mánadagur 8. juli 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. juli 2019 · Nr. 77
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Finalurómur
Tað var ein langur fríggjadagur.
Føroyska liðið hevði hinar
dagarnar í vikuni spælt ein dyst
fyrrapart og ein seinnapart.
Finalan var klokkan 20.30,
so hettar var leingi hjá bæði
leikarum og áskoðarum at
bíða. Longu ein tíma áðrenn
dystin, byrjaði høllin at fyllast
við føroyingum. Íslendingar
spældu beint áðrenn, ímóti
Hvítarusslandi um bronsuna.
Tann dystin vunnu íslendingar,
og føroyingarnir í høllini fingu
hita raddarbondini til dystin
aftaná. Tað var ein løgin men
góð kensla í høllini. Tað varð
ikki sagt so nógv í millum fólk,
og eitt lítið nikk var ofta nokk.
Ein hevði kensluna av, at um
okkara dreingir spældu eins
væl og teir høvdu gjørt, so
høvdu vit møguleika at vinna.
Um tú hugdi út á vøllin, tá ið
dreingirnir hitaðu upp, var ikki
sjón av fjáltri. Tað sást týðiliga,
at hettar vóru teir klárir til,
og dámdu á standa á hesum
stóra
pallinum.
Stutt
fyri
dystarbyrjan var høllin stúgv
andi full. Fyrireikarirnir høvdu
lokað helvtina av høllini av við
stórum dúkum, so gott helvtin
av høllini varð brúkt.
Føroyski
tjóðsangurin
hoyrdist væl í stóru høllini.
Tá liðini gjørdu seg klár at
seta dystin í gongd, hoyrdist
herrópini ”FØROYAR.. KLAPP
KLAPP KLAPP.. FØROYAR..
KLAPP KLAPP KLAPP”. Nógv
smíl komu frá føroyska beinki
num, og føroysku leikarunum.
Teir hoyrdu tað, eingin ivi.
Leikar javnt á
Dysturin bleiv bríkslaður í
gongd, og tað leikaði hart á.
Eftir seks og ein hálvan minutt
høvdu dómararnir longu havt
tveir fingrar á lofti fýra ferð
ir. Viktor Gaïni hjá okkum
hevði fingið tvær útvísingar,
meðan maðurin í svensku
miðverjuni Elliot Stenmalm
eisini hevði fingið tvær. Fyri
at Viktor ikki skuldi fáa triðju
útvísingina spældi hann bert
álop tað sum eftir var av fyrra
hálvleiki. Sviar gjørdu tað
sama við Stenmalm. Tað var
ein tættur fyrri hálvleikur, og
í hálvleikinum vóru Føroyar á
odda 15-16.
Gullið nærkast Føroyum
Aftur í hálvleikinum var tað
nokk við einum lítlum nikki til
hvønn annan. Vit høvdu møgu
leikan. Nógv av hinum liðnum
í kappingini vóru komin at
hyggja
eftir
dystinum,
og
tey fagnaðust saman við før
oysku ákskoðarunum tá ið
Føroyar skoraðu. Elias Ellef
sen á Skipagøtu spældi aftur
hendan dystin framúr. Skoraði
eftir vild, og hevði næstsein
astu hond á nógvum málum.
Hvørja ferð Elias hevði bóltin,
kendist tað sum at øll høllin
helt ondini, tí tey vistu her fór
at henda okkurt gott og flott.
Verjuspælið var eisini framúr
hendan dystin, og saman við
Paula Jacobsen í málinum,
forðaðu teir ferð eftir ferð
svium í teirra atsóknum. Eina
løtu í seinna hálvleiki mans
vardu teir Elias, og eina løtu
Paula Mittún eisini. Pauli Mit
tún var sum ein maskina, har
hann fintaði seg ígjøgnum, og
spældi aðrar leysar. Allir høvdu
borið sítt besta spæl við til
hendan dystin. Málini komu av
øllum plássum og bæði á høgra
og vinstra vongi skoraðu føroy
ingarnir eisini nógv mál.
Lýtaleys seinasta løta
Mest avgerðandi løta í dysti
num var mitt í seinna hálvleiki
tá ið føroysku knassarnir
veruliga
tóku
eitt
tak
í
vejuni, og samstundis onga
tekniska villu gjørdu í tólv
minuttir. Knappliga vóru vit
frammanfyri við fimm mál
um, og dysturin var longu av
gjørdur nakrar minuttir áðrenn
leiklok. Pauli Jacobsen, segði
eftir dystin, at teir høvdu tosað
um tað bæði áðrenn dystin og í
hálvleikinum, at um teir hildu
fram við at trýsta svenska liðið,
fóru teir einaferð at knekka.
”Tað lukkaðist. Hettar er eitt
sum Jens á Skipagøtu, mál
verjuvenjari, hevur lagt stóran
dent á.”
Pauli Jacobsen
Aftur hondbóltspæl
á høgum støði
Í finaluni sóu vit enn meira av
tí glæsiliga og flotta spælinum.
Nógvar flottar avleveringar,
takklingar
sum
rungaðu í høllini, og
flottar
bjargingar.
Sviar høvdu fyrireikað
seg væl. Teir høvdu lisið
nøkur av skipanunum,
ið føroyingarnir koyrdu
í hinum dystunum í kapp
ingini.
Og
føroyingarnir
skulu hava stórt rós hiðani,
saman við venjaratoyminum,
at allatíð hava eitt nýtt ess í
ermuni. Um okkurt ikki koyr
ir sum tað skal, eru tað smáar
broytingar sum gera stóran
mun. Tað sæst greitt, at spæl
ið ímillum venjaratoymið og
leikararnar riggar væl. Leikar
arnir vóru trúgvir ímóti ætlan
ini, og Mark Lausen-Marcher,
Julian Johansen og Jens á
Skipagøtu vita akkurát hvat
krevst.
Gullliðið
Pauli
Jacobsen
stóð
eina
fantastiska
kapping.
Hann
bleiv valdur til besta málverja
í kappingini. Ofta stongdi
hann málið í fleiri minuttir
í hvørjum dysti. Hann var
heilt avgerðandi fyri at føroy
ingarnir stóðu sum vinnarar
fríggjakvøldið.
Brandur Silvurstein vísti
eisini hvat hann var gjørdu av.
Hann stóð ein góðan dyst ímóti
Ísrael, har hann spældi allan
dystin. Ísrael skoraði bert 18
mál tann dystin.
Hákun West av Teigum varð
fyrstavalið á høgra vongi. Hann
bleiv kosin besti høgri vongur
í kappingini. Stórur, sterkur,
kvikur og tryggur í skotunum.
Hartil vísti hann eisini framúr
verjuspæl,
tá
hann
vardi
vinstra bakkin hjá Svøríki eina
løtu í seinna hálvleiki í finaluni.
Bogi Hansen avloysti Hákun,
tá hann skuldi hava hvíld. Bogi
vísti
eisini
høgan
kvalitet
ígjøgnum kappingina. Djarvur
og frekur í skotunum, og inn
satsurin er altíð 100 prosent.
Á vinstra vongi spældi Janus
Dam Djurhuus flest minuttir.
Hann fekk eina ótrúliga byrjan
ímóti norðmonnum, og vísti
seg at vera avgerðandi í fleiri
dystum. Hann átti eitt av
bestu málunum í kappingini,
tá hann spakuliga legði bóltin,
við góðum teknikki, beint yvir
skallan á norska málverjanum.
Tá mundi takið farið av høllini
í Gøteborg.
Kristoffur
Bjørgvin
vísti
hvussu tryggur hann var í
skotunum
gjøgnum
kapp
ingina.
Hann
er
kvikur,
HONDBÓLTUR