Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juli 2019síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 8. juli 2019 · Nr. 77 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tryggur og hoppar himmalhøgt. Hann hevur góðar fortreytir fyri at gerðast ein framúr góður vongur. Baldur Gillason loysti tvær ymsar uppgávur væl. Hann er vinstri vongur, sum kann verja bakkin í verjustøðu. Hettar gav eitt gott íkast til liðið í nøkrum av dystunum. Hann er sterkur, og vísti hvussu vandamikil hann var í kontraspælinum. Á strikuni var tað Viktor Nør­lyng Gaïni sum spældi flest minuttir. Hann er flytbarur í álopinum, samstundis sum hann er krút sterkur. Sam­ spælið millum hann og bakspælararnar riggaði ómeta­ liga væl. Harafturat vísti hann hvussu sterkur hann er í verjuni. Hann var sum ein veggur at renna inn í, og stillaði seg rætt í næstan øllum støð­ um. Stýrdi tí føroysku verjuni væl, og var eisini tann sum tók flest duellir. Sakir Tróndarson Frý­dal, liðformaðurin, er eisini stórur og sterkur. Hann meiðslaði sær hondina í tí eina dysti­num í bólkaspælinum. Men til finaluna hevði læknin givið honum boð um, at hann kundi spæla. Hettar bleiv av­ gerðandi, tí hann loysti Viktor av á strikuni eina løtu. Ragnar Karlsson hevði sín størsta leiklut í álopinum, ser­ liga tá vit tóku málverjan út, og spældu sjey ímóti seks. Hann vísti her hvussu stekur hann er í skriningsspælinum, og tryggur í skotunum. Ovi Lutzen var avgerðandi í fleiri dystum. Hann avloysti fleiri av teimum sum brúktu nógva orku í álopinum. Hann er sterkur í mann ímóti mann spælinum. Traðkar fram í duellirnar við kropsligari styrki sum sigur spar sjey. Hann er krút sterkur, og pakka ofta vinstra og høgra bakkin á mót­ støðuliðunum saman. Sveinur Olafson spældi mest høgri bakkur í álopinum, og vardi bæði bakkur, og sum eittari í verjuni. Hann er høgur og fyllir nógv í verjuni. Tá føroyska liðið hevði trupulleikar við skotum mitt­ fyri, varð hann ofta settur fram at byrgja fyri tí, og hettar gjørdi hann framúr. Í álopinum var hann djarvur og ágrýtin, og vísti at sjálvt um hann er høgra­hentur, kundi hann loysa høgra bakkin væl. Rói Ellefsen á Skipagøtu spældi eisini á høgra bakkinum. Hann hevur ein arm sum vil nakað. Serliga ímóti Spania var hann serliga avgerðandi. Klók­ur, og róligur á bóltinum, og hartil onga ræðslu tá tingini skulu avgerðast. Brian Slyne vísti serliga í dystinum ímóti Ísrael hvus­su sterkur hann var. Ein kappi í verjuni, og ein 100- pro­sent- leikari í álopinum. Har verður einki gjørt hálvt. Ímóti Ísrael vísti hann góðan teknikk, og duellspæl sum gav ísraels­ monnum høvuðbrýggj. Pauli Mittún var heilt av­ gerð­andi í fleiri dystum. Hettar er avgjørt ein maður sum er verdur at halda eyga við í framtíðini. Krút sterkur verju­spælari, og tað sama í álopinum. Vinnur ferð eftir ferð støður í álopinum, og er dugnaligur til at sleppa bóltin víðari til góðar støður hjá viðleikarum. Hansara leik­ lutur í finalusigrinum var ógvu­liga stórur. Fólk í høllini høvdu hug at samanbera hann við franskmannin Nikola Kara­ batic. Ótrúlig kropps­lig styrki, og ein gløggur hond­bólt­spæl­ ari. Mest viðrismikli leikari, topp­skjútti, eitt unikum. Tað er ringt at seta orð á avrikið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu. Hann er ein leikari uttan líka. Hann skoraði 69 mál í 7 dystum (var hvíldur ímóti Ísrael). Um vit høvdu talt tey málini har hann hevði næstseinastu hond á, eru tey ikki fá. Hann fær eisini nógv rósandi orð á sosialu miðlunum. Venjarin hjá svenska u17 liðnum hevur, á Twitter, kallað hann ”helst besta leikara í heiminum, í sínum árgangi”. Vit kunnu bert fegnast um at hann er før­oyingur. Um heiðurin sum mest viðrismikli leikari, segði Elias eftir dystin: ”Eg hevði ikki klára tað uttan mínar góðu viðleikarar” Mark Marcher, venjari, Julian Johansen, venjari, Jens á Skipa­gøtu, málverjuvenjari, Ári Jógvansson, fysioterapeutur, og Leif Kristoffersen, lið­ leiðari, hava verið rundan um hettar ótrúliga liðið. Teir hava eisini gjørt eitt megnar arbeiði. Leikararnir kennast ómeta­liga tryggir undir teirra hond­um, hettar hevur heilt víst av­gerð­ andi týdning í teirra avriki. Verja leikararnar FM1 og Sosialurin fingu orðið á Elias og Paula Jacobsen eftir finalusigurin fríggjakvøldið. Hettar var fyrstu ferð, at miðlar­nir fingu orð á leikar­ar­ nar. Julian Johansen venjari sigur, at leikararnir høvdu leverað so væl og konsentrerað, og tað var eingin grund til at teir brúktu orku upp á miðlar og tað sum stóð uttanfyri vøllin. Harafturat sigur Julian Johansen, at teir til dømis ikki høvdu tele­fo­n­irnar hjá sær allatíð, so­leiðis at teir fingu ta neyðugu hvíldina. Venjararnir vóru altíð fúsir at geva eina viðmerking. Hetta vóru vit fegnir um, tí tað er um­ ráðandi at vit fáa innlit í, hvat tað er sum gongur fyri seg á bonkinum eisini. Teir fara einaferð at blíva stjørnir, eisini í miðlunum. Tað er eingin grund til at skunda tað fram, sigur Julian Johansen at enda. Hettar søgdu teir eftir dystin Venjararnir Mark Marcher og Julian Johansen vóru samdir um, at hettar var eitt bragd. ”hettar er eitt tað villasta eitt hondbóltslið kann skapa” – Julian Johansen. Lykilin í dystinum var, at gera tingini so einføld sum gjør­ligt, segði Mark Marcher. Vit liggja nummar eitt! Eftir dystin stóðu føroyingarnir í høllini leingi og fagnaðu hes­ um hetjunum. Leikararnir á føroyska liðnum vórðu nógv um­bidnir at stilla upp til myndir. Serliga vóru nógvir útlendskir áskoðarar sum vildu taka mynd saman við hesum stjørn­unum. Tá leikararnir komu á hotellið har teir búðu, vóru nógvir áskoðarar saml­ aðir við inngongina. ”VIT LIGGJA NUMMAR EITT, VIT LIGGJA NUMMAR EITT, LALALALALALA” rungaði í for­ høll­ini. Leygardagin vóru teir heiðr­aðir á flogvøllinum, tá teir lendu í Føroyum. Fitt av fólki var til staðar, tá teir komu gangandi úr flogfarinum við steypinum, og tallerkinum sum teir vunnu. Í vikuni skulu teir oman til Løgmann, at heiðrast. Alt hettar hava teir veruliga uppiborið, tí hettar er tað størsta liðavrikið í føroyskari ítróttar­søgu. HONDBÓLTUR Harald Bjørgvin, sum var millum fremstu føroysku vongleikarar í mong ár, hevur tikið hesar myndir av U17-landsliðnum, har sonurin, Kristoffur í dag spælur.