mánadagur 8. juli 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. juli 2019 · Nr. 77
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Heri Simonsen
Ummælini av fyriskipanini av
setanini av oyggjaleikunum
leygarkvøldið eru ikki góð
millum føroyingar, ið eru til
oyggjaleikirnar í Gibraltar: -
Tað hevur bara verið ein verri
setan enn hendan, og tað var
tá oyggjaleikirnir vóru settir
á Rhodos í 2007, sigur ein
sum hevur upplivað nógvar
oyggjaleikir. – Setanirnar eru
altíð rotnar, sigur ein fyrr
verandi oyggjaleikaluttakari.
Hann greiðir frá, at hann var
spurdur um hann ikki hevði
keypt atgongumerki til setan
ina, men tað kundi hann ikki
droymt um, slær hann fast.
Fótfeilir frá byrjan av
Veðurfrøðingarnir
høvdu
ávarðað um nógvan vind úti
á tí ikki liðugt bygda Europa
Sports Complex leikvøllinum
á suðurendanum av Gibraltar.
Longu tá royndarsetanin var
fór originala oyggjaleikaflaggið
í luftina, og ein gløggur føroy
skur eygleiðari, ið hevur verið
til fleiri oyggjaleikasetanir sá
skjótt, at oyggjaleikaflaggið
sum var brúkt til sjálva setan
ina var eitt eykaflagg. Tað
var um reppið, at eykaflaggið
eisini fór á flog undir sjálvari
setanini til onkur forbarmaði
seg yvir oyggjaleikaflaggið og
fekk rullað tað saman. Tað var
nógvur vindur úti á Europa
Sports Complex leikvøllinum,
serliga hjá teimum sum sótu
ovarliga framvið leikvøllinum.
Tá kuldin byrjaði at gera um
seg rýmdu fleiri áskoðarar,
og enntá ítróttarfólk byrjaðu
eisini at rýma. Inni í miðbýnum
í Gibraltar er góða gamla
Victoria Stadium, og tað kann
undra ein stórliga hví fyri
reikararnir ikki heldur høvdu
setanina har, og hetta má
staðfestast at verða ein fót
feilur frá byrjan av.
Óskipaður innmarsjur
Løtan tá ítróttarfólkini marsjer
aðu inn hevur altíð verið ein
tignarlig løta á undanfarnum
oyggjaleikum, men hesaferð
valdu fyrireikararnir at lata
oyggjaleikahópar marsjera inn
á økið bæði frá høgru og frá
vinstru síðu av leikvøllinum,
og tað tyktist í løtum kaotiskt.
Áður hevur tað verið meir tign
arligt, har liðini hava marsjerað
inn eitt og eitt, og so eru tey
presenteraði fyri áskoðaraf
jøldini. Øll ítróttarfólkini vóru
noydd at sita niðri í øllum
vindinum, og tað sást á fleiri
av teimum, at tey vóru køld,
og fleiri tóku til rýmingar.
Flaggberarnir høvdu eisini sítt
hoyggj við at halda fløggunum.
Eitt hernaðarligt hornorkestur
sett saman av tveimum hernað
ardeildum í Gibraltar spældi
nógv løg meðan tey marsjeraðu
aftur og fram. Hornorkestrið
var væl fyri, men leikluturin
hjá orkestrinum bleiv yvir
spældur, og gleðin um at hoyra
horntónleik dalaði rættiliga
skjótt hjá fleiri áskoðarum. Um
Føroyar fara at hýsa oyggja
leikunum í 2029 er, ið hvussu
er nógv sum vit kunnu læra av
setanini farna leygarkvøld um
hvussu ein ikki skal gera til eina
setan. Tað góða við setanini
var tó, at myndamaður okkara,
Hans Kristian Eyðunsson Han
sen tók nógvar góðar myndir,
og nakrar av teimum kunnu
njótast her.
Oyggjaleikir:
OYGGJALEIKIR
Av ávum vit ikki skilja løgdu
fyriskipararnir oyggjaleikasetanina
til ein ikki liðugtgjørdan leikvøll
heldur enn at hava setanina á Victoria
leikvøllinum í miðbýnum í Gibraltar
EIN MINNI VÆL
FYRISKIPAÐ
OYGGJALEIKASETAN