Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juli 2019síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 8. juli 2019 · Nr. 77 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR GULL Í EUROPEAN OPEN 2019 Føroyska u17-manslandsliðið vann, í vikuskiftinum, European Open 2019. Teir vunnu 29-36 (15-16) á Svøríki. Óveruligt, ótrúligt, eitt bragd og ein senasjón. Kenslurnar millum føroysku áskoðarnar vóru nógvar. Nógv vóru rørd av at síggja hvat hettar liðið hevði avrikað. Nógv tordu slettis ikki at trúgva tí. Men hettar var veruligt. Ungu kapparnir á u17-landsliðnum stóðu sum gullvinnarar í kappingini. Áleið 5800 fólk vóru komin í stóru høllina, í Gøteborg, at síggja tað svenska og tað føroyska liðið, spæla finalu. Tey vit fingu nógv fyri pengarnar. Tað bleiv veruliga hjúkla um okkum áskoðarar, við flottum spæli og einum spennandi dysti. Á leiðini til finaluna bastu okkara ungu menn Norra, Spania, Georgia, Estlandi, Hvítarusslandi og Ungarn. Svøríki spældu seg í finaluna, við at vinna á Íslandi í næstseinasta dystinum Helgi Hildarson Hoydal - Göteborg Í gjøgnum alla kappingina spældi føroyska liðið sann­ før­andi. Teir vóru tryggir við bólti­num, og sum kempur í verjuni. Fyrsti dysturin ímóti Norra gjørdist ein verjulig avsmyrjing. Norska liðið kundi einki gera við tað framúr álops­spælið og stinnu verjuna sum føroyingarnir løgdu fyri dagin. Spania hevði somu trupulleikar. Serliga málverjin Pauli Jacobsen stóð sum ein múrur í málinum. Týsdagin skuldu teir leika ímóti Estlandi og Georgia. Uttan nakrar stór­ vegis trupulleikar, vunnu teir báðar dystirnar og harvið gjørdust teir bólkavinnarar. Í báð­um dystinum var tað ser­ liga gott og hugbundið spæl í fyrra hálvleiki sum avgjørdi dystirnar. Síðsti dysturin í bólka­spælinum var ímóti Ísrael. Longu áðrenn dystin var greitt, at Føroyar endaðu sum nummar eitt í bólkinum. Tí varð avgjørt at geva nøkrum leikar­um hvíld til hendan dystin. Tað endaði við einum sigri til Ísrael. Hettar var eisini ein góður dystur fyri føroyska liðið, tí teir fingu spælt nógvar leikar­ar heitar, sum vísti seg at vera gott seinni í kappingini. Hósdagin var millumumfarið. Tá vóru tað Hvítarussland og Ungarn sum stóðu fyri skot­ um. Dysturin ímóti Hvíta­russ­ landi varð longu avgjørdur í fyrra hálvleiki. 19-9 var støðan í hálvleikinum, og úrslitið gjørdist 32-21. Aftur hendan dystin spældi Føroyska liðið glæsiligan hondbólt. Dyst­urin ímóti Ungarn bleiv ein hálv­ finala. Tað var greitt áðrenn dystin, at um Føroyar vunnu, skuldu teir spæla finalu dagin eftir. Vann Ungarn var tað enn møguligt, men fleiri úrslit skuldu ganga okkara veg, í øðrum dystum. Tað vísti seg, at føroysku dreingirnir ikki ætlaðu teirra finalulagnu til onnur at avgerða. 20-22 stóð á talvuni tá dysturin var av.