Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juli 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 8. juli 2019 · Nr. 77 TÍÐINDI - Hetta letur fleiri hurðar upp, og nú kunnu vit veruliga seta gongd á framleiðsluna, sigur Heidi Lindenskov Róadóttir, stjóri í nýstovnaðu klædnafyritøkuni, ÖDN WEAR, sum framleiðir klæðir burtur úr brúktum festivaltjøldum Pætur Hjalmar Evensson pature@sosialurin.fo Onkuntíð er ikki langt frá hug­ skoti til veruleika, um mann veru­liga trýr upp á sítt hugskot og kempar fyri at føra tað út í lívið. Burðardygga klædna­fyritøkan ÖDN WEAR byrjaði sum ein skúla­verk­ætl­ an tíðliga í ár, men hevur í dag ment seg til eina veruliga fyri­ tøku við sera høgum ambi­tión­ um. ÖDN WEAR framleiðir klæð­ir burtur úr brúktum tjøld­um hjá festivalgestum, og fyri hetta hevur nýstovnaða fyri­tøkan júst móttikið eitt sokallað heimsmálsmikrolegat, sum danski grunnurin Fonden for Enterprenørskab hevur latið. Hetta er ein grunnur, sum stuðlar menning av íverk­ set­an í øllum útbúgv­ing­arstig­ um, og neyðugt er at søkja um at fáa eitt heimsmáls­mikro­leg­ at. - Vit fingu ein teldupost, har tað stóð, at vit høvdu fingið legatið. Eg trúði ikki ordiliga upp á tað beinanvegin, tí tá vit søktu um tað, fingu vit at vita, at rættuliga nógvar fyritøkur høvdu søkt. Eingin føroyingur hevur fingið tað fyrr, so tað var ógvuliga óvæntað, men sam­stundis sera stórt, sigur 22 ára gamla Heidi Lindenskov Róa­dóttir, sum er stjóri í ÖDN WEAR. Tær tríggjar kvinnurnar, ið mynda fyritøkuna í dag, eru systrarnar báðar Heidi Lind­ en­skov Róadóttir og Sólva Lindenskov Róadóttir, og aftr­ at sær hava tær fingið snið­gev­ an Unn Baldursdóttir, sum stend­ur fyri sniðgevingini av klæðunum. Gagnnýta tjøld á G! Nýggja fyritøkan samstarvar við G! Festivalin, sum loyvir ungu gentunum at fáa tey tjøld, sum standa eftir á festi­ val­økinum, aftan á festivalurin er av. Tjøldini verða vaskað og síðan nýnýtt til taskur, jakkar, mappur og annað líknandi. - Hetta loysir trupulleikan hjá G! Festivalinum, soleiðis at tey ikki nýtast at stúra fyri burt­urkastinum, sum fylgir við tjøldunum, eins og hetta forð­ar fyri meira óneyðugari dálk­ing av náttúruni, siga tær og sipa til tað burðardygga at­ litið við framleiðsluni. Byrjaði við einum keðiligum tíma Alt íverksetaraævintýrið byrj­ aði í november 2018, tá Heidi Lind­enskov Róadóttir sat í tíma í skúlanum. - Eg fylgdi ikki so væl við, tí tað var ikki so spennandi akk­ ur­át tá. Í staðin sat eg og leitaði eftir einum vetrarjakka, tí eg ætl­aði at keypa mær ein nýggj­ an. Beint áðrenn hetta hevði eg lisið eina grein um, hvussu nógv rusk fór vekk á Roskilde Festivalinum. So kannaði eg, hvørjum tilfari eitt tjald verður gjørt úr og fann so útav, at tað sum so verður gjørt úr tí sama, sum regnjakkar verða gjørdir úr. Eg nevndi hetta fyri lær­ar­ an­um, sum helt tað vera eitt gott hugskot, og eftir hetta gekk tað skjótt, greiðir Heidi Lindenskov Róadóttir frá. Føroyameistarar í íverksetan Hugskotið um jakkar úr brúkt­ um tjøldum slapp veruliga at royna seg í mars, tá Heidi og tríggjar aðrar frá mið­náms­ skúl­anum Glasi luttóku í íverk­set­arakappingini fyri ÖDN WEAR: BURÐARDYGT F KLÆDNAHUGSK VIÐURKENT VIÐ Umhvørvið skal ikki tyngjast av okkara framleiðslu Í staðin fyri at hetta tilfarið bleiv til burturkast, er tað nú blivið til ein ryggsekk