGATI
Ætlanin er
at vaksa so
mikið nógv
um virksemið,
at vit kunnu
fara út um
landoddarnar
22 ára gamla Heidi Lindenskov Róadóttir, stjóri í
ÖDN WEAR, hevur júst fingið húgvuna
Hesin grøni jakkin var einaferð eitt tjald