Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juli 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 8. juli 2019 · Nr. 77 TÍÐINDI KIRKJAN ENDAR Á SJÓNUM Tunnilsgrótið frá Sandoyartunlinum er ein gyltur møguleiki at verja fornminnini í Kirkjubø, sigur Annika Olsen, borgarstjóri, ið heldur, at landsstýriskvinnan í innlendismálum skal taka friðingarmyndugleikarnar av ræði, um ikki teir fáa annað skinn um bak. Steinar Patursson - Nú hava vit ein søguligan møgu­leika, at gera tað sum gerast skal, og hatta uppskotið hjá Bjarna Djurholm er eitt út­ merkað uppskot, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, eft­ ir at hon herfyri í lesara­brævi vísti á, at alneyðugt er at gera okkurt við støðuna hjá forn­ minn­unum í Kirkjubø. Brimið máðar burtur av lend­inum framvið fjøruni í Kirkju­bø, og striltið hevur gingið hjá tí almenna at koma við bøtandi og bjargandi tiltøk­ um, soleiðis at Ólavskirkjan og onnur fornminni ikki fara við briminum. Uppskotið, ið borgarstjórin sipar til, er ein tekning hjá Bjarna Djurholm, har lagt verð­ur upp til at brúka grótið frá komandi Sand­oyar­tunn­il­ in­um til at fylla í fjøruna mill­ um Kirkjubø og Kirkjubøhólm, so­leiðis at tað aftur verður land­fast út á hólmin, sum tað møgu­liga var í 16. øld. - Eg tori ikki sjálv at meta um, hvat er tað besta upp­ skotið. Men tað fremsta aðal­ málið má væl vera, at mann tek­ur seg saman nú og tryggjar kirkj­una og tey søguligu virð­ ini, sum vit hava í Kirkjubø. Jóannes Patursson, bóndi í Kirkjubø, er samdur við Ann­ iku Olsen í, at okkurt skal henda skjótast gjørligt, tí um myndug­leikarnir ikki gera skjótt av, so fer kirkjan við brim­inum. - Kirkjan fer í havið, tað er bara ein spurningur um tíð. Men tað veit Tjóðsavnið ikki av, tí teir eru ikki her og síggja ikki, hvussu tað sær út, tá tað leikar á, sigur hann. Jóannes Patursson hevur sjálvur gjørt eitt uppskot, um hvussu fyllast kann við gróti uttan fyri Kirkjubø fyri at fáa nakað av lendinum aftur, ið er farið, og sum samstundis verjir móti briminum. Uppskotið er ikki eins umfatandi og tað hjá Bjarna Djurholm, men hevur ístaðin nøkur fá nes, millum annað út fyri Líkhús og kirkj­ una, ið skulu verja móti brim­ in­um og samstundis skapa øki, ið eru til gagns fyri fólk. Tað hendir ov lítið Jóannes Patursson heldur tó ikki, at tað er júst neyðugt at fylla út, og at ein bakkaverja hevði eisini verið ein loysn. Tað, sum er mest umráðandi, er at okkurt verður gjørt, áðr­ enn tað er ov seint. - Tað hevur mann bara ikki gjørt. Nú hava vit endiliga møgu­leikan at gera nakað annað enn eina hálvavegna ljóta brimverju undir múrin­ um, sigur Jóannes Patursson og sipar til rúgvurnar av gróti, ið skulu koma úr Sandoyar­ tunn­ilinum. Jóannes Patursson fýlist eis­ini á, at alt ov lítið kemur burt­ur úr hjá teimum myndug­ leik­unum, ið skulu vara av forn­minnunum. - Eg verði so rasandi. Tey koma bara at hyggja. So tá tey eru liðug, so skriva tey eina nýggja rapport, og so hendir einki, sigur Jóannes Patursson, sum eiheldur væntar, at myndug­leikarnir fara at koma við nakrari loysn í nærmastu framtíð. Annika Olsen er eisini rætti­ liga ónøgd við, at tað gongur ov seint at fáa gongd á tey til­ tøk, ið skulu verja forn- og ment­anararvin í Kirkjubø. - Eg haldi, at tað er djúpt syrgi­ligt, at friðingar­myndug­ leikarnar skulu seta seg afturá og vilja mótmæla einari og hvørjari trygging av forn­minn­ um, tí okkurt annað ikki skal oyðileggjast. Tí um vit einki gera gera, so eru søgulig og stór virði fyri Føroya land, sum fara fyri skeyti. Kirkjan stend­ur til at fara í havið, um vit ikki gera nakað. Ferðavinna Tá spurd um tað er møguleik­ arnir fyri víðkaða ferðavinnu á økinum, ið lokkar, eru bæði Annika Olsen og Jóannes Pat­ ursson greið, at tað er tað ikki. Jóannes Patursson heldur ikki, at fyllast skal upp í sjógv­ in orsakað av ferðavinnuni, men metir hóast alt, at við víðk­aðum plássi hevði verið meira rásarúm at tikið ímóti ferða­fólki. - Antin vit vilja tað ella ikki, so er ferðavinnan bara byrjað her í landinum, og hon fer bara at vaksa. Her eru slettis ikki møguleikar at taka ímóti teim­ um, her manglar pláss, sigur hann og leggur aftrat, at ferða­ fólkið kemur til Kirkjubøar orsakað av fornminnunum. Annika Olsen vísir á, at neyð­ugt verður nokk at seta av­markingar á ferðavinnuna til Kirkjubøar, tí vegurin held­ ur ikki til ta ferðsluna, ið longu er. Tíðin er at handla nú Nøgdin av gróti, ið kemur frá tunlinum, er ein gyltur møgu­ leiki at fylla í og at fáa bjargað tí, ið eftir er at bjarga, halda bæði Annika Olsen og Jóannes Patursson. Í fyrstu atløgu kem­ur nógv grót frá Sand­oy­ ar­tunnilinum. Grótið kann fáast upp við tunnils­munnan á Gomlurætt, og haðani er skjótt - og sostatt eisini bíligt - at fáa grótið til Kirkjubøar. - Vit hava møguleikan til tað nú, og tað nyttar ikki, at frið­ ing­armyndugleikarnir eru so bastantir, at einki skal lata seg gera. Tað ber simpulthen ikki til, sigur Annika Olsen. Eftir Sandoyartunnilin skal tunnil gerast víðari til Suð­ur­ oyar, men tilmælda tíðar­ætl­ anin hjá Landsverki sigur, at farast skal ikki í gongd við tann tunnilin fyrr enn í 2030. So­statt ganga góð sjey ár, til atgongd til stórar mongdir av gróti verður aftur. Lítið álit á myndugleikunum Álitið á myndugleikarnar at gera tað, sum gerast skal, er ikki gott. Tað sigur Tórður Pat­ urs­son, sum situr í staðbundnu nevndini fyri Kirkjubø og Velba­stað hjá Tórshavnar komm­unu. - Álitið er ólukksáliga lítið. Tað er blivið frægari nú, tí at arbeiðið við múrinum hevur gingið eina góða gongd. Men annars er einki gjørt við neyst­ ini. Tað einasta tey siga er, at tað er friðað, og so verður einki gjørt. Tórður Patursson vísir eis­ ini á, at kunningin er annars lít­il, og at í bygdini hava tey ein­ans hoyrt, at pengar eru játt­aðir til fyrireiking­ar­ar­ beiðið.