Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juli 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. juli 2019 · Nr. 77 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Tað vera eftir øllum sólar­merkj­ um at døma fimm manningar, sum eftir vestanstevnuróðurin, ið verður í Sørvági leygardagin, sum fara til hús í vissuni um, at tær ólavsøkuaftan fara at fáa FM steyp og FM gull um hálsin. Og tað er møguleiki fyri, at tað verða seks FM vinnarar, ið umvegis Vatnsoyrar, Mið­ vág, Sandavág og um Hálsin í Sandavági fara undir Vest­ manna­sund sum FM vinnaraar. Eftir fimm av sjey kapp­róðr­ um, og harvið tá tað bara resta tveir róðrar, er tað heilt víst í einari kapping, at tað verður neyðugt at bíða til á ólavsøku fyri at vinna FM vinnaran. Hóast vit eru millum søkur­ nar, og tað er hásummar, so vóru róðrarlíkindini ikki so góð á Skálafjørðinum leyg­ar­ dagin, sum tey ofta eru hesa ársins tíðina, og sum tey vóru í Fuglafirði næstsíðsta leygar­ dag. Høgættarvindurin var so mikið nógvur, at tað ikki var heilt slætt, men tað gekk væl at leggja bátarnar og avgreiða kapp­ingarnar. Dómararnir duga sítt, og kappingarárið er so mikið gamalt, at manningarnar av álvara vita, hvat tað snýr seg um. Størsta felagið vinnur ikki nógv Størsta og mest sigursvanda kappróðrarfelagið í Føroyum er Havnar Róðrarfelag. Síðani felagið varð stovnað í 1932 hevur róðrarfelagið, sum held­ur til í Álakeri, verið við til at borið kappróðurin, og ofta hevur HR vunnið nógvar sigrar, og tað er komið fyri, at manningar hjá felagnum hava vunnið allar róðrarnar á einari stevnu. Men nú eru tað nøkur ár síðani, og tá vóru báta­stødd­ ir­nar ikki so nógvar, sum tær eru nú. Í fjør vann 5-mannafarið Sílið við dreingjamanning FM. Í fyrraárið vann Ingibjørg FM í barnaróðrinum – bæði hjá gent­um og dreingjum. Talvan vísir, at tað er møgu­ leiki fyri, at Ingibjørg við gentu­manning í barna­róðri­ num kann fara at vinna FM. Ingibjørg er næstfremst við 31 stigum, meðan Hulda er tvey stig frammanfyri. Leygardagin var Hulda hjá Froð­biar Sóknar Róðrarfelag eitt stórt sekund undan Ingi­ bjørg. Tað er ikki so nógv at tosa um, og tað kann væl vera, at myndin fer at síggja øðrvísi út, tá ið kappróðurin í Sørvági verður av. Ingibjørg vann á sunda­lags­ stevnu og á jóansøku, meðan Hulda hevur vunnið hinar tríggjar ferðirnar, og munurin hevur ikki verið so øgiliga stórur. Størsta kappingin Eftir róðurin á norðoyastevnu og sundalagsstevnu høvdu klaks­víkingar umborð á 8-mannafarinum Nevið Reyða tveir sigrar og harvið fulla úrtøku. Tá bendi ikki so nógv á, at tað fór at verða stór kapping um FM. Tríggjar tær seinastu ferðir­nar hevur Argjabáturin vunn­ið. Tað ber við sær, at klaks­víkingar skulu basa argja­monnum bæði í Sørvági og á Havnarvág, um tað skal KAPPRÓÐUR Á FJARÐASTEVNU Á STRONDUM: Størsta felagið í landinum eigur ikki leiklutin í stríðnum um gullkrónurnar, sum felagið so ofta hevur átt FIMM VINNA FM Í SØRVÁGI