Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-08, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juli 2019síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 8. juli 2019 · Nr. 77 TÍÐINDI Tey gomlu skulu eiga Frúutrøð fyri seg sjálvi ÓSEMJA Samgongan í Tórshavnar Býráð er ósamd um, hvat økið á Frúutrøð skal brúkast til. Bergun Kass hevur eina serstøðu sum hon ætlar at stríðast fyri Áki Bertholdsen Samgongan í býráðnum í Havn er ikki samdur um, hvat økið á Frúutrøð skal brúkast til, tá ið Musikkskúlin er flutt­ ur út á Landavegin í næstum. Tey flestu í meirilutanum í Býráðnum vilja byggja íbúðir á Frúutrøð, men hesum tekur Berg­un Kass, forkvinna í eldra­ nevndini hjá býráðnum, ikki undir við. Hon heldur, at Frúu­ trøð skal gerast til ein býling fyri eldri burturav. Býráðið hevur mest tosað um at brúka alt økið til íbúð­ar­ bygg­ing, men tann fyrsta ætl­ an­in um tað datt niður fyri. Ein orsøk til tað var, at grann­arnir har um vegir mót­ mæltu ætlanini harðliga, tí tey stúrdu fyri at tað fór at verða ov trongligt, og samstundis stúrdu tey fyri ferðslu­trupul­ leik­um, tí har er so trongligt. Tí kunngjørdi býráðið eina aðra ætlan, har ætlanin var at fara í eitt samstarv við Bú­stað­ ir um at gera íbúðir har, men mun­andi færri íbúðir enn eftir upp­runaligu ætlanini. Men Bergun Kass er ikki samd í hesi ælanini, tí hon held­ur, at Frúutrøð skal verða ein eldrabýlingur burtur av. Hon sigur, at tað er stórur tørv­ur á einum slíkum býlingi, sum er fyri eldri burtur av. –  Nógv eldri fólk sita í húsum, sum bæði eru alt ov stór og alt ov dýr, staðfestir hon. Hon heldur, at tískil hevði tað verið ein gyltur møguleiki at bygt leiguíbúðir á Frúutrøð, sum eldru kundu flutt inn í. Úrs­litið av tí kundu so verið, at onkur í yngra ættarliðnum kundu yvirtikið húsini. – Hetta hevði sostatt verið ein loysn, sum hevði komið øll­ um pørtum til góðar. Tey gomlu høvdu sloppið í eina bí­ liga íbúð og tey yngru fingu møgu­leikan at fáa tak yvir høvdið í einum húsum, sigur for­kvinnan í eldranevndini. Nógv vilja vera saman Eitt argument ímóti ætlanini hjá Bergun Kass, er, at tað er skeivt at savna ávísar bólkar í samfelagnum saman í ávís øki, eldri fyri seg, fólk við serligum tørvi fyri seg, og so víðari. Ein í samgonguni í býráðn­ um, sum hevur hetta sjón­ar­ mið, er Marin Katrina Frýdal, forkvinna í Byggi- og býarskip­ anarnevndini hjá býráðnum. Tí heldur hon, at tá ið býlingar og íbúðir verða bygdar, skal tað vera til allar samfelags­ bólk­ar. Tað er Bergun Kass samd í - men ikki í hesum føri. – Eg veit væl, at nógv gomul vilja vera saman við ungum. Men eg veit eisini, at nógv gom­ul vilja vera saman við øðr­um gomlum, og tað er ein veru­leiki, vit eiga at hugsa um, sig­ur hon. Hon sigur, at tað er íbúðar­ bygg­ing í Havn, sum er til heilt ávísar bólkar. Eitt nú hava lesandi alt Finsen sum tað er, og lesandi hava eisini íbúðirnar hjá Mark á Marknagilsvegnum. Hinvegin hava vit ongantíð bygt nakað, sum er til gomul burtur av, staðfestir hon. Hon vísir á, at í Danmark hava tey ein­ar 7.000 eldrabýlingar og eft­ir tí skuldu vit kanska havt ein­ar 70 eldrabýlingar í Før­oy­ um - men vit hava ongan vísir hon á. Tað er stór íbúðarbygging á Argjum, har leiguíbúðir verða bygd­ar, og á Fløtum verða ein stórt tal av eigaraíbúðum bygd­ar. Og tað sama er á Karla­ magn­us­arbreyt, har bústaðir í hópa­tali verða bygdir. – Hetta er alt blandað bygg­ ing, har alt møguligt slag av fólki skal búgva, staðfestir Berg­un Kass. –  Men at gera Frúutrøð til ein eldrabýling burtur av, haldi er ikki er tað sama sum at isolera tey gomlu, tí vit hava eina góða blanding av øllum møgu­ligum samfelagsbólkum á Frúu­trøð og har um vegir, og eis­ini aðrastaðni í býnum, sig­ ur Bergun Kass. Fá støð eru so vælegnað Tí heldur hon framvegis, at tað er ein sjálvsagdur møguleiki at gera Frúutrøð til ein eldra­bý­ling burtur av. Hon hugsar sær ein býling við íbúðum og felagsøki, har tað ber til at skipa fyritiltøkum, og har búfólkini kunnu vera, tá ið hugurin er til tað. Hon hugs­ar sær eisini, at tað skal vera eitt felagshøli, har tað ber til at hava tiltøk, og har tað eis­ ini kunnu vera kømur til gest­ ir, sum koma at vitja. – Eg haldi, at fá støð eru so væl hóskandi til hetta enda­ málið, sum akkurát Frútrøð, sigur forkvinnan í eldra­nevnd­ ini. Hon vísir á, at tað er slætt, tað er mitt í Havnini, og tað er stutt til hentleikar av øllum handa slagi, og tað er stutt om­ an í miðbýin. – Og ferðslan verður eingin trupulleiki, tí tað eru tey fægstu av teimum, sum hava bil, leggur hon afturat - og tey skulu heldur ikki øll av húsum í senn um morgunin og tey koma ikki heldur øll heim í senn seinnapartin. Hon vísir eisini á, at tað eru nógvar yngri familjur í granna­ lagnum á Frúutrøð, sum flyta inn í hús, sum tey hava keypt, so hon tekur yvirhøvur ikki und­ir við, at tað er at isolera tey gomlu at byggja ein eldra­ býling á Frúutrøð, tí tey koma at vera ímillum yngri fólk í granna­lagnum, Bergun Kass ásannar, at tað enn hevur hon ikki fingið und­ ir­tøku í meirilutanum í Tórs­ havn­ar Býráð fyri hesum hugskotinum. Men hon vísir á, at enn er einki samstarv avtalað ímillum Bústaðir og býráðið, so hon ætl­ar sær framvegis at royna at fáa sannføra hini í meiri­lut­ an­um um at hetta er tann ein­ asta rætta loysnin fyri Frúu­ trøð. Og hon sigur, at hon hevur ikki mist vónina um at fáa hini í meirilutanum. –  Tilsamans er ætlanin at gera 34 íbúðir á Frúutrøð, og hig­ar­til hava hini meiri­lut­an­ um góðtikið, at helvtin av íbúð­unum verður til eldri, sig­ ur Bergun Kass. – Men eg haldi, at tær skulu allar 34 markast til gomul fólk burtur av, leggur hon afturat. Hetta hevði sostatt verið ein loysn, sum hevði komið øllum pørtum til góðar At gera Frúu­ trøð til ein eldra­ býling burtur av, haldi er ikki er tað sama sum at isolera tey gomlu Fá støð í Havnini eru so væl egnað at gera til eina eldrabýling burtur av, sum Frúutrøð, heldur Bergun Kass, forkvinna í eldranevndini hjá býráðnum Ósemjan í meirilutanum í býráðnum er um, hvørt ætlaða íbúðarbyggingin á Frúutrøð bara skal vera til tey eldru, ella um tað skal vera blandað fólkasamanseting Mynd: kortal.fo