Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juli 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 8. juli 2019 · Nr. 77 Fuglafjarðar Skúli Mirmansvegur 48 FO-530 Fuglafjørður. Føroyar Tlf. +298 23 80 60. E-mail: fug@skulin.fo Fuglafjørður 25.06.2019 Námsfrøðiligir stuðlar til Fuglafjarðar skúla Námsfrøðilig stuðulsstørv lýst leys at søkja: 1. Søkt verður eftir einum námsfrøðiligum stuðli at seta í fast starv frá 1. august 2019. Lønarbrotið er 0,58, ið svarar til 1034 árstímar. 2. Søkt verður eftir einum námsfrøðiligum stuðli vegna barnsburðarfarloyvi í tíðarskeiðinum frá 19. august 2019 til 9. oktober 2019. Lønarbrotið er 0,58, ið svarar til 1034 árstímar. Søkt verður eftir námsfrøðingum, sum • sýna jaligan hugburð mótvegis næmingum og starvsfeløgum, eru fyrikomandi, duga at samstarva og vilja vera við at menna skúlan. • skipa skúlagongdina við atliti til fortreytir hjá einstaka næminginum. • veita persónligan og praktiskan stuðul, sum kann hjálpa næminginum í gerandisdegnum í samband við skúlagongdina Tørvur er á námsfrøðiligum stuðlum, ið hava førleika at arbeiða við næmingum við serligum tørvi. Arbeiðið fevnir um stuðul til næmingar í øllum aldursbólkum. Arbeitt verður í flokkum, smærri bólkum og ein til ein. Førleikakrøv Útbúgving: Námsfrøðingur. Royndir innan serøkið er ein fyrimunur. Lønar- og setanartreytir Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 11-21. Umsóknir Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 9. juli kl. 12.00. Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Ólav Thomsen, skúlastjóra, á tel. 743082. Eisini ber til at senda teldupost til ot0504a3@skulin.fo. Í Fuglafjarðar skúla eru 271 næmingar í 1 .- 10. flokki. Í skúlanum starvast 27 lærarar, 1 skrivstovufólk, 1 húsavørður og 2 námsfrøðiligir stuðlar. Leys størv á Landssjúkrahúsinum Neonatalsjúkrarøktarfrøðingur til Føðideildina Umsóknarfreist 10. juli 2019 Ergoterapeutur til varaleiðarastarv á Ergo- og fysioterapideildini Umsóknarfreist 12. juli 2019 Sjúkrarøktarfrøðingur til B7 Umsóknarfreist 15. juli 2019 Reingerðarfólk til Tænastudepilin Umsóknarfreist 19. juli 2019 Fysioterapeutur til Ergo- og fysioterapideildina Umsóknarfreist 22. juli 2019 Starvsfólk til Kafeina Umsóknarfreist 23. juli 2019 Læknaskrivari til Medisinska depilin Umsóknarfreist 12. august 2019 Les meira og sí fleiri størv á www.ls.fo SKULDAR­ UMSKIPAN Í skuldarumskipanarmálinum hjá Erland Joensen, føddur tann 1. juni 1974, búsitandi: Garðavegur 15, kj. , 700 Klaksvík, Sks. 3-13/2018 verða kravánarar innkallaðir at møta í Føroya Skiftirætti, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, hósdagin tann 29. august 2019, kl. 10.00, har uppskot skuldarans til skuldarumskipan skal viðgerast. Uppskot skuldarans við skjølum liggur til skoðan í Skiftirættinum. Verður ikki møtt, hevur tað við sær, at kravánarar frásiga sær rættin til ávirkan á Skiftirættsins avgerð um skuldarumskipan. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 1. juli 2019 Posta røkkur hvørt stað í landinum hvønn dag. Posta fevnir um umleið 120 ársverk, 60 bilar, eina sølu á gott 114 mkr og virksemi kring alt landið. Harumframt hevur Posta tvær deildir í Danmark. Starvið: Trý føst størv áleið 39 tímar um vikuna. Størvini eru tímalønt við skiftandi arbeiðstíðum og verða sett skjótast til ber. Løn sambært sáttmála við Starvsmannafelagið. Tú: • hevur koyrikort til bil • ert kundavinarlig/- ur • ert ágrýtin og jalig/-ur • hevur heilsu til at ganga úti • hevur góð samstarvs- og samskiftisevni Vit: Kunnu bjóða tær eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum nútímans umhvørvi saman við dugnaligum starvs- feløgum Spurningar: Spurningar kunnu setast Svenn Fuglø Jacobsen, á tlf. 236021 millum kl. 09:00 og 16:00 gerandisdagar ella við telduposti til sfj@posta.fo. Umsóknir: Umsóknir við avriti av viðkomandi skjøl- um skulu sendast til: Posta Óðinshædd 2 100 Tórshavn ella til sfj@posta.fo og verða okkum í hendi í seinasta lagi hin 17. juli 2019. Fólk til postútbering í Tórshavn Dreymastarvið finnur tú á in.fo