mánadagur 8. juli 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 8. juli 2019 · Nr. 77
TÍÐINDI
Óseriøs uppskot
Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, heldur, at tað er gamaní,
at fólk koma við hugskotum til hvat og hvussu skal gerast í
Kirkjubø, men at í heila tikið saknast seriøsitetur í kjakinum.
Steinar Patursson
Seinastu árini hava fleiri hug
skot verið frammi, um hvussu
fornminnini, ið liggja út til
sjógvin í Kirkjubø, á bestan
hátt skulu varðveitast. Í nøkr
um av uppskotunum er ætlan
in fylla sjógvin millum Kirkju
bø og hólmin - partvís ella heilt
- við gróti, sum síðani skal
undir mold.
Hetta heldur Herleif Hamm
er lítið um, tí at talan er um
skjót hugskot, ið ikki fara at
loysa tann trupulleikan, ið
skuldi loysast.
- Hetta er øgiliga óseriøst
eftir okkara tykki, at serliga
politikkarar fara út siga "nú
fara vit at gera so og so." Har er
ikki gjørt nøkur verulig kann
ing. Har eru teknaðar nakrar
strikur á eitt kort, og so verður
sagt: "Hetta er tað, sum vit
skulu
gera,",
sigur
Herleif
Hammer,
ið
saknar
meira
álvarsemi í ætlanunum kring
Kirkjubø.
Herleif Hammer vísir á, at
tað, at bara fara at fylla tunn
ilsgrót á sjógv við tí fyri eyga
at verja móti briminum, loysir
ongan
trupulleika.
Heldur
verður
trupulleikin
fluttur
longur út frá landi, tí tað verð
ur
framvegis
neyðugt
við
brimverju, ið skal verja nýggja
sjóvarmálan, tí tunnilsgrótið
er ov lítið og er ikki egnað at
standa ímóti briminum.
Kirkjubøur er eitt serligt
stað, ið knýtir seg tætt at sam
leikanum hjá føroyingum, og
tí er neyðugt at fara varisliga
fram, heldur Herleif Hammer.
- Vit skulu vera varin við at
tveita ting út, tá tað kemur til
støð sum Kirkjubø. Hatta svar
ar til, at tú fyri at verja Tinga
nes bara fylti alla víkina út og
gjørdi tað til eitt ella annað.
Sjálvandi skal okkurt gerast
fyri at verja fyri, at brimið ikki
máðar burtur av lendinum,
har fornminnini standa, held
ur Herleif Hammer, men farast
má fram við skynsemi.
Mentamálaráðið
hevur
fingið játtaða eina millión til
kanningar fyri at vita, hvat
kann gerast fyri at verja
bakkan í Kirkjubø og heima á
Sandi, og ein skotskur serfrøð
ingur kemur í næstum til Før
oya at veita ráðgeving til eina
bakkaverju.
- Tað, sum hugsað verður
um nú, er at leggja eitt grótkast
longuri úti, sum fyri tað mesta
liggur undir sjóvarmálanum.
Tað vil siga, at øll víkin sjálv og
sjóvarlinjan verður, sum hon
er. So skal leggjast ein bakka
verja antin uttan fyri ella inn
an fyri hólmin. Tað eru teir,
sum hava skil fyri tí, sum vita,
hvar hon liggur best, soleiðis
at hon ikki tekur stórvegis av
útsjóndini
úteftir.
Herleif
Hammer leggur aftrat, at eisini
skal ein garður gerðast undir
bakkanum fram við Kirkjuni
og út á Líkhús, sum eisini skal
virka sum verja.
Mugu vita, hvat vit vilja
- Øgiliga ofta hoyra vit um, at
vit skulu taka land aftur - end
urskapa og taka tað tapta. Men
skulu vit nú tað? Ístíðin var
einaferð fyri 10.000 árum síð
ani, skulu vit eisini fara at taka
allar firðirnar aftur, tí ísurin
tók tað? Hvat er tankin aft
anfyri tað?
Herleif Hammer vísir eisini
á, at um endamálið bara er at
vinna land, so gevur tað lítla
meining at byrja í Kirkjubø,
men sigur, at onnur støð í
landinum eru nógv betri egnað
til júst tað.
Skilir ikki
kritikkin
Símun V. Arge, sum skipar
og stendur fyri samlaðu
varðveit
ingarverkætlanini
í
Kirkjubø, skilir ikki krit
ikkin frá Anniku Olsen,
borgarstjóra í Havn.
Hann vísir á, at komm
unan er longu partur av
fyrireikingararbeiðinum
til at gera bakkaverju í
Kirkjubø, og at tann verk
ætlanin er í gongd.
- Hon snakkar um verk
ætlanir, sum liggja í skuff
um runt umkring, hon má
hava onkra vitan, sum vit
ikki hava, sigur Símun V.
Arge.
- Tað verður og hevur
verið arbeitt við bakka
verju í Kirkjubø og heima
á Sandi í eina tíð. Og til tað
fyriliggur ein játtan upp á
eina millión á fíggjarlógini.
Og tað er Landsverk, Tjóð
savnið,
kommunan
og
mentamálaráðið,
sum
saman gera eitt uppskot
um bakkaverju í Kirkjubø,
sigur Símun V. Arge og vís
ir á, at tað var nústani í
fjør, at pengar vórðu játt
aðir til tað kanningarar
beiðið, sum skal gerast.
Arbeitt
hevur
verið
framhaldandi við at verja
fyri bakkanum í Kirkjubø.
Í 2008 var stórur uppgang
ur í Kirkjubø, og tað gjørdi,
at nakað av verjuni frá
1940 framman fyri Líkhús
fór. Tá tók táverandi Forn
minnissavnið stig til at fáa
verjuna umvælda. Tjóð
savnið var eisini og um
vældi framman fyri kirkj
uni í fjør, soleiðis at einki
fer, meðan arbeitt verður
við varðveitingarverkætl
anini.
- Tí skilja vit ikki, hvat
Annika Olsen snakkar um.
Hon má finna hasa skuff
una fram, sum allar verk
ætlananirnar liggja í. Tað
er so lætt hjá politikkarum
at stilla seg upp og siga
ting.
Loysir ikki
gróttrupulleikan
Tað er tó rættiliga vist, at
grynnan uttan fyri Kirkjubø
ikki fer at loysa trupulleikan
um hvat skal gerast við alt
grótið frá Sandoyartunnilin
um.
Farast skal skjótt undir at
grava til Sandoyar, men enn
er ikki avgjørt, hvat skal ger
ast við stóru rúgvurnar av
gróti, ið koma frá tunnilin
um.
Tosað varð um at tyrva
grótið í haganum ella at
nýta tað til ídnaðarøki á
Gomlurætt, og nú verður so
havt á lofti, at tað kann nýt
ast í Kirkjubø.
Men
Herleif
Hammer,
stjóri á Tjóðsavninum vísir
á, at í Kirkjubø slepst ikki av
við alt grótið.
- Økið er grunt, og tað tek
ur ikki nógv grót. Tað tekur
ikki serliga nógv grót, so tað
loysir ikki trupulleikan fyri
tunnilsfelagið, tí tað er ein
so øgiliga lítil partur av grót
inum.
Hesum tekur Kirkjubø
bøndin undir við.
- Eg haldi ikki, at hetta
bara skal brúkast sum eitt
dumpipláss, tí at vit skulu
hava eitt hol til Sandoynna -
absolutt ikki. Eg haldi, at tað
skal vera gjørt upp á ein
skilagóðan máta, sigur Jó
annes Patursson.