Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juli 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. juli 2019 · Nr. 77 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í hesum døgum eru næstan hundr­ að av fremstu ítrótt­ar­fólk­um okk­ ara í ávísum ítróttargreinum niðri á Gi­b­r­al­t­ar og kappast á oyggj­a­ leik­um, sum síðani 1985 hev­ur ver­ ið fast­ur táttur hjá ítrótt­ar­fólkum okk­ara at royna at vinna sær pláss til ann­að­hvørt ár. Í síðstu viku var European Open 2019 hond­bólts­kapping í Svøríki, har okkara u17-manslandslið ikki gjørdi mætari enn at vinna gull við at vinna 36-29 á vertstjóðini Svøríki í finaluni. Lovorðini vóru nógv – ó­ver­u­ligt, ótrúligt, eitt bragd og ein sensa­ sjón. Fólk vóru rørd, og tað er stórt og sera stuttligt at síggja, hvussu væl hesir ungu garpar kláraðu seg í hesari kapping – og ikki minst so gev­ur tað vónir um eina glas­iliga framtíð hjá okkum sum hond­bólts­ tjóð. Fyri lítlum mansaldri síðani var ann­að føroyskt ítróttarbragd í Svør­íki – í Landskrona, tá føroyska fót­bólts­lands­lið­ið hjá monnum í fyrsta dysti vann 1-0 á stór­fav­o­ ritt­inum Eyst­ur­ríki. Vit minnast, hvussu tann sig­u­rin fór sum róta­ súp­an kring all­an heimin, og vit síggja enn, hvussu hesin sigur og av­rikini hjá fót­bólts­lands­lið­num síðani hevur sett Før­oy­ar á heims­ kort­ið. Nú í hægstu summartíð er eis­ini tíðin hjá tjóðarítrótti okk­ara, kapp­róðr­i­num. Leyg­ar­dag eftir leyg­ar­dag leggja kapp­róðr­a­r­mann­ ing­ar alt fyri at vinna, og alt tað endar á ólavsøku, tá føroy­a­meist­ ar­arnir verða funnir og heiðraðir. Nógv virksemi stendst av øllum hesum ítróttartiltøkum, sum eisini setir okkum krøv um størri íttróttaranlegg, sum nøkta altjóða krøv. Tá farið varð upp í altjóða fót­ bólt fyri 30 árum síðani var tað eis­ini ein trupulleiki. Tá kravdust grasvøllir, sum vit ikki høvdu. Teir fingu vit. Altjóða hondbóltur hevur eisini sett strong krøv, so strong, at eingin høll í Føroyum er góðkend. Tað er ein avbjóðing, sum eisni má loys­ast – og sum skilst er pol­it­ isk­ur vilji til tess í Havn, um enn í so nógv val­stríð tykist verða komið í mál­ið. Tað er sjálvandi spell, men so­leiðis verður altíð, tá val nærkast. Fyri svimjiítróttin sær eisini ljóst út. Umframt 50 metra hylin í Vági verður ein gjørdur í Gundadali í Havn eisini, sum fer at hava stóran týdning fyri svimjingina. Hóskandi er at enda við orðu­ num hjá Janusi Djurhus til Føroya ítrótt­ar­ungdóm: Førum fram yvir dalar og fjøll – Føroya havoygdi ungdómur reysti – fremjum ítrótt og fimleik um vøll – latum forndansin dynja í høll – skipið kvæðini snjøll – trínum lættliga fram og við treysti FØRUM FRAM YVIR FJØLL Ferðastreymurin í Kalsoynna bara økist og økist Ítróttartiltøk og ítróttar­ brøgd seta dám á summarið Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Sambært nýggjastu tøl­um av heimasíðuni hjá Strand­ferðsl­ uni, so økist ferðastreymurin í Kals­oynna framvegis ár und­an ári – bæði tá vit tosa um ferð­andi og bilar við SAM - og nú eisini við bussleiðini í oynni. Tað skrivar Visit Kalsoy. Tað, sum ein serliga legg­ ur til mer­k­is, er at tað er eitt rættu­ligt ferðslulop í buss­leið­ ini – uttan iva, tí frá 1. mai í ár er buss­ur til og frá hvørjum túri hjá SAM. Talið av ferðandi við SAM sam­an­borið við ífjør økist fram­veg­is – meðan bilatalið ikki veks­ur við somu ferð, kanska tí at buss­leið­in verð­ur meira brúkt. Her er av­bjóð­ ing­in tó tann, at bussurin bert tek­ur 19 fólk. Sjóleiðirnar til Suðuroyar og Sand­oynna føra nógv flest ferð­afólk og bilar, meðan sjó­ leið­in til Kalsoynna er tann rut­an hjá SLL, sum førir trið­ flest bilar og fjórðflest ferð­a­ fólk, skrivar VisitKalsoy. Kópakonan eigur uttan iva sína stóra lut í áhuganum hjá ferða­fólk­um at vitja Kalsoynna Mynd: Dávur Winther Fimm vinna FM í Sørvági TÍÐINDI SÍÐA 6-7 Gera klæðir úr tjøldum Talið av el-bil­um veksur spak­u­ liga. Men langt er eftir á mál Í junimánaði vóru 13 nýgg­ ir el-bilar skrásettir í Før­ oyu­m. Tað merkir, at til­sam­ ans eru nú 177 el-rikin ak­før í Føroyum. Tað vísa nýggjastu hag­ tøl­ini frá Akstovuni, sum hvønn mánað ger upp. Við seinastu uppgerð fyri fimm teir fyrstu mán­ að­ir­nar vóru vit komin upp á 164 el-rikin akfør og ein mán­að fyri tað fóru 140. Á nýggj­ár­inum vóru tey 110. Tað vil siga at í ár eru komin 67 nýggj el-rikin akfør út á før­oysku vegirnar. Tilsamans eru nú 38.362 ak­før skrásett í Føroyum. Tað merkir so, at parturin av el-bilum so spakuliga veks­ur. Á nýggjárunum vóru teir 0,29 prosent av saml­aða talinum av ak­før­ um. 1. mai vóru teir komnir upp á 0,37 prosent og 1. juni vóru teir komnir upp á 0,43 prosent. Við gongdini sein­ asta mánaðin, tá 17 el-bil­ar eru skrásettir afturat, eru vit komin upp á 0,46 pro­ sent. So okkurt bendir á, at inn­an árið er úti eru vit kom­in upp um 1 prosent av el-riknum bilum í Føroyum. Nevnast skal, at tá vit siga el-bilar, so eru el- mot­or­súkkl­ur og el-prutl írokn­að í tølini. Ein el-mot­ or­súkkla er skrásett og 20 el-prutl. Hinir el-bil­ar­nir eru 2 hýruvognar, 146 per­ són­bil­ar og 8 vøruvognar. Av teimum 38.362 ak­før­ u­num er nógv tað størsta tal­ið per­són­bil­ar, teir eru 25.667 í tali. Í Før­oyum eru skrá­sett 1.790 prutl og 623 mot­or­ súkkl­ur og 299 ell­is­mot­ or­súkkl­ur, tað eru mot­or­ súkkl­ur, sum eru eldri enn 25 ár. El-bilar: Nærkast hálvum prosenti asda KAPPRÓÐUR SÍÐA 20-21 Kalsoyarleiðin 2018 2019 stk stk Ferðandi sjónveigs apríl 3.602 4.946 aftur og fram = 2 ferðandi mai 6.355 6.504 juni 6.933 8.727 Akfør sjóvegis apríl 471 733 Bilar taldir annan vegin mai 876 964 juni 1.117 1.143 bussleiðin apríl 492 404 Aftur og fram = 2 ferðandi mai 436 985 juni 441 1.103